laksaalari í Europa og eigur eitt nú stór alibrúk í Hetlandi og Skotlandi umframt í Noregi. Í dag er Norsk Hydro við í oljuvinnu í Norðsjónum og annars í fleiri øðrum londum. Áhugin fyri at vera við í leiting [...] Hydro. Norsk Hydro Norsk Hydro, sum varð stovnað í 1905, er næststørsta fyritøkan í Noregi í dag. Bert Statoil er størri. Tað almenna eigur meira enn 50% í fyritøkuni, sum arbeiðir kring allan heimin. Oljan [...] økist í hvørjum. Á fundi við borgarstjóran í kommununi fingu føroyingarnir greitt at vita, at ein hevur einki at óttast við at føra oljuna til lands. Hvørki í byggingini av einum terminali ella nú virksemi
n, sum hevur plágað hann í langa tíð og sum helt honum uttanfyri liðið hjá FCK í fleiri vikur. Men tað er eingin ivi um, at hann fer at spæla við, tá landsliðið seinnapartin í dag skal royna seg ímóti [...] sleppur tú ongantíð undan. Fáa møguleikar Todi hevur ikki sæð upptøku av dystinum í Kekkia, men hann ivast ikki í, at uppgávan í dag verður eins torfør, sum tað altíð er, tá Føroyar spæla ímóti stóru tjóðunum [...] allar 90 minuttirnar. Tað er nakað, sum greiða ikki fæst á, fyrrenn dysturin gongur sína gongd, sigur Todi Jónsson. Liðfelagarnir hjá honum spældu í gjárkvøldið ímóti Ikast. Venjarin Kent Karlsson úr Svøríki
formaður í Landsfelag vinnurekandi útróðrarmanna, sigur, at fyrr hevur hetta óskilið verið avmarkað til styttri tíðarskeið. Men í ár hevur verið heilt galið. Nú hava teir ligið og larmað alt summarið. Í bestu [...] mælir til, at fundur verður fingin í lag sum skjótast, sum skal viðgera ymisk ávís evni í hesum sambandi. Nevnt er í skrivinum, at vinnan vil vita meira um aktivitetin í ár, og hvat ætlandi fer at henda [...] Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at fiskivinnan eigur at verða tikin í størri álvara, enn tað hevur víst seg í hesum máli. Jákup Sólstein sigur, at Føroya Reiðarafelag fegið vil hava ein dialog í gongd
fólkaskúlin er komin afturút í so máta, og tann trupulleikan mugu vit eisini rætta, sigur deildarleiðarin í kommunufelagnum. Gamalt tilfar Eitt innslag í danska sjónvarpinum í síðstu viku prógvaði vissuliga [...] tá skúlin fer í summarfrí, stingur orðaskifti seg upp í donskum fjølmiðlum um skúlan, og sum vera man eru tað serliga veikleikarnir, sum verða drignir fram. Soleiðis hevur eisini verið í summar, og hesaferð [...] egna mál, er ikki nakað nýtt. Soleiðis hevur verið í mong ár. Fleiri kommunur gjørdu tí av at gera eina roynd við øktum tímatali í donskum, men kanningar nú vísa, at hetta gav millum lítið og einki. Niels
mál skotin eitt kappingarumfar í bestu deildini, sum tað vórðu sunnudagin. Ikki færri enn 31 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum. Tað er 5,2 mál í miðal fyri hvønn dyst. Í trimum støðum var talan um [...] sandoyingum, og úrslitið í Fuglafirði kundi bent á, at ein serlig málsjúka gekk í Eysturoy sunnudagin. KÍ, sum hevur havt eitt sera støðugt kappingarár vann størsta sigurin í landskappingini í ár. Á Toftum vórðu [...] tryggjað sær rætt til luttøku í Europa Cup komandi ár, og alt bendir á, at HB skal spæla í UEFA Cup og at B36 sleppur at royna seg í meistarakappingini. So er eitt pláss í Intertoto Cup eftri at stríðast
hvussu marknaðarkanningar skipast, hvussu hugskotið kann verjast (patenterast) o.m.a. Men nú eru ráð fyri tí. Í hesum sambandi skipar TK-Stovan saman við Dansk Teknologisk Institut DTI) fyri uppfinnarafundi [...] Tað er ikki ringt at finna hugskot - at finna uppá - nógv hava roynt tað, men flestu hugskotini enda í skuffuni, og verða ongantíð viðgjørd av álvara. Orsøkin er helst, at viðkomandi sum hevur hugskotið [...] Fundurin verður á Hotel Hafnia týsdagin 23.9.1997 og byrjar kl. 19.00. Luttøkan er ókeypis. Nærri fæst at vita um fundin á TK-Stovuni.
Í dag hittast umboð fyri Føroyar, Danmark og Bretland í London at tosa um áseting av einum marki millum Føroyar og Bretland. Fundur var í Keyp-mannahavn í juli, og tá komu bretar við einum nýggjum útspæli [...] samdir um ella ikki fæst einki at vita um. Men eitt nú útspæl er er tað so helst talan um. Ein møguleiki er tó, at føroyingar standa fast við tað, sum teir alla tíðina hava gjørt. Formaðurin í Uttanlandsnevndini [...] Helena Dam á Neytabø. Hon ivast ikki í, at málið er í tryggum hondum og vísir á, at samráðingarnevndin higartil hevur borið seg sera professionelt at. Formaðurin í Uttanlandsnevndini fegnast annars um
verið har í yvir 30 ár, fýra í yvir 40 ár. Ein teirra er Sigmund í Hoyvík, sum hevur starvast sum fulltrúi á heilsøluni í 41 ár. Hans fekk fast starv á heilsøluni í 1947, eftir at hann hevði verið í Eglandi [...] árini fingist við nógv ymist virksemi. Hon var fyritøka í landinum at fáa sær edv-tól, kallað holkort tá. Tað var í 1963. Í 1965 stovnaðu teir P/F Data. Í 80-árunum varð Samkeyp stovnað saman við fleiri handlum [...] virkið, sum eisini seldi fisk og ullvørur, og í 1929 flutti heilslan oman á Bryggjubakka. Poul Hansen var pápi Hans Hansen, sum í 50 ár hevur verið í fyritøkuni. Hann var stjóri fram til 1993, tá sonurin Høgni
Nú heystið er komið og flest øll seta steikiristina frá sær, taka tey á Hotel Føroyum hana fram og grilla á opnari rist í matstovuni, hvørt leygarkvøld. Steikiristin verður nú klárgjørd og borðreitt verður [...] við »Driv«. Sjálvsagt ber eisini til at gista á hotellinum í samband við tiltøkini. Gisting hesi kvøldini fæst fyri serprís, sigur Hotel Føroyar í tíðindaskrivi.
kann ikki røkka framum Spania í stigum, og tað vil siga, at Spania verður bólkavinnari og tryggjar sær harvið rættin at taka lut í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi í juni og juli komandi ár, um teir [...] vísir tað seg, at spælarar, sum eru í útjaðaranum av hópinum, leggja uppaftur størri orku í, tá teir endiliga fáa møguleikan á landsliðnum at vísa, hvør dugur er í teimum. Nú skulu allir spaniumenn sannføra [...] tað verður við hesum og ikki fæst at vita um tvær vikur, men nú er tað ein sannroynd, at spaniumonnum resta bara eitt stig, so hava teir tryggjað sær rættin at taka lut í HM endaspælinum komandi summar