Í einum skrivligum fyrispurningi eftir § 52a biður hon landsstýrismannin svara seks spurningum. Millum annað spyr hon, hví byggimálini í síni tíð vórðu savnað hjá Landsverki, og nær tað varð gjørt. Hon [...] krónur, sum Landsverk hevur verið byggiharri á síðani 1. januar 2015. Yvirlitið skal sambært Sirið Stenberg vísa, hvussu verkætlanirnar hava gingið í mun til kostnað og tíðarætlan. Harumframt vil hon hava [...] til viðlíkahald av almennum bygningum síðani 2015, býttar út á einstakar ætlanir ella stjórnarráð. Í fyrispurninginum spyr Sirið Stenberg eisini, hvørja ávirkan landsstýrismaðurin metir tað fer at hava
higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september. Tað sigur Terji B. Vestergaard, sum eigur handilin: – Tá eg keypti handilin í februar 2024 var ætlanin, at eg sjálvur [...] hevur áhuga í at taka yvir handilin og reka hann víðari. – Mín størsta vón er sum sagt, at handilin kann halda fram undir nýggjum eigara. Um eingin loysn fæst, verður handilin væntandi latin aftur í seinnu [...] seinnu helvt av september. – Vit koma at lýsa nærri, hvussu og hvat, seinni í august mánaði, og verður handilin fyribils opin sum vanligt fram til tá, sigur han. Tað ber tó ikki til at fáa størri umvælingar
bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst [...] landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur "Fool" og kom út í mai mánaði. Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskifti. Bjarki syngur [...] minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið
dagførda við teimum broytingum, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar. Í hoyringarskrivinum verður upplýst, at uppskotið [...] uppskotið fevnir um fleiri ymiskar broytingar í rættarganginum. Talan er bæði um dagføringar og aðrar tillagingar av galdandi reglum. Ummælisfreistin er 19. august, og møgulig hoyringssvar skulu sendast á donskum [...] øki innan rættargang, har føroyska lóggávan verður samanhildin við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark seinastu tvey og eitt hálvt árini. Lógaruppskotið er nú sent til hoyringar hjá myndugleikum
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tí lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka játtanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur og leingja gildistíðina í verklagslógini við einum ári [...] Fleiri lógarbroytingar eru gjørdar í barsilsskipanini, meðan menningararbeiðið hevur verið í gongd. Eingin serstøk játtan varð latin til at fáa hesar broytingarnar við í nýggju kt-skipanina. Eisini hevur [...] til at samtykkja tað. Sambært galdandi lóg kunnu í mesta lagi 11 milliónir krónur brúkast til nýggju skipanina, og heimildin er galdandi til 1. januar 2027. TAKS, sum hevur arbeitt við at menna skipanina
vóru 5.017 í tali fyrsta juli og eru sostatt ein fjórðingur av øllum føroyskum húskjum. Samanlagt telja hesir báðir bólkarnir 10.596 húski. Tað merkir, at í meira enn helvtini av øllum húskjum í Føroyum býr [...] børn. Eingin børn í tveimum av trimum húskjum Hagstovan staðfestir eisini, at eingi børn búgva í tveimum triðingum av føroysku húskjunum. Børnini og barnafamiljurnar eru sostatt savnað í umleið einum triðingi [...] Talið á húskjum í Føroyum er nú komið upp um 20.000. Fyrsta juli vóru 20.064 húski í landinum, og tað eru 187 fleiri enn við ársbyrjan. Til samanberingar vaks fólkatalið við 603 fólkum sama tíðarskeið
gamla Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023. Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini [...] lív sítt. Síðani fann hann børnini deyð í kjallaranum. Clancy yvirlivdi, men fekk álvarsligar løstir og situr í dag í koyristóli. Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri mánaðir hevði havt álvarsligar [...] hon hinvegin fríkend, vegna mentalu støðuna í brotsløtuni, verður hon flutt á eitt psykiatriskt sjúkrahús. Málið verður viðgjørt við dómstólin í Plymouth í Massachusetts.
at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] ar í sjófeingislógini. Útróðrarfelagið vísir á, at bólkur 5 er skerdur um 70 prosent í fiskidøgum, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, uttan at bólkurin hevur fingið onnur fiskirættindi í staðin [...] ikki í sjálvum sær at vera grundgeving fyri at broyta reglurnar mitt í fiskiárinum. Havstovan: Toskurin er framvegis illa fyri Havstovan mælir frá at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar og mælir í staðin
er nú sent í hoyring. Tað fevnir um broytingar, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá januar 2023 til juni 2025, og sum danska løgmálaráðið og landsstýrið meta eisini eiga at galda í Føroyum. Ein [...] broytingunum er, at løgreglan kann fáa heimild at samanbera DNA-spor frá einum brotsstaði við upplýsingar í DNA-grundaðum ættargranskingardátugrunnum. Slíkir dátugrunnar verða vanliga brúktir av privatfólki, [...] og á tann hátt spora seg fram til tann, sum hevur framt brotsverkið. Amboðið skal bara kunna brúkast í serliga álvarsligum málum, eitt nú málum um yvirgang, neyðtøku, fólkadráp og onnur sera álvarslig brotsverk
til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði —————— Fult umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum var spælt sunnudagin. Á Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ 4-0 á Víkingi, og í Gundadali vann HB [...] HB 5-0 á Skála. Í niðara bólki vann ÍF 4-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 2-1 á B36. Áðrenn dystin í Sørvági tók Livyan Silva hjá B36 ímóti heiðurinum sum besti [...] besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði. Tær tilnevndu vóru Durita Hummeland og Sanna Svarvadal úr KÍ, og Livyan Silva úr B36. Og tá atkvøðugreiðslan á sona appini endaði, hevði Livyan