umstøður, men tíverri eru tað alt ov mong, sum hava sera trupult við at fáa gerandisdagin at ganga upp orsakað av fíggjarligum byrðum. At javnaðarflokkurin hevur slept stríðnum fyri teimum lágløntu ger [...] skatturin er proportionalur, tvs. at øll rinda sama prosentgjald uttan mun til inntøku. Barnsburðargrunnurin er eisini ein skattur. Hesin er somuleiðis proportionalur, tvs. at øll gjalda sama prosentpart [...] proportionalur, tvs. at øll gjalda sama prosentpart, uttan mun til inntøku. Almenn gjøld so sum vegskattur, kringvarpsgjald, sjúkrakassi v.m. eru øvugt proportional. Tvs. at tann, sum hevur lága
eftir. Tað ráddi fyrst og fremst um, at ÍF ikki skuldi fáa mál, og tað eydnaðist væl hjá B36 at binda fyri. Um sigurin skuldi gerast størri enn eitt mál, so fór talan at verða um eykavinning. Hann fingu teir [...] megnaði at halda tørn og tóktist spæla upp við meistararnar, so kendist tað vera spurningur um tíð, áðrenn B36, sum støðugt legði stóran dent á verjupartin, fór til verka fram eftir vøllinum. At ÌF hevði [...] Mikkelsen, sum annarsi ikki hevði so nógv at takast við. Undan steðginum javnaði B36. Málskjútti var Fróði Benjaminsen, sum eftir tvey tey fyrstu umførini hevur víst, at hann er aftur í málsókna leiklutinum
á øllum brøgdum, at tær fram um hinar eisini høvdu spæligleðina. Tað skal tó sigast Stjørnuni til rós, at tær hóast alt vóru væl við í dystinum. Ein dystur, sum var leiktur, eftir at spælararnir mest sum [...] og tað er neyvan av eini leið, um gitt verður, at talan helst var um einar 300 vágbingar í høllini. Og longu langt undan dystinum vóru hesir við til at seta sín stóra dám á stemningin. Rópini dunaðu um [...] tær hava havt onkra staðni millum lítið og einki at stríðas fyri. Virðiligir meistarar Skal takast samanum árið, so fæst illa nøkur onnur staðfesting, enn at VB vóru virðiligir meistarar. Avgerðin mundi sum
veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum. Eftir at Martin var noyddur at leggja frá sær sum [...] heilan var noyddur at leggja frá sær á vári 2001. Hetta bleiv ein dyggur smeitur fyri Martin. Tí væl dámdi honum at práta við alskyns fólk, men blóðtøppurin gjørdi so stóran skaða, at hann síðani henda [...] øllum bygdum og kom at standa í mongum vekingum. Hann var ein sum vitjaði øll fólk. Hann tók ikki dagar ímillum í hvørji samkomu tey hoyrdu heima í. Tað brann í hjarta hansara eftir at síggja menniskju koma
fingið pening til vega bæði frá Mentamálaráðnum og privatum sponsorum til at ogna sær handritið fyri, og sum nú bert kundi bíða eftir at hoyra hvussu leikur fór. Fínir harrar og bókormar Inni í uppboðssøluhølunum [...] ferð, áðrenn hamarin dukaði í borðið og segði frá, at William Heinesen kom ikki til Føroya í hesu syftu. - Vit eru eitt sindur skuffaði, tí vit hildu at vit høvdu ein rímiligan kjans við teirri upphæddini [...] áhugavert at fingið hendur á hasum handritinum, sigur Marjun Patursson, settur landsbókavørður. Landsbókasavnið eigur einki handrit hjá William Heinesen. Tí var tað eisini spell fyri bókasavnið, at Bruun-Rasmussen
er drívmegin. Tað er líka stuttligt hvørja ferð at kasta fyrstu ferð, tí tú veitst ongantíð, hvat bítir á húkin. Og tað er spennandi at leggja á línuna at draga. Er onkur fiskur á teimum fyrstu húkunum [...] spennandi enn at liggja og damla fram við landi eitt kyrt og vakurt kvøld við sløktum motori og reyðfiski undir bátinum. Liggur tú á góðari reyðfiskaleið, er fiskurin stórur og stutt er at draga. Eini trý [...] trý, fýra ella fimm tøk uppeftir, so er tann sprelllivandi fiskurin komin at borði. Tú undrast yvir, at so stórur og góður fiskur gongur so nær landi. Men navnið reyðfiskur kemur ikki av ongum. Hetta er
ein tungur biti at gloypa fyri Bjarna, tá hann við tárum mátti veittra samstarvsfeløgunum úr Tjóðveldisflokkinum farvæl, men eitt smíl var aftur at hóma, tá hann framhaldandi slapp at klippa snórar og [...] mál Fólkafloksins hevur jú altíð verið at hjúkla um mentan okkara, og við støði í útsagnum mentamálaráðharrans á sinni um eitt nú ginurnar eru fólk á einum máli um, at føroysk mentan ikki kundi verið í tryggari [...] útflutninginum. Leysatíðindi vilja vera við, at fámælti norðoyingurin framvegis sópar undan neytum og undirvísir børnum í Syðradali, tí maðurin er so ikki at finna í pressuni mótvegis ungangongumonnunum
Komandi hósdag skal HB til Fuglafjarðar, har tað sjáldan er lætt at spæla, og megna teir eisini at fáa trý stig her, fer av álvara at síggja meira hugagott út hjá teimum. Teir mugu tó vera Martin Christensen [...] sum bendi á, at VB skuldi gera nakrar serliga skreytir í dystinum sunnudagin. HB sat snøgt sagt á tí mesta í fyrra hálvleiki, og teir fingu fleiri góðar møguleikar, men tað eydnaðist bert at skora ta einu [...] málið. Heimaliðið royndi at mótmæla, tí teir hildu talan vera um rangstøðu, men dómarin lat tó ikki við seg koma, og so setti VB av álvara ferð á. Útjavningin tóktist av álvara at geva HB ein hvøkk, og næstu
Jógvan Arge heitir á løgtingsformannin um at taka upp spurningin um at leggja orðaskiftið betur til rættis, so lurtarin, sum er veljarin, fær betri møguleika fyri at halda betur saman á sjónarmiðini og fólk [...] gjørdar í mun til farnu árini, og hvørji framtøk eru sett út í kortið. ? Tað plagar at vera eitt minstakrav til øll orðaskifti, at lagt verður upp til tey. Soleiðis er ikki her í tinginum, sigur Jógvan Arge. [...] í ymsu málunum. ? Tað hevði bøtt munandi um møguleikarnar at fáa nakað burtur úr orðaskiftinum, um viðgerðin varð løgd soleiðis til rættis, at til dømis almannamálini vórðu tikin fyri seg, vinnumálini
síðan fara fólk frá niður til Spaniu at seta upp. Á FJM eru 35 væl kvalifiserað fólk til arbeiðis hvønn dag, og tey hava ríkiligt at takast við. Fyritøkan umhugsar at selja verandi bygning við Fjørðuvegin [...] serliga lagt seg eftir at arbeiða við rustfríum stáli. Mekanik og FJM eru so gott sum grannar; har er bert eitt stórt hanagleiv ímillum bygningarnar. Men tað verður ikki leingi aftrat, at FJM verður verandi [...] sum eigur og rekur FJM, sigur, at ivasamt er, nær alt virksemið, sum nú er í bygninginum við Fjørðuvegin, verður flutt í nýggju hølini, tí fyritøkan hevur so ómetaliga nógv at gera í løtuni. - Men hetta verður