Ivi er nú eisini komin fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar [...] er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja gistinátt hjá ferðafólki. Longu fyrr í dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi [...] at rulla lógina aftur, meðan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum hevur talað fyri broytingum. Nú bendir nógv á, at heldur ikki Javnaðarflokkurin hevur eina greiða felags støðu. Ben Arabo segði í tinginum
spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum. Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini [...] stigum. Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða plássi. Skrivar FSF. [...] skrivar: - Nú ber til at atkvøða um, hvør skal verða kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánaði. Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt
fyri óhappi. Millum hesar eru Solomon (1964), Cirillo (1968), Hauer (1971), West og Dunn (1971) og Harkey . Solomon og Cirillo vístu á eitt samband millum frávik frá miðal ferðini á einum vegastrekki og óhappsváða [...] Uttan fyri fjølbygt øki er almenna hámarksferðin í Føroyum 80 km/t. Á fleiri vegastrekkjum verður hon staðbundið sett niður, eitt nú til 60 km/t. Trupulleikin er, at tá henda avmarkingin endar, verður [...] ferðafólki í einum leigubili. Leigubilar eru nýggir og hava júst hesa tøknina. Ferðafólkið kennir hvørki føroysku vegirnar ella føroysku ferðslureglurnar eins væl og vit. Tá bilurin vísir, at hámarksferðin
Frá 2021 til 2025 eru brúktar góðar 11 milliónir krónur til umvælingar har. Næstur á listanum er prestagarðurin í Hvalvík, har umleið 5,7 milliónir krónur eru brúktar. Bispur vísir á, at nógv av húsunum [...] Tølini eru komin fram í einari grein hjá Frihedsbrevet , sum hevur fingið innlit í útreiðslurnar hjá Fólkakirkjuni. Bispur, Jógvan Fríðriksson, heldur tó fast um, at prestagarðarnir eru ein týðandi partur [...] eiga at vera í góðum standi. – Prestagarðarnir eru í sínum uppruna fyrisitingarligar skrivstovur og tænastubústaðir í nærumhvørvinum. Prestagarðarnir eru til fyri, at kirkjuliðið, so vítt til ber, kann
Tíðindaskriv: Nú vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, um tíðin er komin at loyva kópaveiðu aftur – og hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnar undir Føroyum, eitt nú toskastovnin [...] toskastovnin. – Vit hava kóp undir Føroyum, og vit vita, at hann etur nógvan fisk. Men vit vita ov lítið um, hvussu stórur stovnurin er, hvussu nógv hann etur, og hvørja ávirkan hann hevur á fiskastovnarnar [...] . Tað eiga vit at fáa greiðu á, sigur Bjarni Hammer. Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er partur av føðini hjá vaksnum láturkópi. Kanningar úr øðrum londum hava eisini víst, at kópur í ávísum førum
- Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús í Fløtuvegi 71 seinnapartin sunnudagin. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag, og hetta er kunning til [...] Komið inn á gólvið millum klokkan 15 og 17 og fáið eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku. Sagt verður, at hóast vakstrarárið ikki byrjar við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í [...] kommununi vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú. - Neyðugt er, at fólk ansa eftir plantunum sjálvi. Og lagt verður aftrat: - So, um tit eitt nú hava tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi
Line hevur latið bygt í Kina, hava nú verið rakt av óhappum, áðrenn tey eru komin í vanliga sigling hjá reiðarínum. Í gjár kom eldur í maskinrúmið á Skipanesi, sum tá var á heimferð úr Kina. Eldurin varð sløktur [...] var tá umleið 20 fjórðingar út fyri Taiwan. Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Smyril Line sigur, at áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið kann halda fram [...] er ikki einasta nýbygda skipið hjá reiðarínum, sum hevur verið fyri óhappi. Systurskipið Akranes var á royndartúri í juni, tá eitt óhapp hendi við aksel-generatorinum. Tað hevði við sær, at eitt størri
út í bygninginum. - Tað eru roykavarar inni í bygninginum, sum syrgja fyri og tryggja, at øll eru komin út. Átaksleiðarin, Øystein Sandhals Volden, sigur, at øll í bygninginum eru úti, og hond verður tikin [...] grannabygningi. NRK, sum skrivar um hendingina, veit at siga, at fýra børn eru send við sjúkrabili á Levanger sjúkrahúsið. - Tey eru innløgd til iltviðgerð og eftirlit, verður lagt aftrat. Sagt verður, at [...] tað, tey rópa klorgass. - Talan er um, at svávulsýra og klor eru blandað saman, og hetta hevur útloyst klorgass, sigur Stig Lunde, vaktleiðari á 110-miðstøðini. Hann sigur, at í løtuni er óvist, hvussu umfatandi
innanfyri gøtuna um Vesturvarða. Nú oyggjaleikir aftur nærkast, hevur Sersambandið fyri súkkling og triathlon havt ynski um eina hóskandi oyggjaleikabreyt og tí at gera fleiri breytir á økinum innanfyri gøtuna [...] breytin varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har er so nógv ávirkað av vindmyllum frammanundan, og tí hevði minni ávirkan á økið. Hoyringsfreistin til tilmæli frá yvirfri [...] avgerð enn, men er komin við einum tilmæli, sum er sent pørtunum til hoyringar. Partarnir hava gjørt viðmerkingar til tilmælið. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu vísti í viðmerkingunum á, at av tí at nógv
Og hetta eru ikki eindømi. Úti í heimi eru fleiri veðurlagsrættarmál. Tá vit í dag tosa um eina møguliga føroyska oljuvinnu, tosa vit tí ikki um somu vinnu, sum vit droymdu um í 1990’unum. Vit tosa um íløgur [...] alheimsupphitingina. Tí gera eisini vit mun. Vit taka ikki framtíðina í álvara, tá vit leggja eina nýggja fossila vinnu afturat tí dálking, vit longu hava í ovurmát. Velja vit ta leiðina, so er minsta krav, [...] politiskt fokus upp á at fáa gongd á eina føroyska fossila vinnu, sum eftir meira enn 25 ár við oljuleiting, enn ikki hevur framleitt eina einastu tunnu av olju. Níggju leitibrunnar eru boraðir á føroyska lan