000 kr. um mánaðin – sum er 36.000 kr. um árið – so familjur í størri mun ikki hava fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi. Vit hava lagt uppskot fram, har pengarnir fylgja barninum, so familjan [...] land okkara. Tó, so er tað ikki ein gongd leið, vit síggja nú, tá tosað verður um eitt sjálvstøðugt land við sjálvberandi búskapi. Heldur enn at styrkja um kappingarførið hjá vinnuni, so versnar tað. Heldur [...] Heldur enn at vaksa um búskapin, so verður minkað um hann. Alt meðan útreiðslurnar spola avstað. Hesi viðurskifti mugu fáast upp á pláss, um vit skulu megna at gerast meiri sjálvstøðug. - Nei, ikki var kenslan
er talan um 38%. Tá stóra talið av útlendingum í arbeiðsfjøldini fer at minka, enda vit helst nakað omanfyri 40%, kanska upp í móti 45%. Meira vælferð? Ja takk, men bara um onnur betala! Eitt so stórt tal [...] stór, verður skatturin so harður, at ov lítið verður eftir til býli, mat og klæðir hjá privata húsarhaldinum. Um Danmark hevði lutfalsliga líka nógv alment lønt sum Føroyar, so livdu flestu donsku familjur [...] familjur í fátækaváða vegna ov høgan skatt. Fyri at koma upp á eitt so stórt tal av alment løntum sum okkara, so er tí ikki nóg mikið við skatti og avgjøldum á vanliga borgaran. Har mugu eisini sokallaðar
Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum, og fegnast um, at kanningin hevur rakt so breitt. Kanningarúrslit Kanningin fevnir rættiliga víða, og spurt verður m.a. um viðurskifti sum heilsu, trivnað, sjúku, rørslu [...] úrslitini frá kanningini verða løgd fram í eini frágreiðing tíðliga komandi ár, og verða tey tá tøk hjá almenninginum. Væntast kann tó, at ávís úrslit verða løgd fram gjøgnum veturin. Eitt nú eru tølini [...] aldurbólkarnir undir 39 ár og eldri enn 70 ár eru eitt sindur undirumboðaðir. Frávikini eru tó ikki so stór, at tey kunnu væntast at skeikla úrslitini munandi. - Liviumstøður, tørvur o.a. eru ymisk, alt
Brattalíð, sum er staðkendur og veit nógv at siga um ymisku støðini, sum gingið verður framvið. Tilmelding er bindandi og møguleiki er at seta seg á bíðilista, um so er, at túrurin verður útseldur. Tað er avmarkað [...] Borgarknapp við sínum 574 metrum. Komin til Vágs fæst ein matpakki við føroyskum viðskera. Gingið verður so eftir varðagøtuni frá Vági og til Akraberg. Útsýnið yvir vestursíðuna á Suðuroy og Beinisvørð er einastandi [...] gongutúrinum verða nakrir steðgir, har man fær vatn og okkurt gott afturvið, áðrenn leiðin heldur fram. Túrurin er avbjóðandi og er ikki hóskandi fyri børn. Væntast kann, at tað er bratt og heldur torført
variatión – ein støðug endurtøka av stuttum motivum (lagbrotum), sum alla tíðina broytast eitt vet, so tónleikurin hóast tær mongu endurtøkurnar ikki ”stendur í stað” men alsamt fer nýggjar leiðir. Hjá [...] tónleikin við eittans orði, má tað vera ró – ein altfevnandi og myndskapandi ró. Nótaútgávan fevnir um klaverstykkini á fyrstu talgildu tónleikaútgávuni hjá Elii, ”impressions” (Tutl, 2020), meginpartin [...] á Faroese Music Awards. Konsert og bókaframløga á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum Bókin verður løgd fram á eini stuttari konsert á Bókadøgum 2023 í Norðurlandahúsinum, har ungi klaverleikarin Jákup Tórgarð
Talan var um vinardyst á norska tjóðarvøllinum Ullevaal í Oslo. Bæði málini vórðu skorað undan steðginum. Seinastu ferðirnar hevur talan verið um byrjunarsjúku, og hon gjørdi eisini í kvøld um seg. Longu [...] stórari styrki inn í føroyska brotsteigin. Hann kláraði akkurát ikki at røkka fram til bóltin eftir innlegg úr høgru, og so brast hann í stólpan og lá eina løtu í nógvari pínu. Ikki minst Manchester City [...] verjuspælið ikki var so sannførandi. Í 24. minutti varð 2-0. Málskjútti var Oscar Bobb, sum av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr høgru smekkaði bóltin umvegis nærra stólpa og í málið. So lúrdi stórt tap
Dalsgaard legði fram bók sína um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann. Kendi kjakarin, tann 86 ára gamli Virgar T. Dalsgaard úr Havn, sum býr í Keypmannahavn, hevur skrivað eina ævisøgu um Petur Mohr Dam [...] frá í ein heilan tíma um søgur um Petur Mohr Dam og uppruna Javnaðarfloksins úr bókini. Við greiðari og harðari røddi greidd hann frá, uttan manuskript. Tað sást ikki, at talan var um ein 86 ára gamlan mann [...] Men lagnan vildi tað so, at hann mist pápan av vanlukku sum smádrongur og mátti vegna drúgva sjúkralegu siga kongsfestið í Kollafirði frá sær. – Handilin í Skopun mátti steingja, so alt húskið varð rakt
millum beinini á Ara í Haraldstovu Petersen í føroyska málinum. So var talan um mótbrekku, og tað hevði føroyska liðið alla orsøk at iðra seg um, tí tveir minuttir frammanundan hevði føroyska liðið risastóran [...] Grikkaland var omaná og spældi seg til málmøguleikar, so var hálvleiksstøðan 1-0, og tað mundi føroyska liðið ikki vera heilt misnøgt við, tí talan var um mistøk og nógvar óneyvar sendingar í uppspælinum. [...] tá ið Grikkaland fimm minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna. Uppspælið var í høgru, og tá ið føroyski málverjin ikki megnaði at beina bóltin burtur, so var miðframherjin Georgios Koutsias, sum umboðar
vórðu tiknar uppaftur í 1936, og síðan hava kappríðararnir ikki helmað í. Fleiri kappríðingar komu so líðandi aftrat teirri á ólavsøku. Føroya Ríðingarfelag fekk ríðibreyt í Marknagili í 1970, og á henni [...] tunnilsarbeiði órógvar breytina í Marknagili. Føroya Ríðingarfelag gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali í 1977, og fyrstu fjósini komu har í 1981. Felaghúsið kom í 1994 og er júst útbygt [...] hevur eisini Føroysk Íslandsrossafelag egin fjós og egna høll. Bókin ”Ross og fólk” lýsir gjølla søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum, og frá 1943 eltir hon serliga slóðina hjá Føroya Ríðingarfelag.
Í gjár vendi ein maður sær til løgregluna og vildi melda ein tilburð, sum var farin fram í Steinatúni í Havn sunnumorgunin. - Maðurin segði, at hann hevði fingið eitt slag í andlitið. Hetta er eitt mál [...] nú verður kannað, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. Tey vistu ikki meira at siga um hetta málið í løtuni. Í gjár ringdu eisini tollarar av flogvøllinum í Vágum og søgdu seg hava tikið [...] vísti tað seg, at hann hevði eina pinkulítla nøgd av hassji uppi á sær, kanska eini trý gramm ella so. Sambært vaktleiðaranum greiddi útlendski ferðamaðurin frá, at hann helt tað vera púra lógligt at koma