Norska kongshúsið kom í morgun við nýggjari og álvarsamari fráboðan um heilsustøðuna hjá Haraldi kongi. – Heilsustøðan hjá Hansara Hátign Konginum er sera álvarslig, sigur kongshúsið í stuttu fráboðanini [...] innlagdur á Rikshospitalet í Oslo síðani 17. august. Sunnudagin varð upplýst, at støðan var versnað um vikuskiftið, og at kongurin fekk antibiotika fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum. Mánadagin var [...] staddir í Róm, hava eisini avlýst restina av skránni og fara heim sum skjótast. Fólk eru samstundis farin at leggja blómur á Slottsplassen framman fyri kongsslottið í Oslo. Haakon krúnprinsur er ríkisstjóri
Tað er ein brandslanga, sum av onkrari orsøk er farin frá. Staðfest er, at talan er ikki um herverk, upplýsir Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, men um okkurt brek, sum hevur gjørt, at vatn er sprænt [...] Um vikuskiftið hevur verið stórur vatnskaði í spildur nýggja skúlabygninginum hjá Sankta Frans skúla, sum hýsir hádeild, sum eru 7., 8. og 9. flokkar. Tveir flokkar eru av hvørjum, so bygningurin hýsir [...] sprænt úr onkrum broti. Fólk frá býráðnum eru og kanna bygningin. Men hann er sera illa farin av vatnskaðanum, og øll undirvísingarhølini hava fingið skaða. Men verður, at eingin skúlagongd verður í bygninginum
og hevur hótt bústaðarøki nærindis. Roykurin frá eldinum er samstundis farin langt út um Bosnia-Hersegovina og er førdur tvørtur um Adriatarhav ímóti strondunum í Kroatia og Italia. Sløkkiliðsfólk, sivilverja [...] til at kortleggja øki, sum verða rakt av skógareldi. Upplýsingarnar kunnu síðani brúkast til at meta um skaðarnar og fylgja við, hvussu náttúran kemur fyri seg aftur. Nýggj tøl frá evropeisku tilbúgving
Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar [...] í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon vil eisini hava at vita, um bróstskanningar longu verða gjørdar í 3 Tesla-skannaranum á sjúkrahúsinum. Um so ikki er, spyr hon, nær væntast kann, at fyrstu MR-skanningarnar [...] fyrireikingarnar væntandi skuldu verða klár undan summarfrítíðini í ár. – Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita, hvør støðan er í hesum máli, skrivar
Og ikki tí at súkklarar skulu hava minni rætt enn onnur. Men tí hetta snýr seg um eitt náttúruøki, trygd, atgongd og um, hvussu vit velja at leggja ymisk virksemi saman. Tí haldi eg eisini, at tað er [...] Kunnu tit svara upp á tað? Ella er tað bara eg, sum ikki skilji, hvussu henda tilgongdin er farin fram? Tí um tað veruliga er so, at øll vilja eina góða, trygga og felags loysn, so skilji eg ikki, hví tit [...] kritiskt og gera tilgongdina sjónliga. Tvørturímóti. Um alt, sum er hent, tolir dagsins ljós, so er eingin vandi í at lata ljósið sleppa inn. Og um okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst
seg um eina súkklubreyt, sum ætlandi skal liggja 30 metrar frá gøtuni, og um trygdina hjá reiðfólki, sigur hann. Guttormur heldur heldur ikki, at dømi um ross, sum eru kløkk av bilum, ella kjak um ólógliga [...] rossafólk og súkklarar um at leggja stríðið til viks og finna eina loysn, sum tryggjar báðum pørtum atgongd til økið. Guttormur í Skála leggur dent á, at hann nevnir farleiðina „Gøtuna um Vesturvarða“ og ikki [...] samband við ætlaðu súkklubreytina. Hann setur eisini spurnartekin við upplýsingina um, at 100 ross ganga eftir gøtuni um dagin. Rossafólk sluppu ikki inn Nina Brockie segði við Kringvarpið, at umboð fyri
áðrenn hann næstan av baklinjuni smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og datt so inn um málstrikuna við nærra stólpa. Heimamenninir spældu við stórum eldhuga og vóru væl meiri stríðsfúsir [...] Thorleifsson við frísparki bóltin omanfyri manngarðin og í málið og so var 1-1. Tá ið ein tími var farin, varð Mórits Heini Mortensen, sum í summar skifti úr NSÍ og yvir á Skála, skiftur inn á liðið hjá [...] Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina um at sleppa undan at flyta niður. Tað verður ímóti B68 á Svangaskarði.
fáa fólk til sjálvboðið arbeiði er við at hoyra um hetta frá øðrum. Tí er neyðugt at byrja einastaðni fyri at gera royndir, sum onnur so kunnu frætta um. Tí verður í hesum sambandi heitt á fólk í næru [...] ikki nóg nógv arbeiðsfólk. Harumframt er røktartyngdin alsamt vaksandi. Hetta átak er ætlað at lætta um hjá verandi starvsfólkum, við at sjálvboðin kunnu gera onkrar praktiskar uppgávur, so starvsfólkini [...] vit gerast alsamt eldri, eru eisini fleiri eldri borgarar, sum eru væl fyri, eisini tey, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Fyri nógv kann sjálvboðið arbeiði geva lívinum bæði innihald og meining við
er um ein sera tungan dag fyri løgregluna og øll tey, sum eru rakt av vanlukkuni. Bretski forsætisráðharrin Andy Burnham hevur eisini sagt, at hann er skelkaður av vanlukkuni, og heitir á fólk um ikki [...] Middlesbrough í landnyrðingspartinum av Onglandi. Sambært Cleveland Police var ein Volkswagen Passat farin inn á A66 og koyrdi skeivan veg eftir vegnum. Bilurin rendi frontalt á ein merktan løgreglubil, sum [...] ikki at gita um orsøkina, meðan kanningararbeiðið fer fram.
harvið um sína støðu sum topplið. Nú tað eru sjey umfør eftir at spæla, hevur B71 50 stig. Tað eru 23 stig aftur til ÍF, sum í løtuni spælir á heimavølli í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. Um ÍF [...] toppskjútti í deildini. Hini bæði B71 málini skoraði Tobias Koktvedgaard, tá ið ávikavíst ein tími var farin, og tá ið tað restaðu seks minuttir. Danski spælarin, sum í morgin fyllir 21 ár, hevur nú skorað átta