forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan í ES-limalondum vanliga verður stýrd [...] millum fólk í aldrinum 40 til 49 ár og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturlandinum er undirtøkan hinvegin bert 23,9 prosent. Men eitt ja til samráðingar merkir ikki, at íslendingar vilja gerast limir í ES. Sambært [...] um limaskap í ES uppaftur. Bárður á Steig Nielsen heldur, at íslendska fólkaatkvøðan er serliga áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við
g verður í morgin at síggja í Íslandi fyri fyrstu ferð síðan 1954. Myrkingin fer at vara í ein til tveir minuttir, alt eftir hvar í landinum fólk eru stødd. Nógv fólk hava leingi bíðað eftir hendingini [...] nógvum skýggjum, og tí kann vera torført at síggja sólarmyrkingina. – Vit heita á fólk um at verða heima og heldur fara út í havan millum ælingarnar, sigur Árni Friðleifsson. Løgreglan hevur saman við íslendska [...] á Vesturlandsvegi og í Hvalfjarðartunlinum, verður løgreglan á staðnum. Fleiri vegir verða eisini stongdir, og ferðslan verður skipað av nýggjum í pørtum av høvuðsstaðarøkinum. Í vestara parti av Reykjavík
Veðurstovan í Beijing væntar meira enn 100 millimetrar av regni eftir seks tímum og meira enn 150 millimetrar eftir einum samdøgri. Í fleiri býarpørtum kann avfallið fara upp um 200 millimetrar eftir 24 tímum [...] avfallinum um árið í Beijing, sum er 528 millimetrar. Í fjallalenda Mentougou-økinum vestan fyri Beijing hava myndugleikarnir sett hægsta tilbúgvingarstig í gildi fyri vatnflóð. Fólk verða biðin um at halda [...] halda seg innandura, um tað ikki er neyðugt at fara út, og halda seg burtur frá fjallaøkjum og áum. Ódnin Dolphin flutti seg týsdagin longri inn yvir land og inn í miðkinesiska landslutin Hubei. Ferðavinnuøki
Fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit mæla tí til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. [...] foreldrum at fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið byrjar í skúla
Eitt 58 metrar langt farmaskip sigldi í morgun á bryggjuna í Os í Noregi og fólk, sum búgva nærindis, hoyrdu eitt ógvusligt brak, tá skipið stoytti. Tað veit Verdens Gang at siga fyrrapartin. Norska løgreglan [...] gravmaskinu umborð. Verdens Gang hevur verið í samband við fólk, sum búgva nærmast bryggjuni, og her sigur ein kvinna, at neyðhjálparfólk vóru á staðnum stutt eftir hendingina. - Eg hoyrdi eitt ógvusligt brak [...] skipið siglt á bryggjuna, sigur hon. Átaksleiðarin hjá norsku løgregluni í økinum, Tore-Andre Brakstad, sigur við Verdens Gang, at tey fara at tosa við skiparan. - Eingin illgruni er um rúsdrekka, men helst
Grand Canyon er ein av elstu og kendastu tjóðargørðunum í USA. Fleiri enn 400.000 fólk vitjaðu tjóðargarðin í juli. Yvir 4,4 milliónir fólk vitjaðu økið í 2025, skrivar CNN. /Ritzau [...] Umleið 15 fólk verða hildin at vera saknað eftir eina brádliga vatnflóð í Grand Canyon-tjóðargarðinum í amerikanska statinum Arizona. Tað upplýsir amerikanski tjóðargarðsmyndugleikin National Park Service [...] vinfólkini júst høvdu sett viðførið frá sær í einum húsi við Phantom Ranch – einum avbyrgdum gististaði í botninum á Grand Canyon – tá tey avgjørdu at fara útum. Áðrenn tey vistu av, fossaðu stórar vatnmongdir
ferðafólkum, tá tvey fólk búgva í hvørjum kamari, og manningin telur um 1.031 fólk. Sostatt kunnu tilsamans meira enn 3.300 fólk vera umborð. Skipið varð bygt í 2001 og seinast umvælt í 2021. Ferðin hjá Norwegian [...] ætlaðar í Havn í 2026, men sambært upplýsingum hjá Tórshavnar havn eru fimm vitjanir avlýstar. Verða eingi fleiri avboð, verða sostatt 47 vitjanir í ár. Eftir vitjanina hjá Norwegian Star í dag standa í minsta [...] Norwegian Star kom á Havnina klokkan í morgun og liggur við bryggju til klokkan 20.30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum,
Tað merkir nógv fyri okkum at síggja, at fólk taka so væl ímóti tiltakinum. Suðurljóð snýr seg um at koma nær tónleikinum, skapa lív í býlinginum og savna fólk um eina góða felags uppliving, siga fyri [...] skránni á Tvøroyri. Hetta kvøldið verða níggju heim í Brekkutúni, Brekkugili og Brekkulág karmur um eina heilt serliga tónleikauppliving. Umleið 300 fólk verða við til tiltakið, har áhoyrararnir ganga millum [...] Steintór Rasmussen og Tróndur Enni fara at spæla kendu sangirnar, sum tey flestu duga at syngja við til. Áhugin fyri Suðurljóð hevur verið ovurstórur, og tiltakið varð útselt eftir bert 2 minuttum og 44 sekundum
at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum [...] foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið byrjar í skúla
lesandi og lærlingum. Hann vil hava greiði á, hvussu nógv ferðast til undirvísing í Føroyum, hvussu langt tey hava at fara, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta. Endamálið er at fáa eitt grundarlag [...] sum hava langan veg millum heim og skúla. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi [...] fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum