burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan at royna seg, og allar stóðu seg væl. Úrslitið hevði ikki tann stóra týdningin, men tað er sjálvandi altíð gott at vinna. Sum heild var [...] var hetta ein góður venjingardystur fyri okkum, sigur Sigtór Petersen, venjari við heimasíðuna hjá FSF. Í Grønlandi stórfegnast tey um at teirra kvinnulandslið slapp at spæla hendan landsdystin móti føroyska [...] so megnaðu vit at tapa heiðurliga 0-5. Bæði venjaratoymið og hópurin eru errin av avrikinum. Hetta er byrjanin upp á eina ferð at skapa eitt lið, ið kann geva gentum og kvinnum í Grønlandi okkurt at stremba
júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør greiðir víðari frá : Nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og hon er á mangan hátt sprottin víðari [...] kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini.” Longu nú ber til at hoyra tvey av [...] útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn, at tað vit higartil hava sæð boðar frá góðum
nakað fyri onki longur. Helst er ein farri av sannleika í hesum. Tó, enn finnast fólk, ið eru ósjálvsøkin, og sum fegin taka eitt tak fyri felagsskapin. Fyri trivnaðin hjá okkum øllum, og sum altíð eru til [...] um heitt verður á tey. Og ikki verður spurt eftir samsýning, ella hvat tey kunnu fáa burtúr. Og aloftast er ongin persónligur vinningur – kanska er oftast ikki so mikið sum eitt herðaklapp! Í dag heiðrar [...] manni. Maðurin er Heri Mørk Hjelm, sáli, ið fyri stuttum fór foldum frá. Viljin dreiv verkið, og ikki hugsanin um egnan vinning. Heldur vildi hann heimbygdini og allari Suðuroynni væl, og ikki minst, so vildi
diskaðu upp við einum lagi fyri og øðrum eftir, sum vit minnast. Sjálvur eri eg bassistur, so kundi ikki annað enn leggja merki til frálíka og taktfulla spælið hjá Bastian, sum ikki bara slóg taktina, men [...] hjá Ara, sum eisini her var væl og virðiliga á hædd við tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri. Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur [...] hevur altíð verið eyðkent fyri Mezzoforte og sum vit eisini minnast Gulla og Johann fyri, at fáa hetta taktfasta og sita – millum trummur og bass. Við tangentarnar sat Jákup Tórgarð og eisini hann kundi
Almannaverkið, fáa vegleiðing og síðani velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið á húskjum, sum hava kannað møguleikan, men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski [...] á Trivnaðarnevndina um ikki bara at hyggja at inntøkumørkunum. Felagsskapurin vísir á, at ein familja ikki brádliga verður væl fyri, tí ársinntøkan liggur eitt sindur oman fyri eitt ásett mark. Sama fyrivarni [...] vera einføld, greið og lætt atkomilig – og so sjálvvirkandi sum gjørligt. Familjur, sum eru fíggjarliga ella sosialt sperdar, hava ikki altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð
kenna teg allarhelst sum íverkseta og slóðbrótara, og mong munnu minnast teg sum ein, ið ikki var bangin fyri at geva. Heldur geva enn taka, segði tú við meg. Tú smæddist ikki, tá tað kom til at seta [...] Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit [...] gólvinum sum ein rakett, og vit, ið vóru saman har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onnur
endurgevur Donald Trump fyri at siga, at sambandið millum forsetarnar var á einum "positivum" støði. Sum skilst, hevur norðurkoreanski leiðarin heitt á amerikanska forsetan um ikki at gera ov nógv av í felags [...] hann hitti tíðindafólk: - Kim Jong-un hevur altíð víst mær stóra virðing. Eg skilji hann. Hann skilir meg, segði Donald Trump - uttan at fara í smálutir við tí, sum teir báðir høvdu tosað um. [...] felags hernaðarligu venjingini saman við Suðurkorea. Tá Donald Trump eftir samrøðuna við Kim Jong-un er spurdur, um norðurkoreanski leiðarin hevði nakrar viðmerkingar um venjingina, var svarið. - Ja, tað
partin. Ikki øll rossafólk eru samd Guttormur í Skála sigur seg hava tosað við fleiri rossafólk, sum ikki taka undir við hørðu mótstøðuni móti súkklubreytini. – Fleiri halda ikki, at breytin er ein trupulleiki [...] hevur víst á, at møguligt er at leggja súkklubreytina nærri vindmyllunum. Guttormur sigur seg ikki vita, um tað er ein líka góð loysn, men vísir á, at fjallasúkklarar ikki eru samdir í tí. Hann heldur [...] Guttormur tekur undir við sjálvum boðskapinum, men heldur ikki, at formaðurin altíð ger tað sama. Hann vísir millum annað á, at eldri tekningar, sum sambært honum langt síðan eru sleptar, hava verið tiknar
komin á borðið? Hvat er tað, tit í samgonguni eru so bangin fyri at fáa fram í ljósið? Ikki allir kritiskir spurningar eru ákærur. Og tað er heldur ikki ein ákæra at siga: „Eg skilji ikki, hví hetta fer soleiðis [...] endaligu loyvini eftir tí, sum eg skilji, ikki vóru komin upp á pláss? Og hví varð Føroya Ríðingarfelag ikki tikið við á sama hátt? Kunnu tit svara upp á tað? Ella er tað bara eg, sum ikki skilji, hvussu henda [...] alt, sum er hent, tolir dagsins ljós, so er eingin vandi í at lata ljósið sleppa inn. Og um okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst har, vit áttu at spurt eitt sindur meira. Eg eri ikki áhugað
Skúlagongdin er vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey [...] okkurt upp á skíggjan, sum tú verður órógvaður av, og tað er skjótt at missa hugsavnanina og gera okkurt annað, sigur Viktoria Holsey Foss við Skúlablaðið. Hetta brúkar kognitiva orku, sum annars kundi verið [...] skilja tekstin verri, tá teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt