Fimm fólk lótu lív, og seks onnur vórðu særd í einum ukrainskum dronuálopi móti einum vinnuøki sunnan fyri Moskva tíðliga í morgun. Tað skrivar guvernørurin í Moskva-landspartinum, Andrej Vorobjov, á Telegram [...] rakti vinnuøkið Novoselki í Tjekhov-økinum sunnan fyri russiska høvuðsstaðin. – Eldur kyknaði fleiri staðni í vinnuøkinum eftir eitt dronuálop. Fimm fólk eru deyð, og seks onnur eru særd, skrivar Vorobjov [...] Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í juli, at eitt álop á eina Wildberries-goymslu uttan fyri Moskva varð framt, tí hon sambært Ukraina varð brúkt til at goyma ílutir til dronuframleiðslu og
við arbeiðinum at skráseta staðbundna veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr [...] Veðurstovan vísir eisini á, at tann ringasta vindløtan í Kunoy ofta er, tá ið eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar flytur seg norðureftir, og vindurin stendur úr útsynningi. Samrøðan við Jógvan Heinesen er
pláss aftrat. - Vit mugu bara ásanna, at áhugin fyri festivalinum og kampingplássum er metstórur í ár. Fyrireikararnir eru púrasta ovfarnir av, at áhugin fyri kamping er vorðin so stórur, og tí hevur verið [...] ment seg til eitt afturvendandi summartiltak í Norðoyggjum. - Stóri áhugin í ár bendir á, at metnógv fólk ætla sær at leggja leiðina til Viðareiðis seinasta vikuskiftið í august, siga fyrireikararnir av Norð
vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi [...] Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á
Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk, og um vikuskiftið taka teir aftur Vágsbø, har Summar Festivalurin verður hildin. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt [...] Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól [...] tónleik til rættis og framføra hann. – Tær dramatisku søgurnar í kvæðunum rigga væl saman við rocki, og fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit syngja á føroyskum máli, sigur Pól Arni Holm. Hamradun er eitt
høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við vindi, sum er væl bíligari. Og Eysturlund [...] m. Tað kostar pengar, tað kostar gjaldsjavna, og tað kostar CO2-útlát. Elektrifiseringin steðgar. Fólk skifta ikki til hitapumpur og elbilar, um streymurin er dýrur, óvissur – ella svartur. Grøna orkuskiftið [...] halda elveitingina nøktandi sær nú út til at noyðast at byggja ENN eitt kraftverk sum brúkar olju fyri at tryggja veitingina - ivaleyst ein milliarda íløga. Sev kann ikki bera tað einsamalt Tey, ið halda
um vápnahvíld, sum eisini fevndi um Libanon. Libanon hevur kortini hildið fram at skuldseta Ísrael fyri framvegis at fremja álop og hava hermenn staðsettar í sunnara parti av landinum. Nýggju álopini koma [...] segði, at felagsskapurin ikki hevði ætlanir um at avvápna sínar herdeildir. Meira enn ein millión fólk hava verið rikin frá húsi og heimi í Libanon undir verandi stríðnum.
hon, at autismuspektrið í dag fevnir um fólk við sera ymiskum tørvi og avbjóðingum. – Tað eru mørk fyri, hvat eitt spektrum kann fevna um. Í øðrum endanum eru fólk uttan mál og við tørvi á hjálp alt samdøgrið [...] einum nýggjum ritgerðarlíknandi uppslagi í einum bretskum sálarfrøðiligum tíðarriti kallar hon autismu fyri eina “uppsavningardiagnosu”, sum eftir hennara tykki fevnir um ov nógv ymisk viðurskifti. Hon ávarar [...] angist. – Um alt verður lagt undir autismu, verður diagnosan at enda meiningsleys. Samstundis er vandi fyri, at tey, sum hava størstan tørv á hjálp og stuðli, verða gloymd, sigur hon. Formaðurin í danska A
sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt. Samleikastuldur og fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava [...] Felagnum Peningastovnar. – Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult
sum kunnu skapa nýtt innlit ella eina betri uppliving – antin fyri fyritøkuna sjálva ella fyri kundan hjá fyritøkuni, sigur Signar. Fyri kundarnar hjá Lunnum merkir hetta ofta lættari umsiting, færri [...] tekur sær av. – Við so nógvum hentleikum í appunum er okkurt fyri øll. Tað, sum hevur størst virði fyri ein brúkara, kann vera nakað annað fyri ein annan brúkara, sigur Signar. Effo-appin varð upprunaliga [...] 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar Nielsen. - Tað týdningarmesta fyri okkum