Læknin segði honum, at fekk hann sær ikki eitthvørt lætt arbeiði, fór hann neyvan at gerast stórt eldri enn 30 ár. Men Sámal Mikal segði, at hann vildi fyrr doyggja ungur, enn at liva sitandi. Sterk var [...] á fjall í Viðvík. Tá teir komu aftur var so nógv brim, at ikki slapst at við bátunum. Fyrri báturin, ið kom, var 5-mannafar. Teir vóru bidnir at rógva inn í mølina og í somu løtu, báturin bar við land [...] bygdaráðnum, eitt skifti sum formaður. Hansara trúfesti í samkomuni verður tungt at lyfta eftir hann, og fer hansara stillføra rødd at verða nógv saknað av teimum, sum savnast í Saron. Ærað verði minnið um Sámal
var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, hóast KÍ í ein tíma bara spældi við tíggju monnum. Miðverjin Alexander Djordjevic sá reytt, eftir at hann royndi at hevna seg inn á Johnny Samuelsen. KÍ spælarin [...] burturúr. Í fyrra førinum dømdi dómarin, tí hann metti, at Jan Andreasen hevði spælt bóltin við hondini, og í seinna førinum dømdi hann, tí at hann helt, at Atli Danielsen hevði felt Jan B. Jørgensen. Pætur [...] kendi seg noyddan at leypa út, lyfti álopsmaðurin bóltin í bleytum boga upp um málverjan og í netið. Eftir lítlari løtu seinnapartin av 1. hálvleiki fekk AB tvær ferðir møguleikan at minka um munin úr
um at seta málið á skráan til býráðsfundin komandi hóskvøld. Hetta fyri at fáa kjak um málið í býráðnum, so tað kann fáa eina veruliga politiska viðgerð. Uppskotið var soljóðandi: »Ásannandi, at skúlarnir [...] skúlarnir í kommununi eru ov trongir, loyvi eg mær at skjóta upp, at kanna møguleikan fyri eini felags framhaldsdeild fyri skúlarnar í kommununi. Í Tórshavnar kommunu eru 5 barnaskúlar, sum ikki hava fram [...] Næmingurin fær sjálvdan tær lærugreinar, hann sambært fólkaskúlalógini eigur at kunna velja í framhaldsdeildini. Orsøkin sigst vera, at ov fáir næmingar hava valt lærugreinina. Um vit høvdu ein felags framhaldsskúla
ofta víst seg at verið torført at savna leikararnar saman, meðan landskappingar koyra, og tí mugu teir ungu leikararnir nýta stóran part av summarfrítíðini til fótbóltin. FSF hevur boðað frá, at fýra U-landslið [...] føroyingarnir plaga at standa seg hampuliga væl í kappingini. U14-landsliðið er mannað við spælarum úr smádreingjadeildini, og venjari er Matthias Davidsen. Mathias sigur við Sosialin, at verkfall o.a, hevur [...] hevur havt við sær, at dreingirnir ikki hava verið savnaðir so ofta, sum hann hevði ynskt, men leggur aftat, at hann hevur verið útið og sæð fleiri smádreingjadystir, so fyrireikingarnar skuldu verið á góðari
góðum minnum At enda talaði Klæmint Eliasen, búsitandi í Fuglafirði, um týdningin av at spyrja seg sjálvan, hvar ein er staddur nú. At vit mugu støðugt rætta okkara andaligu kumpass, soleiðis at vit vissa [...] m ella fingu sær aðra útbúgving. Samkoman byrjaði kl. 11.00 við at Terji á Lakjuni í Fuglafirði, vegna samkomuna í Siloa, beyð øllum at vera vælkomin. Síðan greiddi Henry Olsen, sum leiddi dagin, frá skránni [...] umboðaður av fólki, sum høvdu verið niðri í Danmark í teimum ymisku tíðarskeiðunum - og fegin um at fáa høvi at vera saman aftur og minnast aftur á eina farna tíð við nógvum góðum minnum.
tað var minst líka nógv arbeiði at týða eina bók sum at skriva eina. Og eisini tá tú skrivar eina bók, noyðist tú at vera trúgvur ímóti tekstinum. Ikki ber til at sita og finna uppá ymiskt, um tú heldur okkurt [...] sambandi, at hann skal bjarga kuffertfiskaættini. Í Føroyum møtir Kuffi Havlisu... ? Eg havi einaferð fyrr týtt eina norska bók til føroyskt, sigur Astrid Andressen, rithøvundurin. ? Tá fann eg útav, at tað [...] tað ikki ringt at minnast so langt aftur í tíðina? ? Nei, tað er tað ikki, sigur Elin Mortensen. ? Nærum øll familjan hevur eitt gott minni, og fyrr varð tosað nógv við børn. Mamma plagdi at fortelja søgur
men teir eru skuldsettir og kunnu vænta at verða ákærdir seinni. Grundlógaravhoyringin fór fram fyri afturlatnum hurðum, og tí ber ikki til at fáa so nógv at vita um úrslitið av avhoyringini enn. Høvuðsmenn [...] prógv í longri tíð og vónar, at maðurin kann dømast fyri tað umfatandi virksemið av sølu og smugling av narkotika. Hesin danin varð í 1999 tikin á flogvøllinum, tá hann royndi at stinga hassj í ferðagóðsi [...] tingmanni. Menninir eru skuldsettir fyri at hava skipað fyri smugling og sølu av stórum nøgdum av rúsandi evnum ígjøgnum longri tíð. Bergleif Brimvík sigur, at løgreglan hevur gjørt umfatandi kanningar
út til at hava nøkulunda eins, góðar møguleikar at enda við gullinum. Skiftust um settini Dysturin í Gundadalshøllini leygardagin var sum sagt spennandi, men bæði liðini kunnu ivaleyst siga, at tey hava [...] 14-8 megnaði Fram at bjarga støðuni tríggjar ferðir, men so bar ikki til meir, og Fleyr vann 15-11. Fýra sigrar á rað Tað skilst á lagnum, at teir í Fram ikki hava verið so raskir at venja í seinastuni [...] kunnu teir í Fram ikki brúka til so nógv annað enn, at tað var ein sera javnur dystur, sum kundi farið báðar vegir. Fyri kappingina gjørdi tað einki, at Fleyr vann. Nú stigini verða koyrd í helvt, eru Fram
og onnur. Tað heldur javnaðarflokkurin. Tí hevur flokkurin lagt uppskot fyri tingið um, at áleggja arbeiðsgevarum at geva hvørjum einstakum tímaløntum arbeiðsfólki eitt skriv við ymsum upplýsingum. Uppskotið [...] rin vil, skal arbeiðsgevari, í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at hann hevur sett fólk í arbeiði, har arbeiðstíðin kann væntast at vera minst 16 tímar í miðal um vikuna, og starvstíðin minst verður [...] 4. Treytir í smbandi við, at løntakarin kemur heimaftur. 5. Neyðugu váttanir arbeiðsgevarans í sambandi við arbeiði uttanlands. Setast í gildi í ár Javnaðarflokkurin ætlar, at lógin skal koma í gildi 1
sum møguligan fara at gera havnarfeløgunum kapping um ovastu plássini í landskappingini. Í Klaksvík hava teir verið ivasamir um, hvussu tað fer at hilnast hjá teirra monnum, eftir at átta ella níggju av [...] spældi í sama plássi, sum hann plagdi at røkja í KÍ. Leita framvegis Á avrikunum sást, at bæði í KÍ og B68 leita teir framvegis eftir rættu uppstillingini, og at tað framvegis er langt eftir, áðrenn spælið [...] í staðin fyri at geva teimum upplagda fyrimunin av málmøguleika. Øssur Hansen hevði onkra vandamikla skotroynd ímóti málinum hjá Meinhardi Joensen, og í tí eina førinum var um reppið, at Marcello gjørdist