Danmark virkar. - Endamálið er at veita góða viðgerð, men í Danmark eru tey smáu sjúkrahúsini ein trupulleiki, tí tey skulu veita eins góða viðgerð og tey stóru sjúkrahúsini. Tí er tað umráðandi sambært áltinum [...] viðgerðin stendur fult út mát við tað, sum verður veitt í Danmark, sigur stjórin í Heilsustýrinum. Neyðugt við trimum sjúkrahúsum Vitjanin sannførdi hann um, at tað er neyðugt at hava trý sjúkrahús í Føroyum [...] Føroyum, hóast Einar Krag ikki heldur tað verða nakra lætta uppgávu, hjá so lítlum landi sum okkara. -Tað er kortini umráðandi at leggja dent á, at Heilsustýrið ikki hevur ávirkan á, hvussu sjúkrahúsverkið
Grækaris Djurhuus Magnussen Tað verður hvørki Fiskavirking ella løgreglan, ið fer at syrgja fyri, at maskinur inni á flakavirkinum verða fluttar. So mikið skulu vit forða fyri. Tað sigur formaðurin í arbe [...] Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen. Kári Jacobsen sigur, at vágbingar væl eru greiðir yvir, at tað teir gera er ólógligt. Men bygdarfólkið stendur saman: Ongin maskina skal út av virkinum. Byrjaðu mikudagin [...] fyri virkið, at flyta tað burtur. Men hesum varð ikki eftirlíkað. Telefonketu Formaðurin í Framtíðini sigur, at vágbingar nú eru hildnir fyri gjøldur nóg leingi. Og bygdarfólkið er ikki at vika. Leiðslan
hugburðin, arbeiddi nógv og so fegin vildi vísa, at tað var rætt av venjaranum at taka hann framum John Petersen. Svarta løtan Og so var tað, at alt tað, sum var borðreitt við í 1. hálvleiki, var um at fara [...] onkuntíð komu í fleirtalsstøður, og tað tyktist av vera tunnligt í verjupartinum, so komu okkara afturí aftur og ofraðu seg. Tá tað leikaði harðast á, lá í luftini, at tað hevði verið kærkomið at fingið frískar [...] beinanvegin. Tá tað var hálvleikt móti Malta, mundu flestu føroyingar, um teir so vóru á Svangaskarði ella aðra staðni í landinum, rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein
revsa síni børn, men tað var við minst møguligum meiriluta. Bert ein atkvøða var á muni. Lógin, sum hevur loyvt foreldrunum at revsa síni børn, er lógim um foreldramyndugleika. Lógin er eitt felagsmál, so [...] tann boðskapin til føroysk foreldur, at tað er skeivt at sláa í uppalingini. Danska lógin gevur tó ikki møguleika at revsa foreldur, sum sláa síni børn, Lógargreinin er meiri at kalla eini etisk boð úr Fó [...] borgarar um, hvussu tey skulu uppala síni børn. Er talan um misrøkt ella beinleiðis harðskap móti børnum, kemur tað undir vanligu revsilógina. Í Norðurlondum er rætturin hjá summum at sláa onnur, nú heilt
øllum at døma verður leikbannaður fleiri dystir í heyst. Tað er ein stórur missur. Men samstundis gleðist eg um, at hinir stríddust so nógv. Tað var sjón fyri søgn, at nógvir vóru ómetaliga móðir, og eg [...] væl. Møguleikin er har Tú hevur tosað nógv um, at eina ferð fer landsliðið at taka stig frá onkrum av teimum stóru. Roknar tú við, at tað verður skjótt? Eg havi sagt, at møguleikin er har, men so skal [...] sunnudagin, at hetta var nakað av tí mest spennandi, hann hevði verið við til: Tað var so spennandi í 2. hálvleiki, sum tað ber til at ímynda sær. Hjartað pumpaði sum eg veit ikki hvat, og lættin var ómetaligur
var eingin ivi um úrslitið. B68 manglar framvegis at vinna ein dyst, men tað ganga nevyan nógvir dystir áðrenn tað hendir. Á Skála er støðan hjá kvinnuliðnum í fótbólti langt frá líka góð, sum hon var í fjør [...] uttan Eyðvør úr Dímun, sum er leikbannað. Skála verður ikki við í oddinum Á Toftum spældu B36 og B68, og her vóru gestirnir við yvirlutan. Fyrra umfar kom bert eitt mál, og tað fekk B36. Anja Weihe var [...] Eftir trý umfør í 1. deild hjá kvinnum hevur HB framvegis fult stigatal, og er nú einsamalt á odda í deildini. LÍF kláraði ikki at halda tveymálsleiðslu, tær fingu á Eiði, og EB fekk ein eitt sindur óvænaðan
hótta gøtumenn í oddinum. Gera teir ikki tað, ger neyvan nakar annað tað. Tað hongur í luftini, at næsta umfar hjá 3. deild verður útsett eina viku, men enn er eingin avgerð fallin í hesum máli. Hvussu [...] hóast tað var væl sterkari enn Fram. Álopsmenninir Hartvig Joensen og Jákup Danielsen stóðu fyri øllum málunum hjá HB, teir skutu trý í part. Álvur Danielsen fekk einsamalla málið hjá Fram, men tað gjørdist [...] fyrr enn komandi vikuskiftið, so 3. deildarliðini framhaldandi kundu fylgjast við 1. deildarliðunum. Tað hevur verið vanligt, at tey feløgini, sum bæði hava 1. deild og 3. deild spæla á sama staði hvørjaferð
nógvar kappingar í juli mánaði og fyrst í august, og ein av teimum er kappingin um Føroya sterkasta mann, sum verður á Ólavsøku, sum vanligt er. ek [...] eina kapping í Skotlandi. Kappingin sum var í Glasgow, kallaðist British Muscle Power Championship. Tað gekst Regini væl í hesi kapping, og hann endaði sum nummar 2. Hann kundi saktans havt vunnið, men kiksaði [...] roynt. Tvey øvilsi, sum Regin ongantíð áður hevur roynt, vóru í kappingini, og annað gekk sera væl. Tað var at halda afturpartinum av einum Ford-bili uppi frá so leingi sum gjørligt, og í hesum var Regin
sjálvum. Stóran týdning, men ikki avgerandi Verður tað ein kollvelting av HB-liðnum, nú tú hevur fingið ábyrgdina av tí? Nei, tað verður tað ikki. Tað verða so at siga teir somu spælararnir, sum koma at [...] spælihátturin fer at vera tann sami. Tað ber ikki til at broyta liðið og spæliháttin mitt í einum kappingarári. Tað skal miðvís venjing og venjingardystir til, skal tað gerast. Hvussu stóran týdning leggur [...] hjá 1. deild hjá HB, hann segði ja, og síðani tá hevur hann staðið fyri venjingini hjá 1. liði. Tað er í grundini nógv lættari at venja eitt 1. deildarlið enn eitt 2. deildarlið, tí tú kanst altíð leggja
burturúr. - Tað er munur at fara á flakavirki at arbeiða við einum endamáli innan leikyrkið, ella um tú bert gert tað, tí tað er neyðugt. Størsta marran - Eg eri dagdroymari burturav. Størsta marran er, at eg [...] kortini viðgongur, at tað liggur nógv á láni, sum hann fegin vildi roynt í Føroyum.T.d. bara tað at sleppa at ?spæla³ á føroyskum. Hóast hann nú er vandur við danska málið, so er tað kortini ikki so náttúrligt [...] sjálvlestri heima, so tað er ein góð kombinatión, sigur Vár Jacobsen. - Vit hava umframt tað langa súmmarfrítíð, og tá kunnu vit koma heim við børnunum at ferðast, sigur Páll. Hann er júst heimkomin, men