6-3-0, og B68 hevði onga roynd á málið hjá HB. HB hevði eina rúgvu av góðum støðum og fleiri heilt góðar málmøguleikar. Tórður Thomsen var stinnur millum B68 stólparnar, og tvær ferðir bjargaði B68 miðverjin [...] Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið HB seinnapartin í Gundadali hevði vitjan av B68. Hetta var sætti sigurin á rað hjá Lukasz Cieslewicz og hansara monnum. HB er nú á triðja plássi við 33 stigum. Tað [...] aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági. HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir ikki vunnu greiðari sigur, og teir á B68 liðnum hava
Heyden einsamallur við B36 málverjanum, men tann tvídystin vann Silas Eyðsteinsson í B36 málinum. Eitt stórt korter var farið, tá ið B36 javnaði til 1-1. Uppleggði átti miðvallarin Dávid B. Andreasen, og tað [...] hevði vitjan av B36. Hetta er annar sigurin hjá B36, síðani Jákup á Borg tók við aftur sum venjari. Hetta var triði dysturin hjá Jákupi við stýrisvølin. Fyrsti dysturin var á ólavsøku, tá ið B36 vann 1-0 ímóti [...] ímóti AB, og so var tað, tá ið B36 fyri tveimum vikum síðani tapti 2-0 í Klaksvík. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 33 stig og er undir liðini á HB. Tað eru sjey stig fram til oddaliðið NSÍ, og tað er
plássi. Skála er á áttanda plássi, og undir niðurflytingarstrikuni eru 07 Vestur við 16 stigum og B68 við 15 stigum. Úrslitið er eisini merkisvert á tann hátt, at hetta var fyrsti dystur hjá Skála ÍF, [...] plássi við 32 stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36, tvey stig fram til KÍ og átta stig fram til Víking. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina [...] kappingina um at sleppa undan at flyta niður. Tað verður ímóti B68 á Svangaskarði.
hann verður ikki á HB liðnum næstu vikurnar. HB skrivar soleiðis: Noah brotið beinið Í dystinum ímóti B68 kom Noah illa fyri. Hann var skiftur út, og røntgenkanningar vísa, at hann hevur fingið eitt brot á [...] stuðlaður av vøllinum av liðfeløgum og hjálparfólkum eftir nærdyst, sum kostaði Sebastian Lau Nielsen hjá B68 reytt kort fyri takling inn á fótliðin. Noah Mnenéy hevur seinastu tíðina verið fastur maður í lan
til HB. B68-HB 3-1 (1-0) - 19. apríl 1-0 Djóni Samuelsen (1.) 2-0 Loick Lespinasse (57.) 2-1 Moses Ebiye (69.) 3-1 Hanus Højgaard (90.+5) B68-HB 0-1 (0-1) - 26. apríl 0-1 Dan í Soylu (11.) HB-B68 2-0 (2-0) [...] HB og B68 hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini í hesum kappingarárinum. B68 vann fyrsta innanhýsis dystin, meðan HB vann hinar báðar. B68 skoraði bara í tí fyrsta innanhýsis
septembur, og tá eru umboð fyri B68, EB/Streym, ÍF, KÍ, NSÍ, Skála og Víking boðin við. Seinna temakvøldið verður í HB-húsinum hósdagin 3. septembur, og tá eru umboð fyri AB, B36, B71, FC Hoyvík, HB, 07 Vestur [...] Framløga Kl. 18:30 Venjing Kl. 19:45 Kjak og samanumtøka Kl. 20:30 Liðugt Tiltakið gevur venjarum við A, B ella C venjaraprógvi tríggjar impulstímar,. Venjarar, ið ynskja at luttaka, verða bidnir um at seta
spentar støður í B36 brotsteiginum, men miðverjan við Mattias Weihe Joensen og Heina Vatnsdal blokeraði fleiri ferðir, og einaferð bjargaði Heini Vatnsdal á málstrikuni. Eftir steðgin var B36 betri við í [...] Eyðsteinsson í B36 málinum, men bólturin brast í stólpan og fór so av vøllinum. Bogi Reinert-Petersen, sum síðstu tíðina ofta hevur verið miðverji, var í kvøld sentralur miðvallari hjá B36. Fram ímóti [...] fríggjakvøldið um eina viku, tá ið HB verður gestur í Sarpugerði. Næsti dystur hjá B36 verður annan sunnudag, tá ið B68 verður gestur í Gundadali.
EB/Streymur er á sjeynda plássi við 20 stigum. Tað eru fýra stig aftur til Skála ÍF og fimm stig aftur til B68. Hesi bæði dystast í løtuni á Svangaskarði. Heimaliðið var meiri á bóltinum, og EB/Streymur vann seg [...] minuttir eftir steðgin legði EB/Streymur seg á odda. Málskjútti var framrættaði miðvallarin Gestur B. Dam eftir upplegg frá Gutta Dahl-Olsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at 31 ára gamli muiðvallarin
trý stig aftur til 07 Vestur, og at tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum [...] ímóti EB/Streymi. Undan landsliðssteðginum bíða tríggir dystir hjá B68, sum av álvara hevur knívin á barkanum. Dystirnir eru á útivølli ímóti B36 og AB og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri [...] Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Skála ÍF. Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku