niðurstøðu, at tað mundi verða Sambandsflokkurin. Lat meg grundgeva fyri tí. Í stevnuskránni verður sagt í fyrsta punkti, at Sambandsflokkurin, vil byggja á ta kristna grundstøðið. Eftir at hava lisið søguna [...] kann eg ikki verða við í ár, av tí at eg eri staddur í Liberia, stravist umborð á trúboðar/hjálparskipinum Anastasis. Hetta seinasta árið hevur verið eitt undarligt ár at vera sambandsfólk, og eg kenni meg [...] søguna hjá nógvum londum kemur ein skjótt til ta niðurstøðu, at tey lond, ið byggja á eitt kristið grundastøði eru tey bestu londini at búgva í. Tað sera einkult, fylgja vit Guðs boðum og fyriskipanum
KÍ. Á vøllinum sást tó ikki so nógv til, at B36 hevði hug at geva KÍ tað heilt stóra. Heldur kundi tað verið øvugt, tí tað man vera hampuliga langt síðani, at KÍ hevur framt eitt somikið tannleyst avrik [...] aftur á vøllin. Tað gav KÍ bæði tíð og pláss at spæla bóltin runt, men tað var so eiðasørt, at veruligir møguleikar spurdist burturúr. Sera sjáldan eydnaðist at spæla aftur um verjuna hjá B36, og tí komu [...] rustað lið, sum fyrst skulu smyrjast. Men fyri Tony Pars man tað serliga vekja ans, at menn hansara ikki megnaðu at spæla seg til ein veruligan møguleika, hóast teir í næstan heilan hálvleik spældu á hálvuni
seinur at taka av. Í evstu løtu Javnleikurin var kanska til at liva við hjá heimaliðnum, men teir trýstu støðugt eftir sigursmálinum. Tríggjar ferðir høvdu teir góðar frísparksstøður, eftir at Rooney varð [...] vøkrum mynstrum, og tað var rár hending, at heimaliðið yvir høvur fekk spælt seg til møguleikar. Og framman fyri Stretford End hevði Kaká tveir risa-møguleikar at økja um leiðsluna. Men tveir skaðar órógvaðu [...] verjuni, men hvørki Giggs ella Ronaldo megnaðu at gera sær dælt. Men tað gjørdi Rooney, tá hann í yvirtíðinin fekk møguleikan. Talan var kanska um einastu ferðina, at United fekk víst kvika umstillingsspæli,
er kanska nakað smátt at lesa, men áhugað kunnu fara inn á heimasíðuna www.visjon2015.fo og lesa undir grundarsteininum Vælferð. Um manningina av arbeiðsbólkinum er at siga, at har eru sakkøn fólk við [...] hann í stórari yvirskrift inni í blaðnum sigur, at vit í Visjón 2015 »Hugsa ov lítið um okkara besta tilfeingi«. Tað er heldur ikki rætt tá hann sigur, at vit onki gera búrturúr familjupolitikki og smá [...] eisini farið víðari soleiðis: »Arbeiðsmarknaðurin skal skipast á ein slíkan hátt, at tað ber til hjá barnafamiljum at sameina familju- og arbeiðslív«, og eisini á annan hátt verður tosað um »tørvin hjá
rættuliga sannlíkt, at tveir teir næstu, sum fara at røkka 25 landsdystum, fara at verða Súni Olsen (23 dystir) og Andrew av Fløtum (22 landsdystir). Tann spælarin, sum hevur verið næst við at røkka 25 landsdystum [...] flestu og ivaleyst allir kenna tað at vera, tá ið teir fyrstu ferð fáa høvið at umboðað føðilandið. Av teimum 26, sum hava spælt 25 ella fleiri landsdystir, eru ellivu givnir at spæla fótbólt á hægsta støði [...] GÍ liðnum og telist millum teir fremstu í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflytingini, so er tað ikki serliga sannlíkt, at Sámal aftur fer at spæla á landsliðnum. Umframt 25. dystin hjá Jón Róa Jacobsen
leitan eftir møguleikanum fyri, at hon kundi gerast ein málningur. Viðhvørt eydnaðist tað, helt hann sjálvur - mong, sum njóta at hyggja at myndum hansara, halda óivað at tað hendi eitt sindur oftari! Myndirnar [...] motivið er at finna. Í fyrstu atløgu tykjast eitt nú myndir sum tann myrka Trolaradekk og tann ljósa Kompositión at vera sera ymiskar, men tær eru í roynd og veru rættiliga líkar, um hugt verður nærri at upp [...] listafólk bæði hava til fyrimynd og stríðast fyri at slíta seg frá og finna nýggjar leiðir. Umframt sum málara kendu vit Ingálv sum teknara, sangara og ikki at gloyma sum ein mann, ið altíð vísti virðing sína
fegnaðust um møguleikan at koma til Føroya. Spurdur, hvønn týdning tað hevur havt, at lagið Right Next to the Right One var temalag til sjónvarpsrøðina Nicolaj og Julie, sigur Tim. at tað er ómetaligt, sum [...] guitaran av og byrjaði at spæla og læra seg. Hann fekk undirvísing av og á. Í dag metir hann seg vera komnan til eitt støði, har hann torir at vísa sínar bleytu síður, umframt at spæla harðan tónleik. - [...] orkesturløg, tá vit fara undir venjingarnar í bólkinum, sigur Tim, sum loyvir tónelikarunum at fáa ávirkan á tónleikin, tó at hann sjálvur eigur løg og tí hevur síðsta orðið, men serliga norski trummuleikarin er
Ætlanin var, at tey skuldu búgva í Mykinesi, og tey fluttu út hagar eftir, at tey vóru gift. Men Andrias var sjómaður, og Sannetrina treivst ikki serliga væl í Mykinesi. Tað var ikki hugaligt at vera einsamøll [...] børnum í einum so fjarskotnum plássi sum Mykines. Nógv jørð var at umsita í Sørvági, og hetta hevði nógv at siga tá á døgum. Tískil valdu tey at búsetast í Sørvági. Andrias var fiskimaður alla sína tíð, til [...] hetta noyðast hennara sera tilkomnu børn at lata sær lynda. Tað má vera stuttligt at gerast so gamal, tá ein er so væl fyri. Aftaná kl 19 føðingardagin er hon at hitta hjá dótrini á Túgvu 1 í Havn. Ynskt
larmurin frá tyrluni var nógvur, so Simon var noyddur at rópa. Heidi Apol Bourne grunaði onki frammanundan. - Eg varð so kløkk, at eg fyrst fór at gráta. Tyrlutúrurin var stuttur, og eg sá ikki nógv av [...] er fyrstu ferð, hon er her saman við sjeikinum. - Áðrenn vit komu, hevði eg avgjørt, at Føroyar var eitt gott stað at spyrja Heidi, um vit skuldu giftast, sigur 34 ára gamli Simon Butler. Hann keypti t [...] Tveir dagar eftir, at tey vóru komin, hevði Simon Butler føðingardag, og gentan keypti sum gávu eina rundferð við tyrluni. Hetta var eitt yvirraskilsi til sjeikin, men hann avgjørdi at lofta møguleikanum
framleiðararnir, tora at seta ferðina niður og geva lurtaranum høvi at lurta og njóta, so ber tað boð um, at her eru tónleikarar og ein sangari, ið megna uppgávuna. Ongum nýtist at káva útyvir nakað, tí [...] ið eisini strekkir seg til tað meira fólksliga ella singer/songwriter kenda. Hetta tí, at dentur verður lagdur á at hava sangaran fremst, meðan tónleikurin er góða bakgrundin, ið ongantíð buldrar, so óljóð [...] vandamikið at geva eitt so vælkent og skjóttgangandi og vælsvingandi lag, sum Rooftop, út í Føroym, nú ferðin er mundandi sett niður og sangurin hevur heilt annan dám. Vandin liggur altíð í, at fólk hava