eisini skapa mistrivnað við opið at taka partí, bera ímillum og stinga kílar. Rúni var trúgvur sum trøllið. Satt at siga, so er tað ikki fyrrenn í hesum døgum, at eg veit av, at Rúni og Ovi eru brøður. Ovi [...] íholdanin av mínum minnum um Rúna. Tey eru bara góð, og eg havi ikki hugflog at hugsa mær, at nakar, sum hevur kent Rúna, veit frá øðrum at siga. Við síni stillføru og nærløgdu umsorgan fyri tí felagsskapi, sum [...] fleiri orsøkir til tess, eitt nú góðir leikarar og ein venjari, ið hevur fingið leikararnar at trúgva uppá, at teir kunnu fáa góð úrslit og eitt pláss í oddinum. Hettar sæst alt á vøllinum, men tað er ikki
hevði verið uttanlanda og lært seg kynstrið at garva. Fiskifør í fyritøkuna Sum fiskaframleiðari var umráðandi at hava rávørugrundarlag, og valdi fyritøkan tí at ogna sær fiskifør. Frá 1905 og fram til 1925 [...] vísa seg at gerast serliga væl eydnað. Tað skuldi nevniliga ikki eydnast flogfarinum at gera ein einasta túr millum londini. Flogfarið var eitt kombinerað vatn- og landflogfar. Stutt eftir at flogfarið [...] og avgjørt var tí at senda tað niður til Danmarkar til umvælingar. Men fyri at gera ilt verri, so misti farmaskipið flogfarið fyri borð, og burtur var tað. Nú vísti hetta seg ikki at fáa ta stóru ávirkanina
Nøkur hildu tó uppá, at ein fundur við henda glataða spælimann kundi seta sær varandi spor. Tann heildarútgáva, sum nú er komin, tykist at vátta hetta og bera vitnisburð um, at ið hvussu er ein av hesum [...] varð-veita Regins tónlistarliga verk. Greitt var, at av tí at tónaskaldið ikki festi síni løg á blað, var neyðugt at lata tey taka upp í einum upptøkuhøli. Farið varð undir henda setning, og árini 1972-77 vórðu [...] men í máta at sansa og fata fólk og náttúru, er Chr. Matras. Tekstir sum "Rógva teir, rógva teir" ella "Neytakonur" eru at líkna við stillførar fólkalívsmyndir, har tað yrkjandi eg-ið at kalla ikki er
sigur tá, at umráðandi er at vera væl fyri bæði til likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. - Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum [...] m. Tí er hvørgin teirra vorðin altjóða meistari, tó at teir av røttum langt síðan áttu at havt tryggjað sær IM-heitið, tí gávurnar eiga teir til at útinna setningin. Og soleiðis er kanska vorðið hjá flest [...] ið tað veruliga glógvar í, kemur ofta fyri, at talv verður sekundert hjá viðkomandi, tí kanska dámar honum betur at spæla fótbólt. Aðrastaðni verður sagt, at talv er vorðin ein kappingarítrótt fyri ungar
Eg haldi ikki, at eg havi stórvegis nyttu av átrúnaði. Men tað eru fleiri, sum hava nyttu av honum. Tað gevur teimum nakað at styðja seg til og at savnast um. Men eg vildi nú ynskt, at tey kundu hildið [...] kanst ikki siga, at øll hini eru býtt, bara tí teirra gudsfatan er øðrvísi enn tín egna. Tá haldi eg í øllum førum ikki, at tú hevur hugsað serliga langt. – Her í Føroyum tykjast vit halda, at protestantiska [...] fold eru túsund gudar – sipar til, at tað er átrúnaður heldur enn kristindómur, sum Pól F. og Hanus vilja pilka eitt sindur við. – Tað er tað avgjørt, og eg haldi ikki, at Pól F. hevði nakað ímóti kristindómi
staðfestir í sama viðfangi, at sjálv grundhugsanin um at hava øll liðini í ketuni, frá smolti til lidnu portiónina, var avgerandi fyri virksemið hjá sær. Avleiðing bleiv, at vinnulívsmaðurin í juni 2003 [...] Hjelm. Hesi amboð, maskinur, skuldu sambært Hera Hjelm koma at kosta dýrt, tá avtornaði. - Á heysti 2003 fekk Toll & Skatt (Taks, red.) at vita, at maskinurnar vóru fluttar út av virkinum. Hesar upplýsingar [...] mínum tykki ikki var reelt, hevði felagið klárað at gjalda hvørjum sítt. Har vóru eisini pengar til at gjalda kurator 250.000 krónur, umframt mvg, fyri at gera búgvið upp, sigur Heri Hjelm. Slepti øllum
lovaði dóttrini at eg skuldi gera tað um eg skoraði, segði Óli Johannesen eftir dystin. Óli var fegin um eina stigi, tí hann metti at hansara menn høvdu avrikað væl í dystinum og prógvað, at teir ikki ætla [...] Myndin hevur leingi verið, at EB/Streymur hava tókst at verið tey sterkastu liðini, men leingi hava lið eisini elt teimum og ikki viljað slept. Men nú rakk ikki longur hjá hvørki KÍ ella Víkingi, sum eru [...] verri málmuni enn TB. Arnbjørn lýsti Tað kom væl við hjá oddaliðnum EB/Streymi, at Arnbjørn Hansen loksins var førur fyri at spæla við aftur frá byrjan. Hann skuldi bara nýta 12 minuttir, áðrenn hann sýndi
Kollafirði helst fór at vera góð tíðindi á Skálafjørðinum. Vann Neistin í Kollafirði fór StÍF at hava fýra stig til góðar á avgerandi fjórða plássinum, meðan ein KÍF-sigur fór at spæla StÍF fram um Neistan [...] hjálpti StÍF við hesum. Samstundis vistu fólk á Skála, at KÍF hevði hug at vera á odda við einum og tveimum málum í Kollafirði. Og nú fekk StÍF hug at økja. Tá ið 20 minuttir vóru leiktir økti Martin Danielsen [...] hevur tvey stig frá øðrum til fimta pláss nú, eftir at KÍF vendi 17-20 til 22-21 í evstu løtu. Tað var í roynd og veru bert StÍF, sum hevði nakað at spæla fyri á Skála í dag, tá ið Kyndil kom á vitjan
elektrisitet í høvuðsheitum gjørt við at lata vatn renna ígjøgnum el-turbinur, og við at spræna tungolju inn í motorar á kraftverkum. Tað hevur mangan verið ført fram, at 55% av elektrisitetinum verður framleitt [...] kr - 3 milliardir - at minka útlátið 20%? Spurningurin er, um hetta er bíligasti mátin at útbyggja elorkuna uppá í mun til minkingina av CO2-útláti? Tað hevði verið sera áhugavert at sæð eina uppgerð yvir [...] gartnarar hjá Tórshavnar kommunu hava brúkt í miðbýnum í Havn í summar. Greitt verður frá, at bilurin er so at siga ljóðleysur, kann koyra upp til 50 km um tíman og 60-80 km upp á eina løðing. Harafturat
hondstoypta tanngarðin, sum hevði hug at detta niður viðhvørt. Nú linkaði gamli, fall í djúpan larmandi svøvn og í løtum helt hann ondini so leingi, at eg helt, at nú vóru boð eftir honum. Og soleiðis var [...] Og alt hetta maskinarí fer í gongd, uttan at Jóannes nýtist at stýra nøkrum. Hetta hendir bara av sær sjálvum, tí Jóannes hevur fingið ein tanka og vil, at hesin tankin skal hoyrast sum ein setningur [...] vegnum til Æðuvíkar fara at sakna Jóannes Lind, tá ið tey koma heim aftur á Grækarismessu ella har á leið? Jóannes saknaði tjøldrini um veturin og á hvørjum ári gramdi hann seg um at tey blivu færri og færri