stjórnarleiðarar úr minst 30 londum eru í Oslo til jarðarferðina. Yvir 150 flogfør við kongaligum, ríkisleiðarum og øðrum gestum verða væntandi í floghavnini í Oslo. Tað krevur millum annað trygd kring [...] , persónsverju og í summum førum løgreglufylgi, tá gestirnir ferðast gjøgnum býin. Danski fyrrverandi løgreglueftirlitsmaðurin Mogens Lauridsen, sum starvaðist í donsku løgregluni í 47 ár, kallar átakið [...] ovurstóra uppgávu. Hann skal heilt aftur til veðurlagstoppfundin COP15 í Keypmannahavn í 2009 fyri at finna eitt líknandi trygdarátak í Norðurlondum. Tá vóru umleið 40 ríkis- og stjórnarleiðarar savnaðir
ar og kongalig úr minst 30 londum eru komin til norska høvuðsstaðin í sambandi við statsjarðarferðina hjá Haraldi kongi. Úr Danmark koma Frederik kongur og Mary drotning, Christian krúnprinsur og Benedikte [...] týski samveldisforsetin Frank-Walter Steinmeier, pólski forsetin Karol Nawrocki og Maia Sandu, forseti í Moldova. Kongalig koma eisini úr eitt nú Belgia, Niðurlondum, Spania, Luksemborg, Monaco, Jordan, Japan [...] sjónleikarum, ítróttarfólkum og øðrum kendum fólkum boðin við til jarðarferðina. Statsjarðarferðin byrjar í Oslo dómkirkju klokkan 12 føroyska tíð. Keldur: Ritzau, VG, NRK, TV 2 Norge og NTB
hvussu nógv skip skulu vera rakt. Nýggju russisku álopini koma eftir ein steðg í álopunum á Kyiv í tríggjar dagar. Steðgurin var í sambandi við, at amerikansku sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner um [...] Russiskar dronur raktu í nátt altjóða marknaeftirlitið Starokozache við markið millum Ukraina og Moldova. Tað upplýsir ukrainska marknavaktin sambært Reuters og AFP. Guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sigur [...] høvuðsstaðin Kyiv. Sambært ukrainsku bjargingartænastuni kyknaði eldur, men eingin hevur latið lív í álopunum í nátt. Týsdagin varð Kyiv eisini álopin við russiskum dronum og rakettum. Tá lótu fimm fólk lív, og
svar, men lata áskoðaran sjálvan lesa sína egnu søgu inn í myndirnar. Hans Olsen er úr Syðrugøtu og býr og arbeiðir í Charlottenlund, Danmark. Í hansara listarliga arbeiði renna føroysk minni, norðurlendsk [...] stillum, dreymakendum og melankolskum myndamáli, har menniskjað ofta stendur lítið í mun til rúmið, bygningarnar og landslagið. Í [Ó]RÓ arbeiðir Hans Olsen við mótsetninginum millum órógv og ró. Tóm rúm, stórir [...] Landslagið. Ljósið. Veðrið. Stillið. Og kenslan av einum staði, sum bæði kann kennast nær og langt burturi. Í [Ó]RÓ verða hesi minni og kenslur umskapað til eitt surrealistiskt og poetiskt myndamál. Menniskju,
forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin Jens-Frederik Nielsen í Nuuk. KNR spurdi hana, um ríkisfelagsskapurin kann halda fram í verandi líki [...] Sambært Mette Frederiksen skal ríkisfelagsskapurin endurnýggja seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur [...] samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen. Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at ríkisfelagsskapurin má broytast
var leikt í Danmark í kvøld. Í høllini í Ejstrup tóku Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen móti Janu Mittún og liðfeløgum hennara í Viborg. Tað sást, at Ejstrup/Hærvejen spælir í næstbestu [...] næstbestu deildini, og Viborg spælir í bestu deildini. Viborg vann stórsigur 38-26 (22-12), og vann seg trygt víðari til fjórðingsfinalurnar. Rannvá skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir. Jana skoraði trý mál
kongur í Noregi í 1991. Seinastu árini var heilsan viknað, og hann varð fleiri ferðir innlagdur. Í 2024 fekk hann millum annað ein pacemakara eftir eina infektión, sum hann fekk á eini frítíðarferð í Malaysia [...] Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, sum verður í morgin. Haraldur [...] Haraldur kongur andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga um morgunin 28. august eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Hann gjørdist 89 ára gamal. Meðan hann var innlagdur, varð hann viðgjørdur fyri
á Tórshavnar skipasmiðju í 1981, men helt fram at arbeiða har í trý ár, til maðurin og hon fóru undir hægri lestur í Danmark. Fyrst tók hon hægri handilsskúla á Tietgenskolen í 1987 og síðani HA á Copenhagen [...] Copenhagen Business School í 1991. Beinta og familjan fluttu heimaftur í 1991, tá ið hon fór í starv á marknaðar- og organisatiónsdeildini í Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina [...] árslok í 2007, tá ið nýggjar avbjóðingar stóðu fyri framman, men tó á sama arbeiðsplássi. Beinta gjørdist landsgrannskoðari 1. januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum
við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við. Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur á Atlantsflog og kappingarneytunum. – Hjá okkum fært tú kortini eitt lítið kuffert við í bíligasta [...] bíligasti ferðaseðilin, sum eitur Lætt, verður 100 krónur bíligari enn bíligasti ferðaseðilin hjá felagnum í dag. Tað sigur Andreas Sólsker, søluleiðari hjá Atlantsflog, við in.fo. Samstundis verður ein fastur [...] sum handviðføri. Tað kanst tú til dømis ikki hjá hinum flogfelagnum, sum flýgur millum Føroyar og Danmark, sigur hann. Hann vísir eisini á, at hjá flogfelagnum, sum flýgur millum Vágar og Ísland, ber ikki
Føroyar og Noreg drógu nógv fólk til Unity Arena í Oslo, tá mans-EM í hondbólti varð spælt í januar. Men hóast stóru áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg [...] norskar krónur. Men tá hevði norski staturin latið 10 milliónir krónur í stuðli. Til EM í januar kom eingin almennur stuðul. Danmark og Svøríki høvdu hinvegin avlop av sínum parti av EM, upplýsir Erik Langerud [...] stórum hondbóltskappingum. Landið skal saman við øðrum londum, teirra millum Danmark, skipa fyri kvinnu-EM í 2028 og mans-HM í 2031. Men norska hondbóltssambandið ávarar nú um, at tað ikki gevur meining