tey fáa eisini nakað av hjáveiði. Upsafiskiskapurin er smáligur. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði. Nú vita vit ikki, um nýggi Eysturbúgvin hevur loyst, men [...] fara so eisini á gulllaksaveiði í vertíðini. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á kongafiskaveiði og kemur inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. - Og ein frystitrolari fiskar svartkalva, verður [...] ella hava verið norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. - Vit rokna við, at tríggir trolbátar landa hesa vikuna. Hin fjórði landar í næstu viku. Tvey garnaskip fiska svartkalva
verið nógv at hoyrt og sær tað út til, at Fríði heldur áfram at ríkað okkum við sínum góða fólka- og popp tónleiki. Vit gleða okkum til eina hugnaliga konsert tá Fríði fer á pall og vænta, at hetta verður [...] verður enn ein av góðu løtunum, á OY Voxbotn 2023. Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji
Kalsø og Eydna Thomsen, sum fara at standa á odda fyri venjingunum. Í Klaksvík siga tey, at tilboðið er ætlað øllum, sum eru 60+ og øll, sum melda seg til, sleppa at luttaka. Kostnaðurin fyri hvørt skeiðið [...] Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólti í Klaksvík, tí skjótt byrjar heystskeiðið. Venjingarnar verða mikukvøld klokkan 19 og fríggjamorgun klokkan 08. - Aftur hesaferð verða tað Marjun Kalsø [...] skeiðið er 300 krónur, og á heimasíðuni www.klaksvik.fo ber til at melda seg til heilsufótbóltin. Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipað
kemur inn at landa í næstu viku, er á Íslandsrygginum og fær mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag. Um frystilínuskipini verður sagt, at tvey eru [...] Sagt verður, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva. - Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og tað verður veðrið eisini. Tí verður roknað við, at nakað verður [...] verður av útróðri. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum á landgrunninum er smáligur. - Møguliga fer onkur útróðrarbátur á Føroyabanka, og her er góður fiskiskapur, verður
landsins avdúkað. Ein kvinna er handtikin fyri at hava hjálpt Russlandi at leggja til rættis eitt álop á Volodymyr Zelenskyj. Ein kelda í trygdartænastuni sigur, at umrødda kvinna savnaði upplýsingar um ætlaðar [...] juni. Sambært SBU hjálpti hon Russlandi at leggja til rættis eitt ógvusligt loftálop í Mykolajiv-regiónini, meðan Volodymyr Zelenskyj vitjaði. Trygdartænastan sigur, at tey frammanundan vistu um ætlaninar
Tvøroyri í dag frá klokkan 14-18. Til ber at hoyra samrøðu við Annu, sum Tórður Mikkelsen hevði við hana í gjár, dagin fyri, at hon fylti 100. Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á leinkjuna - https://kvf.fo/gmf [...] Tvøroyri. Tey settu tey búgv við Sílá á Tvøroyri, har tey bygdu hús. Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga í dag, at 100 ára føðingardagurin hjá Annu Poulsen verður hildin saman við familju, vinum og kenningum
økinum, Evelyn Salgado, sigur, at higartil eru 45 fólk staðfest deyð, og 47 eru saknað. Tað er tørvur á mati og vatni, og hetta hevur elvt til, at íbúgvar eru byrjaðir at ræna handlar og hús í kenda fr [...] Myndugleikarnir í meksikanska frítíðarbýnum, Acapulco, sum herfyri varð raktur av ódnarveðri, siga, at talið av deyðum og saknaðum nú nærkast 100. Tá ódnin Otis rakti økið mikudagin í síðstu viku, endaði [...] frítíðarbýnum, Acapulco, veit Reuters at siga.
Heimsheilsustovnurin WHO frá, at tólv sjúkrahús í Gaza lógu lamin. Stongsulin av Gaza, sum Ísrael hevur syrgt fyri hesar seinastu vikurnar, ger, at her er einki brennievni til at halda orkuverk og streymg [...] Heilsumálaráðið í Gaza sigur, at 16 av tilsamans 35 sjúkrahúsum í Gaza kunnu ikki longur viðgera sjúklingar, tí sjúkrahúsunum vanta brennievni til streymgeneratorarnar. Tey 19 sjúkrahúsini, sum framvegis [...] OCHA, í dag. Ísrael vil ikki loyva veitingum við brennievni til Gazageiran og grundgevur hetta við, at brennievni kann verða brúkt til hernaðarlig endamál. Hetta skrivar tíðindastovan NTB í dag.
Í kvøld sigur ísraelski herurin (IDF), at teirra herdeildir hava kringsett Gazabý. IDF sigur eisini, at Hamas-hermenn gera sonevnd "hit-and-run" álop á ísraelsku hermenninar. - Teir koma út úr tunnilsopum [...] tunnilsopum, húsum og íbúðum, skjóta móti okkum, og so hvørva teir aftur. Reuters sigur, at tíðindini um framferðarháttin hjá Hamas eru ikki váttað av óheftum keldum. Sambært AFP, sigur ein talsmaður fyri vápnaðu [...] soleiðis í einum ljóðboðum: - Gaza verður eitt forbannilsi fyri Ísrael, og ísraelsku hermenninir fara at koma heimaftur í líkposum. Sambært ísraelska herinum hava tilsamans 20 ísraelskir hermenn higartil
fyrrapartin byrja klokkan 9.30 og enda klokkan 12. Til ber at stroyma kappingina á: https://www.svimjing.com/ Tað er siðvenja, at tað er ókeypis at síggja svimjikappingina, soleiðis verður eisini á stuttgeil [...] innleiðandi í morgun, samstundis sum juniorar kappast um at gerast juniormeistarar. Seks tey skjótastu koma víðari í finaluna, har kappast verður um at gerast føroyameistari. Finalurnar byrja klokkan 17 í