eisini havt sera langt hár. Siður hevur verið millum systrarnar í familjuni, at hárið verður ikki klipt, fyrr enn farið er um fermingaraldur. Hesum greiddu vit nærri frá í greinini um systrarnar, sum vit [...] sigur Eyðbjørg Tjaldrastein, ið er mamma genturnar. Eisini familjan hevur stuðlað og ommurnar hava verið í taskuni. Hóast okkurt nei, so fegnast familjan um tann stuðul, ið er veittur teimum, so tað ber teimum [...] Sosialurin hevur áður nevnt systrarnar báðar av Tvøroyri, sum hava so ómetaliga sítt hár. Og nú eru tær eisini nevndar í metbókum. Hósdagin fóru tær við Atlantic til Keypmannahavnar fyri at taka lut í
til samráðingar. Gera teir ikki tað, so fara vit í verkfall. Hvussu langt verður tykkara verkfall? ? Tað kann eg einki siga um. Hetta er ikki eitt punktverkfall, sum varir í 24 tímar, men eitt vanlig verkfall [...] avgera, hvussu langt verkfallið verður. Fara tit í verkfall fyri at stuðla Starvsmannafelagnum? ? Ja, tað fara vit. Men eisini fyri at vit kunnu fáa sømilig kor at samráðast undir. Men hetta er eisini ein [...] týrið. Mánadagin sendu sjúkrasystrarnar saman við níggju øðrum feløgum løgmanni bræv, har tey bóðu um samráðingar - beinanvegin, ella fóru øll feløgini í verkfall. Fíggjarmálastýrið boðaði frá, at feløgini
loysn. Landsstýrið er í holt við at kanna, hvat býr undir hesum bretska boðskapi. Skilligt er, at áhugin hjá oljuvinnuni at sleppa í gongd við leiting báðumegin eitt komandi mark er stórur, og at báðir [...] uttan at fáa mótmæli. Tað er eingin meining at bjóða út, uttan at hetta er komið uppá pláss. At bjóða út og so fáa eitt mótmæli frá bretum og tað harvið einki virksemi verður, er ikki rætta mannagongdin [...] verður fyrr enn tíðliga næsta ár. -Men er ikki vandi fyri, at oljufeløgini fara at leita til onnur øki, nú tey hava bíðað í fleiri ár eftir eini avgerð? -Tann vandin er til steðar. Men eg kann siga oljufeløgunum
fyri Suðuroynna sum heild. Hann vísir á, at í valskeiðnum, sum nú er farið, eru stórar útbyggingar í Suðuroynni lagdar til rættis, eitt nú miðnámsskúli í Vági, djúphavn í Vági, samferðsluhavn á Tvøroyri [...] bakkast fyri meg sum borgarstjóra, tað er ikki yvir ar dylja, sigur Jógvan Krosslá. Hann sigur, at hann leggur onki í, at hann ikki var valdur, tí hann fegnast stórliga um, at tað eydnaðist tjóðveldisflokkinum [...] at varðveita løgtingsumboðið í Suðuroy. Hann leggur afturat at hann er fullgreiður yvir, at hetta var eitt løgtingsval og at tað er øðrvísi enn eitt býráðsval og á seinasta býráðsvalið fekk hann 176 atkvøður
teir vilja, yvir tí, sum teir hava ræðisrætt yvir? – Hatta er eitt størri kjak. Tað er eisini ein stórur spurningur, um ein kann ráða yvir tí, sum ein rindar 50 ella 100 krónur til landið fyri um árið. Eigur [...] Onkustaðni er tað vorðið eitt sindur runut. Men tað kunnu eisini vera føroysk ferðafólk, ið slíta. Tað er eisini ein spurningur, hvat slit er. Vit hava eisini samstarv við fuglafrøðingar, og tað er næstan [...] sigur Guðrið Højgaard. Tá ið talan er um, hvussu nógv ferðafólk, Føroyar kann taka ímóti, so heldur stjórin í Visit Faroe Islands ikki, at tey hava nátt nakað mark. – Føroyar eru burðardyggar til nógv
Havn Í Tórshavnar Býráði er tey nú at álvara farin at ótolnast. Tað, tey ótolnast eftir, er einum svari úr vinnumálaráðnum um, hvussu stóran part av havnaútbyggingini í Havn. Nú bæði nýggj Norrøna kemur [...] samferðsluhavn til Suðuroyarskipið. ?Og nú er tað drigið so langt út, at eg eri farin at ivast í, um landsins myndugleikar meina tað í álvara, tá ið teir siga, at ætlanin er, at skipið skal hava fast bryggjupláss [...] málið hevur drigið alt og leingi út. hann harmast um, at ongin avgerð er fallin enn, tí skjótt verður farið at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár og tá er gott at vita, hvat útgangsstøðið verður. MYND
álopspartinum, men er eisini sterk í verjupartinum. Hon megnaði at steðga Liljuni Djurhuus, sum var størsta styrkin hjá gestunum. Felagsliðið er eisini sera vandamikið í mótálopum, men tey fingu tær [...] skotini ov langt útifrá. Tað eydnaðist tó ikki Stjørnuni at fáa fleiri mál, meðan alt riggaði hjá VÍF/Tjaldur. Hálvan minutt fyri tíð javnaði Sarah Hansen til 26-26 við eitt av sínum fýra góðu málum frá høgra [...] dystinum, men tá tær mistu takið, so gjørdi felagsliðið skjótt av og revsaði hart. Stjørnan hevur nú langt upp til FM plássini, meðan VÍF/Tjaldur prógvaði, at tær kunnu vinna uttan Adinu Petrea.
stríðast um at koma á liðið, at teir nú hava greið boð um úttøkuna. Útisetar og áhugaðir yvirhøvur, kunnu nú t.d. brúka Politiken Cup í Keypmannahavn í juli til at betra um møguleikar sínir. Eisini er stór [...] stríðast um sætta plássið. Verður talan um avboð, so verður farið eftir telvarum í tyngra endanum av topp 10; Carl Eli N. Samuelsen (2213), Eyðun Nolsøe (2211) og Rógvi W. Rasmussen (2207). Tað er tó tíð [...] Talvsambandinum. Vísið andlit Tískil er greitt, at telvarar hava komandi summarmánaðirnir at vísa sína dygdir, og sannføra nevndina at teir eiga pláss á liðnum. Neyðugt er nevnliga, at telvarar eru aktivir
kommunu, er Tórbjørn Jacobsen, sum eftir at hava roynt seg sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og fólkatingsmaður, nú ætlar at royna kommunalpolitikk. Fyrireikararnir vóru tiknir á bóli, tí yvir 200 fólk [...] ella so. Almenni listin, sum í hesi setuni hevur átt sjey av 11 sessum í Runavíkar býráð, fevnir nú um alla kommununa, burtursæð frá Skála og Søldarfirði, ið plaga at hava egnar listar, tí oyndfirðingar [...] greiddi stutt frá kommunulógini, og so varð farið í holt við uppstillingina. Hon gekk skjótt og væl, so 15 valevni og 25 stillarar komu upp á listan, ið longu er latin inn: · Magnus Rasmussen, Lamba · Bjarni
fer fram. Tíðarætlan Hóast 18 ára gamli maðurin fyribils er varðhaldsfongslaður til 6. september, so er longu nú greitt, at málið verður langt frá liðugt at bera í rættin tá. - Nei, tað verður tað undir [...] vita okkurt um tilburðin í Norðdepli 14. juli, um at venda sær til løgregluna. Rekonstruktión Hóast avhoyringarnar í málinum geva løgregluni eina greiða mynd av støðuni, so verður í næstum farið undir at [...] Nakrir mánaðir ganga, áðrenn løgreglan er liðug at kanna harðskapsmálið í Norðdepli 14. juli. 18 ára gamli gerningsmaðurin er fyribils varðhaldsfongslaður til 6. september, meðan kanningararbeiðið fer