sigur formaðurin í B36. Enn hevur leiðslan í B36 tó ikki gjørt av, um Henrik Bødker fær nakað tilboð um sáttmála, tí hann skal venja nakrar ferðir afturat, áðrenn leiðslan og venjarin í felag taka støðu [...] formanninum í B36, Kristian á Neystabø, royndist málverjin væl, og í B36 halda tey, at hann tykist verða ein góður málmaður. Árstalsfelagið hevur altíð havt tríggjar málmenn til tey bæði liðini í teimu báðum [...] styrkur fyri felagið. Í gjár skuldi ein brasilianskur miðvallaleikari eisini koma til B36 at royndarvenja, men tá ið vit tosaðu við Kristian á Neystabø, var flogfarið við honum í ikki lent, og tískil var
Jørðin - í hvussu er ikki í okkara sólskipan, sigur Stephen Hawking. Tann 64 ára gamli Hawking, sum er professari á lærda háskúlanum í Cambridge, er ikki hvør sum helst. Hann hevur granskað rúmdina í mong [...] at finna sær okkurt annað stað í rúmdini. Orðini eigur heimskendi bretski alisfrøðingurin Stephen Hawking, og áhugin var ovurstórur, tá hann nú um dagarnar helt fyrilestur í Hongkong. Sjálvur heldur hann [...] History of Time" er sera væl umtókt. Tað eru kortini ikki øll vísindafólk, sum eru samd við honum, tá tað snýr seg um búsetingarmøguleikarnar úti í rúmdini. Alan Guth, sum eisini er professari á alisfrøði
móttøku, tá ið Miðberg Bakarí í Saltangará ynskti at "markera", at Oddur Heinesen hevur verið í starvi sum bakari hjá bakarínum í samfull 35 ár. Fólk komu við blómum og heilsanum, og í stuttum práti inni á gólvinum [...] hjá Alla Oddur fór í sínari tíð at læra til bakara hjá Alla í Klokkaragøtu í Havn, og har arbeiddi hann eisini eitt ár eftir, at hann var vorðin sveinur. - Eg havi soleiðis bakað í meira enn 40 ár, sigur [...] kenna Odd, siga, at hann er ikki maðurin við teimum stóru "albogunum", men hann er ein ógvuliga fryntligur maður - og ein dugnaligur og skjótførur bakari. - Hann verður ikki tikin í sínum arbeiði, siga tey
dag, sum Atlantic Music Event er í norðurlandahúsinum. Og Deja Vu siga, at teir eru við í AME við einum bási, men hvørt teir fara á pall sigur søgan onki um. Enn ber ikki til at fáa vátta, um Deja Vu eru [...] AME, endabresturin í prix Føroyar kappingini, men sjálvir siga teir, at teir vera til staðar við einum bási, men skráin fyri tiltakið er ikki liðug enn, so fyrireikararnir vilja ikki vátta ella avsanna [...] er við, ið telur heilar 156 síður. Í bóklinginum eru m.a myndirnar, sum limirnir í Deja Vu eisini hava havt á framsýning. Alt, tekstir, myndir og tónleikur, er býtt í kapitlar, so talan er um eina heil
londini í útnorði kunnu standa saman um mótvegis umheiminum ? og ikki minst mótvegis ES. Einki av londunum í útnorðri, sum eru Føroyar, Grønland og Ísland, eru limir í ES, og londini hava heldur ikki eina [...] eisini, at londini eiga at standa saman í fiskivinnuspurningum og í størst møguligan mun tosa við einari tungu til tess at fáa størstu ávirkanina á ES. Standa londini ikki saman, er vandi fyri, at ávirkanin [...] arnir í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, norðmaðurin, Røgnvaldur Hannesson, fiskivinnuøkonomur og professari við norska handilsháskúlan, Asmund Kristoffersen, stórtingslimur og formaður í nevnd í Norður
havt á munni, men tað eru ikki bara slíkar klassiskar vendingar, sum hava fingið innivist í bókini. ? Ert tú føddur í SMS? er ein spurningur, og tað verður sagt við fólk, sum ikki lata hurðarnar eftir sær [...] máli okkara, ið ikki rættiliga kemur til sín rætt í vanligum orðabókum, siga høvundarnir. Har gott fólk er... Bókin er skipað sum uppslagsverk, og tað ber til at leita eftir høvuðsorðinum í einumhvørjum orðafelli [...] trupulleikar við at finna røttu orðini í røttu løtuni, so verður nýggja tiltaksorðabókin kanska ein hjálp hjá tær. »Steinur brestur fyri mannatungu« kallast bókin, sum kom út í gjár. Høvundarnir eru Hjalmar P
undir normalum/ náttúrligum/menniskjaligum/moralskum/etiskum lívskorum í eg ikki havi havt í meira enn hálvthundrað ár í Havn! Eg fari at taka upp aftur sambandi við útlendskar fyritøkur, fáa skipað samsk [...] til svars, ið høvdu leiklut í skipa terror/ telefonterror! Eg havi framt íløgur í egnu fyritøku tá ein skapti eitt livibreyð og hevði lýsingar í bløðum/loftmiðlum ein ikki vann inn aftur, tí tit órógvaðu [...] fyri dómstólin í Havnini! Eg kann fyrireika endurgjaldskrøv mótvegis tykkum, ið løgdu fótonglar við atliti til forrætningsvirksemi, tort og sviða tá ein misti livibreyði í Havnini! Eg fái ikki frið á mær fyrr
Todi Jónsson ikki við, tá FCK vann 1?0 á útivølli í Odense ímóti OB. Hann var smáskaddur í lærinum. Í kvøld skal FCK í europeiska eldin, og Todi Jónsson er í átjan manna spælarahópinum, sum í gjár kom til [...] Jörgen Pettersson, sum noyddist at fara av vøllinum í Odense, tí hann hevði fingið eitt trælær. Í gjár var ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld, men hann verður undir øllum umstøðum á d [...] Fyri fjúrtan døgum síðani endaði tað málleyst í Parkini. Tí er einki at ivast í, at avbjóðingin hjá FCK verður stór. Svenska høvuðsstaðarfelagið er næstovast í heimligu landskappingini, har teir eru farnir
Fiskivinna Í hesum døgum eru fleiri føroyingar á fiskivinnustevnuni, Icelandic Fisheries Exhibition 2002, í Kópavogi í Íslandi. Hetta er ein stevna, sum íslendingar fyriskipa triðja hvørt ár. Seinast, [...] talið av framsýnarum er á leið tað sama sum seinast. Framsýningin fer fram í eini stórari høll og í einum tjaldi, sum er sett upp í samband við stevnuna. Tað var íslendski fiskimálaráðharrin, Árni Mathissen [...] føroyingar eru í Kópavogi í hesum døgum, bæði sum framsýnarar undir sama taki og sum hyggjarar. Sosialurin hevði eitt lítið prát við Poul H. Sólstein, sum saman við Bergi Poulsen er á vitjan í Kópavogi fyri
Bech Jørgensen, sum hevur tey bæði seinastu árini hevur leikt við Bradford í næstbestu ensku deildini, skal komandi árið royna seg í Coventry. Fyri bert fáum árum síðani var Coventry mest sum fastur partur [...] hevur felagið roynt trupla leiklutin at umstilla seg til lívið í næstbestu deildini, har munandi minni peningur er at vinna. Málsøkin Serliga í seinastas kappingarári fekk Claus Bech Jørgensen orð á seg sum [...] sínum á miðvøllinum skeyt hann ikki færri enn 11 mál fyri niðurflytingarhótta Bradford. Júst hesin eginleikin er helst eisini tann, sum fyrst og fremst hevur skapt áhugan í Coventry, sum seinnu helvt av