Hetta er ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum ongastaðni hava at búgva, og tí er hetta eisini ein stórur trupulleiki í samfelagnum. Ábyrgdina fyri tí trupulleikanum eiga vit politikarar, bæði kommun [...] kommunupolitikarar og landspolitikarar. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vil eg loysa trupulleikan, men vantandi lógarheimild ger, at vit ikki fáa loyst trupulleikan. Tí mugu landsstýrið og Løgtingið uppí [...] gerast, so kommunurnar fáa heimild at gera reglur fyri og avmarka stutttíðarleigu, har tørvur er á tí. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi eini 800 býli, har fólk ikki hava fastan bústað, ofta tí talan er
ógvuliga ódramatiskt, og at ferðaleiðarin viðgekk, at hann hevði forbrotið seg, men at tað var tí, at hann visti ikki, at arbeiðsloyvi krevst. Orsøkin til, at hann bara fekk 10.000 krónur í bót – onkur hevur [...] Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at ferðalig var í fjøllunum oman fyri Funning, har tey ikki hildu, at alt ruggaði rætt viðvíkjandi arbeiðsloyvi. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at ferðaleiðarin [...] seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót, sum hann rindaði alt fyri eitt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta
Sjálvstýri hava lagt fram uppskot um at hækka orkuískoytið munandi hjá húskjum við lágum inntøkum. Uppskotið ber í sær, at orkuískoytið í 2026 verður hækkað úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis verður [...] inntøkur og ikki hava ráð at leggja um til aðrar orkuskipanir. Í staðin fyri eina generella mvg-lættan á bensin og diesel vilja tey geva málrættaðan stuðul til tey, sum hava størstan tørv. Tey halda, at hetta [...] hetta gevur húskjunum størri frælsi at avgera, hvussu stuðulin verður brúktur. Mett verður, at 400 til 500 húski fara at fáa ágóða av broytingini. Kostnaðurin verður mettur til 3,8 milliónir krónur. Uppskotið
tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki [...] fram um mong hevur verið við til at skapa og menna. Bólkurin er væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann. – Tær dramatisku søgurnar í kvæðunum rigga væl saman við [...] hevur tað nógv at siga, at vit syngja á føroyskum máli, sigur Pól Arni Holm. Hamradun er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summar Festivalin, og hóskvøldið klokkan 22 spæla teir á Vágsbø. Hetta verður helst
gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum. Her er tað [...] ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd og mest av øllum evnið til at hugsa sjálvstøðugt. Tískil eiga vit ikki bert at máta børnini út frá fakligum úrslitum [...] stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey duga og hava nakað at geva. Harafturat eiga vit at hava skipanir, sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra
Nielsen er tað júst hetta, sum ger Grønland sterkt. – Tað, sum ger okkum sterk, er styrkin, vit finna í okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara, søgu okkara og í felags trúnni upp á, at framtíðin er nakað [...] vit sjálvi skapa. Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real America's Voice , at hann vónar at hava fingið tamarhald á Grønlandi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í 2029. Eisini landsstýriskvinnan Naaja [...] viðmerkt útsøgnina. Hon sigur, at slíkar útmeldingar skapa ótta og ótryggleika, og at álitið á USA fær enn eitt skot fyri bógvin hvørja ferð slíkar útsagnir koma. – Vit skulu ikki lata okkum kúga. Vit hava
framførslan kundi verið betri. – Eg eri glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki heilt nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri í sjálvari finaluni, sigur Knút Lützen. Eisini Valborg [...] Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni at vinna B-finaluna og [...] beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og hevur áður vunnið bæði silvur og gull til norðurlandameistarakappingar. Hóast A-finaluplássið var tryggjað, helt hann, at framførslan
Vandin við at bíða Seinkingarnar eru ikki ein teoretiskur vandi – tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga [...] orsakað av seinast nevnda. Her standa vit í dag Hyggja vit at tølunum, síggja vit greitt, hví ferðin eigur at haldast, og hví tað er óforsvarligt ikki at halda ætlanina: Í 2025 fór samlaða elframleiðslan á fyrsta [...] GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) – umframt vatnorkuverkini, ið eru burðarsúlan í grønu framleiðsluni. Ætlaða lundin á Eiði, sum SEV vann útboðið um longu í 2019
miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt [...] sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum longu tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni [...] Føroyar spæla um endastøðurnar millum nummar níggju og 16, og rættin at spæla í U19 HM-endaspælinum komandi summar. Og tað er sanniliga nógv at spæla fyri. Føroyar-Danmark 27-32 (13-16) Føroyar: Boas Ellefsen
hann, at Jordan framvegis ikki hevur fingið vinningin útgoldnan fyri luttøkuna í Arab Cup, sum varð spæld í Katar í desember 2025. Ali bin al-Hussein ger greitt, at jordanska fótbóltssambandið ikki fer at [...] at stuðla Gianni Infantino. – Í Jordan eru vit errin av okkara etisku virðum. Vit stuðlaðu ikki Infantino fyrr, og tað fara vit heldur ikki at gera nú. Hetta kann bert lýsast sum trýst og avpressing, og [...] Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X skrivar hann, at Fifa hevði givið honum greið boð um, at tað fór at gagna jordanska fótbóltssambandinum, um hann alment stuðlaði Infantino. – Í fleiri mánaðir noktaði