roki hetta ári, har stórur ivi er sáddur um hansara embætisførslu. Fyrst var tað í sambandi við byggiloyvi til uppsjóvarvurkið á Tvøroyri og síðani var tað, ikki minst, um Eysturoyartunnilin, har spurningurin [...] stýrisskipanarlóg og játtanarlóggávu ræður. - Í Stýrisskipanardómstólinum eiga at sita tríggir løgfrøðingar, sum taka avgerð við vanligum meiriluta. - Bert løgmaður, landsstýrismenn og ein meiriluti av
mánaði 1843 til fyrst í desember sama ár. Nær hon er vígd, er óvist, men hildið verður, at hetta varð 1. sunnudag í advent. Tað var Christian Benedictus Garde, ið var prestur fyri Eysturoynna og Føroya próvstur [...] verður aftrat, at Nes kirkja stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið, og talan er í minsta lagi um tríggjar kirkjur. Tað var David Petersen, ættaður úr Kollafirði, men búsitandi [...] 19 ár, síðani Fríðrikskirkjan varð vígd. Hetta var eisini 1. sunnudag í advent, 27. november í 1994, og síðani tá hava bert fáar gudstænastur verið í Nes kirkju árliga, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu
kann jú gerast eitt sindur trupult, um vit nú fáa 30 ymisk svar, men lat okkum nú fyrst síggja, hvat kommunurnar svara, og so taka vit tað harfrá, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. [...] løgdu fram yvirskipaða leistin fyri eldraøkið. - Kommunurnar høvdu so møguleika at spyrja um evni og øki, ið tey vóru í iva um, sigur Annika Olsen. Spurningurin hevur alla tíðina verið, um kommunurnar [...] ið mett verður er mest passaligt. Nú hava kommunurnar so eina hoyringsfreist fram til 3. desember, og so mugu vit bara síggja, hvussu tær svara, sigur Annika Olsen. Hon heldur, at tað er eitt sindur ringt
Olsen fegnast og tó Í kvøld kom hann aftur á máltalvuna, men tað tó langa tíð áðrenn Hallur slapp framat. Les eisini: Ein væl nøgdur debutantur - Fleiri av hinum høvdu havt møguleikar og hugsaði, at nú [...] sigrinum á Gibraltar. Tað er triðja málið í fýra landsdystum. Les eisini: Føroyar vann 4-1 á Gibraltar Fyrst skoraði hann minniliga málið í 1-1 javnleikinum móti Kasakstan, tá hann uttanfyri brotsteigin sendi [...] óttaðist eina endurtøku av 3-0 tapinum fyri trimum árum síðani. Christian Lamhauge Holst skoraði tvey mál og Jóan Símun Edmundsson eitt.
Wayne Rooney fekk ein skaða í stórutá seinasta týskvøld, tá Manchester United og Bayern Munchen spældu fyrru fjórðingsfinaluna í kappingini um Champions League. Wayne Rooney sat úti við skaða leygardagin [...] Rooney fór at blíva klárur til dystin í Champions League, tí skaðin var meira álvarsamur, enn hann fyrst bleiv mettur at vera. Men Pep Guardiola, venjari hjá Bayern Munchen, sigur at hann ivast onga løtu [...] øl, at hann fer at spæla. - Wayne Rooney er ein tann besti leikarin, ið eg nakrantíð havi sæð spælt. Og teir stóru spælararnir spæla altíð við í teimum stóru dystunum. Tað er ikki uttan at skaðin er heilt
at fara undir fiskiskap frá tí skeiva endanum, við tað at mann fyrst fer at fiska føðina, sum ein stórur partur av fiskinum skal liva av. Og tí vil hann hava, at Løgtingið fær møguleikaat siga sína hugsan [...] at hetta verður gjørt uttan um Løgtingið, tí hetta er eitt sera prinsipielt mál eftir hansara tykki. Og tí fer hann nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta so at Løgtingið fær høvi til at umrøða málið [...] ein stórur partur av fiskinum skal liva av. Hann vísir á, at Norsk skip fiska reyðátu við suðurpolin, og norska stjórnin hevur givið loyvi til at fiska á leið 350.000 tons í norskum sjógvi. – Hetta er gjørt
seinnu helvt av fyrra hálvleiki, at B36 var væl við, men tá tók B36 ikki av sínum málmøguleikum, og tá HB fyrst kom á odda átti B36 ikki eitt aftursvar. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 1) Hoyr [...] ##med2## Fyrr í ár tapti B36 rættiliga greitt 2-4 móti HB, og í kvøld var tað um nakað greiðari. tá B36 á Tórsvølli tapti 0-2. Liðformaðurin hjá B36, Andrias Eriksen staðfestir, at talan var um ein ruddiliga [...] málunum hjá HB. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við debut-málskjúttan hjá HB, Mikkel Dahl og við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. ##ms##
nakað, sum Teitur ætlar sær at taka. – Eg havi spælt yvir 300 dystir fyri felagið, og met eru altíð stuttlig at hava. Fyrst ætli eg mær at taka metið hjá Kaj Leo, men metið hjá Rúna er eisini í eygsjón, leggur [...] Síðani Teitur í 2011 spældi sín fyrsta dyst fyri HB, hevur hann verið fyrstaval millum stengurnar. Og hesi 10 árini er tað blivið til tilsamans 307 dystir á besta liðnum. Sostatt er hann bert ein dyst [...] málmannin við flest dystum fyri besta liðið hjá HB, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur spælt 308 dystir. Og við nýggja sáttmálanum er ríkiligt av tí at taka metið sum tann málmaðurin við flest dystum okkum.
at føroyska heimsstjørnan kom á mál. Hann hevur við liði sínum "OG" júst skrivað søgu vunnið the International fyri aðru ferð á rað - og harvið vann 5-mansliðið eisini 104 milliónir krónur at býta millum [...] Tað er eingin, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið tvær ferðir. Tað skal jú vera ein, sum ger tað fyrst. Soleiðis segði Jóhan Sundstein við Sosialin fyri einum ári síðani, tá hann júst hevði vunnið hei [...] er tað tað mest opinlýsa tingið at gera næstu ferð... altso at gera tað, sum eingin hevur gjørt fyrr og vinna tvey International. Tað verður ikki lætt, men tað var tað heldur ikki hesa ferð, segði Jóhan
– Vit hava ikki nógvar radiografar í Føroyum, og tí fara vit nú at søkja uttanlands eftir radiografum. Eg vóni, at skannarin kann takast í nýtslu fyrst í komandi ári. Tað verður eitt stórt framstig, tá [...] árið til CT-skanningar. Í summum førum meta læknarnir, at tað er bráðneyðugt at fáa sjúkugreining, og tá mugu sjúklingar sendast til Havnar við tyrlu, viðhvørt í ringum veðri. Skannarin, tey nú skulu taka [...] taka í nýtslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nøktar 90 prosent av øllum skanningum, tey hava tørv á at gera. Og allir hesir sjúklingarnir sleppa nú undan at verða sendir til Havnar, tí hereftir kunnu teir skannast