savninum fór í gongd klokkan 05.48, og fimm minuttir seinni var lokala løgreglan á staðnum. Pierre-Auguste Renoir, sum verður roknaður sum ein av fremstu listafólkunum innan impressionismuna, doyði í 1919. Savnið [...] Savnið í seinasta heimi hansara lat upp í 1960 og varð umvælt í 2010'unum. Har eru bæði málningar eftir Renoir, møblar, gamlar ljósmyndir og aðrir lutir. – At leypa á Renoir-savnið er at leypa á ein part [...] Tað upplýsir Bryan Masson, borgarstjóri í Cagnes-sur-Mer, sambært altjóða tíðindastovum. Musée Renoir heldur til í húsunum, har franski listamálarin Pierre-Auguste Renoir búði síni seinastu ár. Tey stolnu
Haraldur kongur tók við trúnuni í 1991, svór hann eisini eiðin í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara, Ólavur kongur, var deyður. Gulltrúna sett í tingsalin Undir hátíðarhaldinum fer stórtin [...] grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja, at hann fer at stýra landinum sambært galdandi lógum. Hátíðarhaldið verður fýra dagar eftir, at Haraldur kongur doyði tíðliga fríggjamorgunin. Tá Haraldur [...] verður sett í stórtingstingsalin, og hátíðarhaldið verður sjónvarpað. Sambært norsku grundlógini skal kongurin svørja henda eiðin: – Eg lovi og svørji, at eg fari at stýra kongaríkinum Noregi í samsvari við
Í desember 2024 doyði pápi mín. Mamma og pápi mín búðu saman, og bæði vóru álvarsliga sálarliga sjúk. Mamma hevur í nógv ár livað sera avbyrgd og hevur tørv á hjálp til heilt vanlig viðurskifti í gera [...] Fólk úr psykiatriini komu regluliga í heimið í sambandi við sjúkuna hjá pápa mínum. Tá tey komu, tók mamma seg ofta burtur og goymdi seg inni í einum kamari. Tá pápi mín í desember 2024 varð heintaður heima [...] tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi verið í sambandi við bæði kommununa og Almannaverkið, og tey hava eisini verið í sambandi sínámillum. Men mitt í øllum hesum stendur sjálvsavgerðarrætturin. Hann
Kársnesi í Kópavogi, men íslendskir miðlar hava fingið fleiri upplýsingar um hendingina. Um trý-tíðina seinnapartin sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um harðskap í einum húsum í Vallargerði í Kópavogi [...] Umleið tveir tímar eftir hendingina gjørdi løgreglan eitt størri átak í einum húsum við handilsmiðstøðina við Gnoðavog í Reykjavík. Í minsta lagi tveir persónar vórðu handtiknir har. Minst seks løgreglubilar [...] løgreglubilar vóru á staðnum, og serdeildin hjá løgregluni var eisini við. Løgreglufólk leitaðu í ruski og runnum í økinum, men ikki er upplýst, hvat leitað varð eftir. Eisini varð eitt annað serdeildarátak framt
Hayden Panettiere varð funnin lívleys í einum bústaði í Greenville í amerikanska statinum South Carolina sunnudagin. Bjargingarfólk royndu at fáa lív í hana, men hon varð staðfest deyð á staðnum. Løgreglan [...] Golden Globe-tilnevningar. Hon var eisini kend sum Kirby Reed í fleiri av filmunum í ræðufilmsrøðini Scream . Í 2023 tók hon leiklutin uppaftur í Scream VI . Hayden Panettiere hevði áður greitt alment frá [...] tunglyndi, eisini barnsburðartunglyndi eftir, at hon fekk eina dóttur í 2014. Yngri beiggi hennara, sjónleikarin Jansen Panettiere, doyði í 2023, bert 28 ára gamal.
enn smáu FPV-dronurnar, sum eru vorðnar eitt eyðkent vápn í krígnum í Ukraina. Nýggjasta útgávan av FP-2 kann sambært framleiðaranum bera upp í 200 kilo av spreingievni og flúgva umleið 370 kilometrar. [...] Myndirnar eru tiknar í Kharkiv-landslutinum í Ukraina sunnudagin og vísa hermenn úr 20. K-2 dronubrigaduni fyrireika og skjóta FP-2 dronur móti russiskum herdeildum. FP-2 er ein sokallað miðallong álopssdróna [...] raktur av einum av størstu ukrainsku dronuálopunum higartil. Sambært russiskum myndugleikum doyði eitt fólk í álopinum. Reuters-myndirnar úr Kharkiv vísa, hvussu FP-2 dronan verður sett á eina skjótiútgerð
Eftir deyða Haralds kongs er kallað inn til eyka ríkisráðsfund á kongsslottinum í Oslo klokkan 11.30 í dag. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB. Á fundinum skal norska stjórnin formelt hitta Haakon kong [...] forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, í audiensi. Støre hevur tikið ímóti deyðsboðunum um Harald kong við djúpari sorg. – Ein heil tjóð syrgir og stendur samstundis saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív [...] kong, sum sjálvvirkandi tók við sum norskur ríkisovasti og kongur, tá faðir hansara doyði. Væntað verður eisini, at nýggi kongurin kunnger, hvørji loysanarorð hann velur. Eini loysanarorð eru ein stutt
varð handtikin í sambandi við, at ein 29 ára gomul kvinna doyði í Maniitsoq sunnudagin. Tað upplýsir løgreglan í Grønlandi í tíðindaskrivi. Maðurin varð mánadagin førdur fyri dómaran í økisrættinum, sum [...] leyslatin. Løgreglan heldur fram við at kanna málið, men vil í løtuni ikki veita fleiri upplýsingar. Kvinnan doyði á einum sjúkrahúsi sunnudagin. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 07.27. Løgreglan lýsti [...] sum avgjørdi, at hann skuldi varðhaldsfongslast í 28 dagar. Hann kærdi avgerðina til landsrættin. Týsdagin avgjørdi landsrætturin, at grundarlag ikki var fyri at halda manninum aftur, og tí er hann nú leyslatin
á Landspítalan, har hann seinni doyði. Fleiri fólk eru handtikin í málinum. Ein varð handtikin stutt eftir hendingina, meðan fleiri onnur vórðu tikin í løgregluátøkum í eystara parti av Reykjavík. Løgreglan [...] løgreglan kannar eitt drápsmál á Kársnesi í Kópavogi, sum fór fram í gjár. Sambært RÚV siga grannar, at teir sóu tveir myrktklæddar menn fara úr einum bili í gøtuni og ganga móti húsinum. Umleið 15 minuttir [...] Løgreglan vil ikki upplýsa, um maðurin, sum doyði, var íslendskur ella útlendskur ríkisborgari. Heldur ikki verður upplýst, um hann búði í húsinum ella var komin hagar aðrastaðni frá. Enn er ikki avgjørt
harri í Kina árini 1998–2001, og í dag doyði hann, 97 ára gamalur. Tað veit kinesiska tíðindastovan, Xinhua, at siga. Saman við forsetanum, Jiang Zemin, var hann drívmegini til at fáa Kina upp í heims [...] elagsskapin í 2001. Zhu Rongji var ein sentralur politikari í arbeiðnum at lata kinesiska búskapin upp fyri heiminum. Sagt verður um mannin, at hann var ein óvanliga litríkur politikari í kinesiskum politikki