seg á odda í 26. minutti, men átta minuttir seinni javnaði Jussef Nasrawe fyri Ried, og fleiri mál komu ikki í dystinum. Fyri avrik sítt fær Samuel í karakteri: 6,5 frá Sofascore og 7,0 (av 10 møguligum) [...] hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu í dag. Samuel er fyrsti føroyski leikarin, ið spælir dyst í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini eitur: bundesligan. Í fyrsta kappingardystinum fyri SV Ried [...] Ried dyst á heimavølli móti gamla stórliðnum, Rapid Wien. Í 2021 og 2022 spældi John Frederiksen 28 dystir og skoraði fimm mál fyri Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum [...] Hoydølum – ikki minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk [...] landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur "Fool" og kom út í mai mánaði. Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskifti. Bjarki syngur
tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu dyst á útivølli móti Akranesi. Víkingur var tvær ferðir aftanfyri í dystinum, men tað eydnaðist teimum at fáa javnleik 2-2. Í seinna hálvleiki fingu liðini [...] er framvegis greitt oddalið í deildini við 44 stigum. Teir eru sjey stig frammanfyri Fram. Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League. Dysturin verður [...] liðini hvør sín leikara vístan av vøllinum. Akranes-Víkingur Reykjavík 2-2 (1-1) 1-0 Gísli Laxdal Unnarsson ('38 ) 1-1 Helgi Guðjónsson, br. ('42 ) 2-1 Gísli Eyjólfsson ('57 ) 2-2 Gylfi Þór Sigurðsson
stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi. Eyðun var fyrr í ár partur av sjónvarpsrøðini [...] skrivaðir. Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Síðani 1990’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført [...] "Hoydalar", har sangir hjá honum vórðu tulkaðir av ungum og dugnaligum sangarum. Sangperlurnar skinu sum sjáldan, og framførslurnar vístu, at sangirnir standa eins sterkir nú, sum tá ið teir vórðu skrivaðir
teirra, sum lótu lív, tá tvær tyrlur í dag stoyttu saman undir arbeiðinum at basa náttúrubrøðum í Grikkalandi. Tað skrivar grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, í einum uppslagi á sosiala miðlinum [...] samskipari, sambært forsætisráðharranum. Vanlukkan hendi nærindis Psatha í sunnara parti av Grikkalandi, har tyrlurnar luttóku í sløkkingararbeiðinum móti einum náttúrubrandi. Ritzau hevur spurt danska [...] kann vátta, at danski flogarin er deyður. Grikkaland er í hesum døgum hart rakt av náttúrueldum. Eldar hava herjað bæði á meginlandinum og á fleiri av griksku oyggjunum, millum annað Lesbos og Kreta. Á Kreta
at fáa lív í Vágsbø. Og í ár verður aftur møguleiki at uppliva Dynamit á landsins størsta tónleikapalli. Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir [...] hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin" [...] Teir hava skapt nakrar av stóru og minniligu løtunum á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, og nú eru teir til reiðar at fara aftur á Vágsbø at spæla konsert. Dynamit verður við á Summar Festivalinum komandi
so streyk bólturin millum allar og í málið. Tá ið tap var í hendi, sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur [...] á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt. Fríggjadagin [...] bríkslað fyri síðstu ferð á Svangaskarði í kvøld. Máltalvan vísir 2-1 til heimaliðið, og tað er einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68
tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu torføran dyst á útivølli í donsku superliguni móti FC Midtjyllandi. Dysturin frammanfyri 10.000 áskoðarum á MCH Arena leikvøllinum í Herning endaði við uppibornum [...] klokkan 17 fær AC Horsens vitjan av Brøndby. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Midtjylland-AC Horsens 2-1 (2-0). Frísparksroyndin hjá Adriani sæst í samandráttinum: ##med2## [...] meira, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar. FC Midtjylland skoraði tvey mál undan steðginum. Í 78. minutti megnaði Kelvin Ehibhatiomhan at minka um munin. Adrian hevði eina rímiliga góða frísparksroynd
Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag. Sandnes spældi dyst á útivølli móti Egersund. Egersund dugdi betri at taka av málmøguleikunum, og í seinna hálvleiki megnaðu teir [...] teir á tveimum sinnum at gera sær gagn av tí. Sandnes er nummar níggju í deildini við 20 stigum. Teir eru fimm stig omanfyri Strømmen, ið er næstaftast í deildini við 15 stigum. Komandi sunnudag klokkan
korterið av dystinum, tá lið hansara, Aluminij spældi dyst á útivølli móti Olimpija Ljubljana í bestu slovensku fótbóltsdeildini. Undan dagsins dysti hevði Olimpija tapt tveir teir fyrstu dystirnar í hesum [...] hesum kappingarárinum, og leingi sá út til, at teir heldur ikki fóru at vinna í dag. Men tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði heimaliðið sigursmálið, so Hanus og liðfelagarnir [...] stóðu eftir við ongum. Aluminij hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini. Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Aluminij dyst á heimavølli móti Nafta.