liðini, sum stríðast um uppflytingarsessirnar. Málið, sum var eitt sjálvmál, kom eftir, at Jens Martin ikki megnaði at halda einum innleggið. Tíverri datt bólturin niður á verjuleikaran, David Craig, haðani [...] sagt frá, at hann hevði eina frálíka bjarging tá góður hálvur tími var leiktur. Í hesum døgum verður annars tingast um, hvørt teir báðir føroyingarnir skulu halda fram í skotska felagnum, eftir at leigumál [...] leigumál teirra renna út. Meira verður helst at frætta um hetta í næstum.
Fótbóltssambandið samd í. Og nú verður ein roynd gjørd fyri at fáa kappingina meiri livandi og fyri samstundis at røkka einum øðrum máli, sum er at kvinnufótbóltur verður spældur so nógva staðni kring landið [...] landið, sum tað ber til. Í uppskotinum um skrá, sum FSF á aðalfundinum í dag fer at handa feløgunum, stendur, at kvinnurnar undan summarsteðginum skulu spæla í tveimum bólkum. Eftir summarsteðgin skulu trý
Tað sigst, at føroyingar eru allastaðni og tað hendir seg meiri enn so, at teir síggjast við hvørt. Jóhannus Egolm Hansen hevur í hvussu er gjørt eina roynd at vís, at hann er til. Jóhannus eigur, saman [...] eisini við lærda háskúlan í Keypmannahavn í fakinum »Keyp og søla av virkjum«. Tað er í tí eginleikanum, at hann, saman við einum starvsfelaga hevur givið út bókina »Køb og salg af virksomheder«. Bókin er ætla
fyrireikararnir á tann veruleika, at hesar deildir verða stongdar í tríggjar mánaðir í summar, vegna sparingar. Sinnisbati heitir á øll innan psykiatriska økið um at koma til fundar. Hetta er eisini galdandi [...] avvarðandi og tey, ið eru um psykiskt sjúk og veik í gerandisdegnum. Tað er ikki neyðugt at vera limur fyri at koma á fundin. Eftir fundin og fyrilesturin, hevur Sinnisbati aðalfund. [...] Jóhanna Andreasen, sjúkrasystir røður um evnið ?Virðing fyri teim psykiskt sjúku?. Møguleiki verður at seta spurningar. Fyrireikararnir vænta eitt gagnligt orðaskifti um eitt sera viðkomandi evnið, nú
ikki upplýsa søluprísin. Men hann sigur, at báðir partar eru nøgdir við prísin. Jónsvein Knudsen sigur, at tað er ikki tí, at teir hava nakað nýtt á borðinum, at skipið verður selt beint nú. Talan er bara [...] bara um vanliga forrætning, sigur hann og leggur aftrat, at hann skal siga frá aftur um eini tvey ár, hvørt hetta var klókt ella ikki. Brillant er seldur við øllum loyvum, sigur hann. Men samstarvið við
vóru samankomin á bryggjuni at taka ímóti hesum stásiliga fari. Røður vóru hildnar og felagskórið Gøta/Lorvík setti sín serliga dám á hátíðarløtuna. Aftaná varð boðið umborð at síggja skipið. Bygdaráðsformaðurin [...] Driftini, størri og betri útgjørdur enn tann fyrri. Um tann nýggi Jupiter kemur at roynast líka væl sum tann fyrri, fer hann at føra mangan góðan fongin heim., segði Jógvan Gregersen. Í Blaðnum í morgin hava [...] ormaðurin, Jógvan Gregersen, segði, at hetta er triði Jupiter, sum kemur til bygduna. Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnufelag, síðani keypti Driftin Jupiter aftur til bygdina, og her liggur so annar Jupiter
desember og nú verður arbeitt av øllum alvi, at inniloka støðina, so at hon kann verða tikin í nýtslu sum ætlað. -Tað gongur sum tað skal. Vit rokna við, at verða liðug til 1. mars, sigur býarverkfrøðingurin [...] ar og sjúkrabilur fara at standa. Í ovaru hæddunum verða skrivstova, fundarhøli, køkur, wc og baðirúm. Tað er Fuglafjarðar kommuna sum fíggjar nýggju Brandstøðina, ið er mett at kosta 2,2 milliónir krónur
og dansur verður so at siga í hvørjari bygd, og stórfýrverk er keypt í sera stórum mongdum. P/F J.F. Kjølbro Heilsøla, sum í fleiri ár hevur selt stórfýrverk, sigur, at áhugin fyri at keypa stórfýrverk er [...] Í lýsing aðrastaðni í blaðnum í dag bjóðar Kjølbro Heilsøla øllum teimum, sum hava áhuga at keypa fýrverk, at seta seg í samband við teir.
saman við síni jazzkvartett at undirhalda við góðum jóla- og hugnaligum undirhaldstónleiki. Tiltakið verður skipað sum tónleikakafé, har fólk í hugnaligum umhvørvi hava møguleika at njóta ein bita aftur við [...] fingu, ið hvussu er, tey, ið lurtaðu eftir undirhaldssendingini hjá útvarpinum herfyri, at sanna. Hon er nýliga byrjað at syngja jazz, og saman við sær hevur hon nakrar ungar evnaríkar tónleikarar, nevniliga [...] Jacobsen. Saman eita tey Eivør Pállsdóttir Kvartett. Tiltakið byrjar kl. 21 og endar um midnáttarleið. At koma inn kostar 50 kr.
Hergeiri Nielsen og vísir á, at Hergeir als ikki hevur fingið heimild at svara vegna flokkin. Hvørji og hvussu nóg svar Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur fingið til fyrispurningin, fáa vit at vita í næsta blað. [...] Á midnátt var freistin hjá politisku flokkunum at svara spurninginum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð, um ein komandi oljuvinna skal savnast í Suðuroynni, úti. Tá Sosialurin tosaði við skrivaran í oljuvinnuráðnum [...] frá, fyrr enn freistin var úti á midnátt. Men Sjálvstýrisflokkurin hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at hann hevur svarað oljuvinnuráðnum. Eisini hevur Hergeir Nielsen svarað fyri Tjóðveldisflokkin, og hevur