harmast eisini, tí: “Einki bendir á, at tingið fær nakað innlit framyvir, og nevndarviðgerðin av hesum máli sigur okkum púra greitt, at ongar ætlanir eru um, at løgtingið fær nakað innlit og enn minni [...] havt allar møguleikar at enda seksti ára langa loynipolitikkin. Jenis hevur havt alt vald at lata løgtinginum fult innlit og avgerðarrætt í trygdarmálum. Men tveir dagar undan, at ein avtala skal undirritast [...] Eitt er at vera populistur í andstøðu. Eitt annað er at hava ábyrgd í verju- og trygdarpolitikki, har lond sýna ábyrgd, og geva sítt íkast, nú eisini tvey ódemokratisk stórveldi nálgast upp at Norðura
dag. Var við at stovna Dúgvuna Jákup á Lava var ein av teimum monnum, sum var við til at stovnað avhaldsfelagið ”Dúgvuna” saman við Djóna Isaksen í Geil og øðrum havnarmonnum. Umframt at vera traðar- og [...] henni loyvi til at roykja, sum var strangliga bannað. Jákup, sum kvikliga hevði tikið pípuna frá henni, segði við yvirmannin, at hann hevði sjálvur roykt eina pípu av tubakki fyri ikki at sovna. Hann hevði [...] sambandi hevði Jákup latið henni upp í eina pípu av tubbaki, tí henni dámdi so væl at roykja. Hetta átti hann helst ikki at hava gjørt, tá strangar reglur vóru galdandi fyri, hvat ein fangi og ein fangavaktari
og evnini at siga frá og hansara lívsgleði og gleðina fyri lívið. Kann vera, at maður kemur í manns stað, men eingin megnar fult út at fylla leiklutin hjá Kristinni. Orð eru ov fátøk til at siga frá okkara [...] yvir í Svimjihøllina at undirvísa í svimjing og heim aftur. Kristinn hevði sera góðar gávur og var eitt satt multitalent, og illa ber til at siga frá øllum. Hann dugdi sera væl at siga frá, kvøða og syngja [...] sum altíð og riggaði av. Tað síðsta vit sóu til hansara var, at hann – sum so ofta – ruddaði og feiaði í skúlagarðinum. Lítið vardi tað okkum, at vit ikki skuldu síggjast aftur í livandi lívi. Eftir sera
ini, tá ið um ræður at lýsa, máta, skilja og temja njóting og hug í heilanum. Granskingin fer vónandi, sum frá líður, eisini at geva nýggja vitan um kendar heilsutrupulleikar og at hjálpa fólkum, sum [...] undir eisini at umseta vísindatekst, var vandi fyri at koma sær í trupuleikar, síðani føroyskt mál enn á summum økjum restar beinrakin frøðisheiti, men yvirhøvur meti eg Paula hava megnað væl at lata njót [...] Stutt undan jólum og tí í so seint til at fáa eitt uppiborið ummæli og at vera í fremstu røð í jólasøluni, kom henda øðrvísi og áhugaverda bók út á góðum, beinraknum og lættlisnum føroyskum máli. Høvundurin
hansara fyrstu fløgu. Brandur er ein evnaríkur tónleikari, sum enn hevur nógv eftir at læra, men at framføra fer hann neyvan at duga betur, tí eftir mínum tykki var hansara ein tann besta tað kvøldið. Við sær [...] framførslu, og eisini hevði hann nógv gott at bjóða uppá. Nógv fólk vóru komin at síggja framførsluna, og eisini var stemningurin góður teir 30 minuttirnir hann prógvaði at hann er ein av okkara evnaríkastu t [...] í áskoðarafjøldina, og flestu okkara kundu hugsað okkum at staðið og lurta longri, tá konsertin kom at enda. Aftaná kom Jack Petersen á pallin at lesa yrkingar, og eisini nógv fólk vóru samlaði á festivaløkinum
yrkingar av og á markið fyri tí, ið vanliga ber til at bera fram málsliga. Og tað er ikki lítið. Nordbrandt prógvar sostatt, at málið sum so er ført fyri at miðla nógv meira enn vanliga verður hildið. Hansara [...] ger hann á ein frálíkan og vakran hátt – eisini uttan at kroysta kenslur lesarans. Í Besøgstid fær Henrik Nordbrandt okkum soleiðis at skilja, at tilveran á fold bert er ein tíðaravmarkað vitjan – ein [...] spegla veruleikan, og tískil roynir hann við óvanligari setningaskipan at vísa út um hevdbundnar merkingar. Men hóast talan ikki er um at skapa eitt mál, ið er beinleiðis í andstøðu til vanliga gerandismálið
segði hann Haydn at hava eina »elektriserandi ávirkan« á áhoyrararnar, og at teir vóru so hugtiknir, at tað nærkaðist uppreistri. Og Morning Chronicle endaði sítt ummæli við vónini um, at hetta størsta [...] varð biðin um at halda í London í árunum 1791-95. Hann var biðin um at koma til London av violinistinum og konsertfyriskiparanum Solomon. Umframt seks symfoniir, var hann harafturat biðin um at skriva tjúgu [...] rar, og teir royndu at leggja teimum ymsar forðingar. M.a. lupu teir út í orð, at Haydn, sum tá var 58 ára gamal, var vorðin dølskur og púra í afturferð. Men Haydn nýtti tíðina at komponera og venja, og
luftini, at spælyvirvágin fyrr ella seinni fór at geva úrslit. Tíggju minuttir áðrenn hálvleik fekk B36 fríspark uttan fyri brotsteigin hjá Sumba, nakað úti í vinstru síðu. Ein B36-ari var annars um at sleppa [...] hóast B36 sum heild var betra liðið, vístu sumbingar, at teir gott kunnu hótta hini meira »etableraðu« 1. deildarliðini, og tað fara teir ivaleyst eisini at gera seinni í ár. B36 fekk fyrsta veruliga kjansin [...] við at spæla seg ígjøgnum tøttu verjuna hjá suðuroyarliðnum. Mótálop Ein leiðsla upp á 1-0 er kortini ikki nøkur trygg leiðsla, og sumbingar fóru eisini longri fram eftir B36-málið í eini roynd at javna
staðin fyri Glyvrar og Oyndarfjørður, eru nú sjálvir farnir at skemma fremmand nøvn. Summi óttast kanska, at fólk ikki duga at skyna á, duga at úttala fremmand orð og staðanøvn. Einaferð hevur ein ljóðbroytin [...] Hesi galskapur er ímóti øllum alheims reglum og royndum á hesum øki, har roynt verður at skriva so tætt upp at upprunaforminum sum gjørligt. Hjá londum, sum brúka tað latínska alfabetið er yvirhøvur [...] Newcastle. Bæði spaniólar og eingilskmenn royna í dag at skriva Tórshavn, og ikki Thorshavn ella Torshaven. Men føroyingar, sum hava øst seg upp um at danskir embætismenn fyrr skrivaðu t.d. Glibre og Andefjord
ígjøgnum, og út frá hesum er nakað lagt aftrat, broytt og rættað. Roynt hevur verið at tryggja, at alt er komið rætt fyri, og at tað mesta av ættarsøguni er komið við. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvat hesi fólk [...] Onkuntíð hava vit valt at endurtaka ættargreinar í bókini, har tað gevur meining. Í øðrum førum vísa vit til ættargrein aðrastaðni í bókini. Vit hava roynt at gjørt bókina so lætta at lesa sum til ber. Tað [...] Runavík 2024. Mett verður, at út ímóti 5.000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík. Greinarnar fara í allar ættir í Føroyum. Lesarin av hesi bók upplivir, at byrjað verður í Rituvík