sum eru dømd fyri ikki-harðlig brotsverk í sambandi við rúsevni. Tað upplýsir AP-tíðindastovan. Hetta gevur Joe Biden forsetametið við flestu revsilækkingum og náðingum. - Náðingarnar í dag hjálpa ei [...] Biden, sum í tveimum málum stóð fyri revsing. Áðrenn náðina hevði Joe Biden fleiri ferðir hildið fast um, at hann ikki fór at náða soninum. Men her gjørdi forsetin eina kúvending, sum hann greiddi frá við
Ein teinæringur er bátur til 20 mans at rógva. Hetta endaðist so mikið væl, at hann bleiv biðin um at byggja ein teinæring afturat. Kaj Hammer er 80 ára gamal og væntar ikki at hann fer at byggja fleiri
i í MR-toyminum, at brúka nýggja skannaran. – Eg fegnist um at Sjúkrahúsverkið nú kann veita monnum í Føroyum eitt betri og tryggari tilboð um kanning fyri krabbamein í prostata. Sum heild lyftir nýggi [...] Føroyum, fer talið av skanningum at økjast nógv. Hetta tí, at framyvir verða allir menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsiir fyrst, fyri at staðfesta um tørvur er á at skanna fyri krabbamein í prostata [...] metingum hjá Sjúkrahúsverkinum, fer Klaksvíkar Sjúkrahús at gera millum 120 og 200 prostataskanningar um árið. Sostatt sleppur ein stórur partur av hesum monnum undan at fara av landinum til kanningar. Í
nýggjur spælari hjá Kolding IF, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Hetta er nakað, sum Eyp.fo eisini hevur skrivað um fyrr í vikuni. Meinhard E. Olsen hevur spælt við Mjøndalen í næstbestu deildini
um um herdu støðuna. Hetta hendi dagin eftir, at hon hevði eina 45 minuttir langa samrøðu við Donald Trump í telefonini. Komandi forsetin er eftir øllum at døma sera spentur at náa sínum ætlanum um at [...] sjónvarpsrásina Fox News. Samrøðan kom í lag eftir umrøðurnar í síðstu viku um Grønland og almennu útsagnirnar hjá Donald Trump um at innlima landið í okkurt slag av nýggjum norðuramerikanskum stati saman [...] saman við USA og Kanada. Trump vil gera Grønland "stórt aftur" - eitt orðaspæl við hansara slagorði um at gera Amerika stórt aftur. Hann hevur eisini sagt, at letur Danmark ikki Grønland til USA, fer hann
umstøðurnar eisini hava kollvelt altjóða valdsjavnvágina. Ráðstevnan um Føroyar í spentu heimsstøðuni skal lýsa viðurskiftini og skapa orðaskifti um, hvussu vit styrkja mótstøðuføri Føroya, nú størri ótryggleiki [...] stóran dent á veitingartrygd, tá tað ræður um neyðsynjarvørur. Í dag er støðugt talgilt samband við útheimin avgerandi fyri mangar dagligar tænastur, og hetta ger okkum viðbrekin, tí hóttanir frá teldusníkum [...] at raðfesta átøk á tilbúgvingarøkinum. Við støði í váðamyndini verður eisini neyðugt at gera tilmæli um, hvørja tilbúgving húsarhaldini, vinnulívið og landið eiga at hava, so at skaði av møguligum atsóknum
grøna orkuskiftið, við at menna ymiskar orkuloysnir fyri brúkaran. Hetta skuldi geva brúkarunum fjølbroyttari møguleikar at leggja um til grøna orku. Arbeiðsbólkurin bleiv settur, og í desember 2023 handaði [...] av limunum í arbeiðsbólkinum. Ingilín Strøm gjørdi síðani eitt lógaruppskot um broytingar í elveitingarlógini, har uppskotið um elmarknað var partur av uppskotinum. Men full undirtøka var ikki í samgonguni [...] skrivað, at “SEV keypir og selir elorku...” (ikki “alla elorku”) og hetta skal vera eftir boðum frá onkrum, sum hevur áhuga í málinum. Men hetta er júst sama orðing, sum stóð í uppskotinum hjá Ingilín Strøm
at ein "avtala um leyslating av gíslum" er fingin í lag. Tað upplýsir tíðindastovan AFP. - Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur fingið at vita frá semingsmonnum, at semja er gjørd um at lata gíslarnar [...] Netanyahu hevur kallað inn til fund í trygdarráðnum í Ísrael at atkvøða um avtaluna. - Forsætisráðharrin hevur biðið trygdarráðið um at koma saman í morgin (í dag, red.). Síðani kemur stjórnin á fund at [...] verður. Tað hava verið mótstríðandi fráboðanir frá ymiskum miðlum og ónevndum ísraelskum keldum um, nær hetta fer at henda. Góðkenningin hjá Ísrael av avtaluni er treytað av, at avtalan fær grønt ljós í
flogfarið hevði rent seg inn í ein fuglaflokk. Flogserfrøðingar hava annars sett spurnartekin við, um hetta kann vera orsøkin til vanlukkuna. Teir hava eisini víst á, at lendingarhjólini ikki vóru niðri, [...] báðum motorunum á flogfarinum, sum herfyri fór í knús undir lending á Muan-flogvøllinum í Suðurkorea. Hetta siga fólk, sum hava kunnleika til kanningararbeiðið av flogvanlukkuni yvirfyri Reuters. Kanningarleiðarin [...] samanstoyturin við ein fuglaflokk hava havt sín týdning, men avleiðingarnar eru alt ov stórar til, at hetta er beinleiðis orsøkin. Soleiðis hevur ein fyrrverandi lærari við flogskúlan hjá italsku verjuni, Gregory
fráboðan um, at ein rútur var brotin í einum kamarsvindeyga. Úr Vági kom ein fráboðan klokkan 5:40 um, at ein bátur var í ferð við at slíta endarnar, og biðið var um hjálp. Á Toftum kom fráboðan um, at ein [...] húsaklædningur var um at ríva, og í Rituvík var ein ryggás um at fara. Klokkan 6:30 komu boð úr Klaksvík um, at ein húsaklædningar var rivin í storminum, og í Norðragøtu kom fráboðan um leysar lutir, sum [...] fráboðanir frá fólki kring landið um skaðar. Fyrsta fráboðanin var úr Hoyvík, har ein altan á einum húsum var við at ríva. Stutt eftir kom fráboðan úr Trongisvági um, at eitt vindeyga var farið í kjallara