Víkingi er serliga at fáa virðing í kropsliga partinum av spælinum. Tað fekk Kári Nielsen at sanna, tá hann mátti lata seg útskifta miðskeiðis í fyrra umfarinum. Fríspørkini vóru ikki so nógv, at tað darvaði [...] Anton Skoradal, venjari, sendi í royndini at fáa stig landsliðsleikaran á vøllin, men bara lítla løtu seinni mátti Lava Olsen av aftur vøllinum. Tí er bara at vóna, at hann verður tøkur, tá føroyska landsliðið [...] nøkrum. Seks stig eru til runavíkingarnar á fjórða plássinum, og tað verður trupult at vinna aftur. Men nú fáa vit at síggja.
hann –sum flestu dreingir haðani norðan- blaðungur fór til Klaksvíkar at rógva út. Tá hann var 15 ára gamal kom hann aftur til Havnar at ganga á VBV. Men hugurin til sjógvin var stórur, og eftir lokið pr [...] beinleiðis niðan í Hoydalar at starvast. Har var hann inntil skipanin var broytt, og realdeildin var niðurløgd. Tá fór hann upp á skúla á sjómansskúlanum í Havn. Ætlanin var at fara til sjós, tí havi dró [...] liðug, var Jóannes biðin at vera verandi á sjómansskúlanum og undirvísa. Stórur tørvur var á monnum, ið bæði høvdu nautiska- og læraraútbúgving. Hann játtaði við teirri treyt, at hann kundi fáa orlov av
trúð at liðini bæði vóru úr somu deild. Aðrastaðni heldur, ungi maðurin í venjarahøpi, Roy Keane fram við at koma við góðum úrslitum, Hesaferð vóru tað Portsmouth, ið fingu toyggið. Annars er vert at nevna [...] vónir um at endurvinna meistaraheitið. Men skuldi tað hent seg at teir møta mótstøðu - nakað, man ikki kann siga at Newcastle leveraðu, so kanska teir eisini snáva, eins og Arsenal gjørdu tað, móti Birmingham [...] eftir dystin segði, at hetta ikki var nakað, hann hevði ætlað sær. -Vit eru so illa raktir av skaðum fyri tíðina, og tá so samstundis African Cup Of Nations er, ja so er eyðsæð, at vit hava ein tynri hóp
TB man fara at standa seg hampuliga væl í 2. deild. Men tað er týðuligt, at um tað eydnast at flyta upp, so skal liðið styrkjast og hópurin skal gerast breiðari. Komandi leygardag áttu tað at verið líkindi [...] Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús. -Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar [...] summarfrí. Hann var allar 90 minuttirnar í Runavík í álopinum saman við Dan Mortensen. TB kom á odda so at siga beinanvegin. Málskjútti var evnaríki Bárður Dimon, sum eftir gott uppspæl eftir miðásinum smekkaði
heldur einsamalt at arbeiða í hesum yrkinum. Hann starvaðist á Landsbókasavninum í tveimum tíðarskeiðum 1955-1963 sum bókavørður og frá 1968-1989 sum landsbókavørður. Tað er einki at ivast í, at høvuðsverkið [...] Tað var sum at hoyra eina bók detta av einari hill, tá ið boðini komu fyrramorgunin um at Sverri Egholm, fyrrverandi landsbókavørður, so brádliga var farin. Hesin hvølli bresturin, sum viðhvørt hoyrist [...] enn ein góð vika síðan, at Sverri var inni á gólvinum á Landsbókasavninum, og eg fekk mint hann á brævið frá 1972, og borið honum heilsanina. Eg helt meg síggja í eygnakrókunum, at hann hugsaði sum so: so
hevði roknað út, at tað er fýra ferðir so nógv pláss á nýggja skúlanum sum á tí gamla, sum eisini varð vorðin ótíðarhóskandi. Tó duldi hon ikki fyri, at tað vóru tey, sum høvdu ringt við at sleppa gamla skúlanum [...] blómur og lykil. Sjálv kom hon til sóknina at undirvísa um somu tíð, sum útgrevsturin fór í gongd. -Nú er skúlin so liðugur, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at her er høgt til loftið og vítt til veggja [...] hava fingið ein nýggjan og góðan skúla og skulu nú til at brúka hann til fulnar segði Eyðbjørg Dalsgaard og takkaði fyri skúlan. Á skúlanum koma at ganga 28 børn. Har eru tvær vanligar skúlastovur og ein
statsborgararætt, var hann ikki tengdur at sonevndu útlendingakvotuni, og tað eydnaðist honum eisini at fáa fleiri dystir á besta liðnum hjá Barcelona. Eisini slapp hann at royna seg á spanska landsliðnum, har [...] álvarslig brák, og eftir at hava roynt seg hjá minni sponskum feløgum, hevur hann so farna árið roynt seg í Grikkalandi, har væntandi lønarútgjaldingar nú hava gjørt sítt til, at hann hevur sett kós heim [...] óivað onkran undra, at kirkjan ikki helt føðingardag, men hetta kom tíanverri ikki í lag, orsøkir vóru av ymiskum slag. Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda vit mong í Hattarvík lenda at minnast dagin henda
neyð Símun Joensen sigur, at myndugleikarnir og sjálvbodnir felagsskapir skulu ansa eftir ikki at hjálpa rúsevnismísnýtarum og heimleysum longur út á síðusporið. - Eingin sleppur at nýta rúsevni inni hjá okkum [...] Eyðun Klakstein Heimleys í høvuðsstaðnum, sum ikki hava hug at ganga á gøtuni allan dagin, hava møguleikan at leita sær á Café Blákrosstovuna, sum hevur opið allar gerandisdagar. - Øll eru vælkomin inn [...] Eisini heimleys Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um tey heimleysu í høvuðsstaðnum, og at tey ongastaðni hava at vera um dagin. Um náttina gista tey a Herberginum hjá Frelsunarherinum, men um dagin er
summarfrí, men vit mugu vóna, at feløgini syrgja fyri, at seðlarnir koma á rætta staðið. Vit hava ikki so nógv at siga um teir einstøku dystirnar hesa ferð. Á Toftum var merkisvert, at Jóhannes Petersen skoraði [...] Tað eydnaðist hjá HB at manna lið og at fara suður á Sand, men tá teir komu suður var eingin dómari. Slíkt er tíverri ikki ókent í 3. deild, og ofta hevur tað verið soleiðis, at liðini hava verið samd [...] frættu, varð roknað við, at hann verður spældur seinni í hesi vikuni. Tá vit vóru í sambandi við FSF skrivstovuna í gjár, var bara ein dómaraseðil komin teimum í hendi. Tað ber boð um, at nú er maskinaríið farið
Hálsi sunnudagin. Hans á Lag er stutt síðani farin at venja í ár, men tað forðaði honum ikki í at taka tvey brotskast á rað og »psyka« tann triðja til at skjóta við síðuna av, og harafturat hevði hann fleiri [...] í hondbólti, men tað er ikki at fara alt ov skeivur at siga, at Neistin hevði bóltin nógv meir enn Kyndil. Álopini hjá Neistamonnum tóku nógv longri tíð enn tey hjá Kyndli, sum kom skjótari fram til m [...] ein merki til, at tað var storur munur á álopunum hjá teimum báðum liðunum. Í fótbólti verður ofta tosað um, hvussu stóran part av dystinum annað liðið hevur bóltin. Tað ber illa til at gera tað sama í