kanningarnar, at gróðurin var lítil, og hetta sást skjótt aftur á fiskinum, sum gjørdist rak. Seinastu árini hevur gróðurin verið miðal og heldur størri enn miðal, og hetta hevur eisini sæst aftur í fiskinum [...] um á føroyska landgrunninum hevur verið í lagi seinastu árini, og einki er, sum bendir á, at tað ikki eisini er í lagi í ár. Síðan fyrst í nítiárunum hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt gróðurkanningar, [...] fyri eini tíð síðan, vístu, at hóast fiskurin ikki er so nógvur og stórur, sum hann onkuntíð hevur verið, var fiskurin kortini feitur og í góðum standi. Sostatt er semja millum fiskifrøðingar um, at l
har ein og hvør, sum hevur hug til tess, kann fara oman á býráðið at síggja tekningar og gera møguligar viðmerkingar ella mótmæli til byggingina. Síðani verður málið aftur sent til byggi- og býarsams [...] Samtykt er í byggi- og býarsamskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, at serstaka byggisamtykin fyri økið frá Frelsunarherinum, tvørturum Grasagarð og niðan til Kommunuskúlan, skal broyast so skúlabygningurin [...] kann koma upp at standa. ? Málið var fyri í byggi- og býarsamskipanarnevndini, har tað var góðkent at broyta serstøku byggisamtyktina. Nú skal málið fyrst góðkennast í býráðnum, har tað verður lagt fram á
í 1975 við tí endamáli at skipa fyri konsertum við jazzi og øðrum rútmiskum tónleiki. Í fleiri ár var felagið eitt tað virknasta í landinum og stóð fyri óteljandi jazztiltøkum í Havn ? millum annað í gomlu [...] vetur. Fyribils verða tiltøkini hvørt leygarkvøld. Atgongugjaldið verður fyri fyrst 60 kr. Fyri limir í Havnar Jazzfelag og limir í samtakinum Grót verður atgongugjaldið tó bert 40 kr. September Lagt verður [...] klokkan 21.00. Frá kl. 23.00 fara Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu at spæla. Déjá Vu fer at spæla 20. september og Spælimenninir 27. september.
hjá GÍ. Dysturin varð leiktur sunnudagin í nógvum vindi, og ringa veðrið hevði við sær, at lítið av fótbóltsspæli var at síggja. B68 legði hart út og fekk eisini mál heilt tíðliga í dystinum. B68 royndi seg [...] seg við skoti móti málinum, sum ein verjuleikari fekk vart fyri, men Mariann Isaksen var fyrst á tí leysa bóltinum og beindi hann í netið. Bert fimm minuttir vórðu leiktir, tá hetta málið varð skotið, men [...] var skjót á bóltinum og skoraði. Henda støðan helt sær heilt til seinastu minuttirnar. Tá fekk GÍ fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Hansa Mikkelsen skeyt frísparkið uppum múrin og beinleiðis í málið
eydnaðist tað til endans. Eins og í Los Angeles vistu løgreglumenninir í Oklahoma City ikki, at at handtøkan varð sjónband-að, og myndirnar eru síðani vístar um alt USA og aðrastaðni í heiminum. Løgregluovastin [...] á sjónvarpsskíggjarnar og í bløðini. Hesaferð vístu myndirnar tveir løgreglumenn í ferð við at handtaka ein 50 ára gamlan svartan mann, Donald Pete. Maðurin er stórur á vøkstri og vigar 136 kilo, so tað [...] Løgregluovastin í Oklahoma City gjørdi skjótt av og bað alt fyri eitt samveldisløgregluna FBI kanna tilburðin. Frammanundan kannar ein serlig nevnd tilburðin seinasta vikuskiftið, tá ein løgreglumaður sló ein
Statoil, Martin Miles frá BP og Ron Landsdell frá Agip. (Í sambandi við stóra tiltakið gevur Sosialurin út eitt temablað um føroyska samfelagið og komandi oljuvinnu. Tilfar og lýsingar til hetta blaðið skulu [...] Tað eru Vinnuhúsið og Stefansons Hús, sum skipa fyri tiltakinum. Umframt ráðstevnuna verður eisini sokallað "Workshop", har einstøk feløg hava møguliga at sýna fram og gera vart við seg. Evnið fyri ráðstevnuna [...] leitingarskeiðinum. Umboð fyri allar operatørarnar í 1. útbjóðing verða við á ráðstevnuni og fara at leggja fram tilfar og leggja upp til orðaskifti. Evnini verða fjølbroytt. Á skránni er m.a. logistikkur,
viðgerð og ein framløga. Hetta er dagsskráin fyri tingfundin í dag, sum er tann 23 fundurin í hesi tingsetuni. Fyrst á skránni er frágreiðing frá Signari á Brúnni um ráðlegging av útbúgvingar- og gransk [...] olitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina. Síðani koma tvær fyrstu viðgerðir, ið báðar eru um sama evni. Tær eru nevniliga ávíkavist viðgerðir av fyrsta og øðrum parti av uppskoti [...] um at seta í gildi fyri Føroyar »lov nr. 359 af 2. juni 1999 og undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed«. Hetta
seinasta fríggjadag. Fyrst á skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 15/1999, ið er uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlandasáttmála frá fjóðra apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði. Viðgerðin [...] kommunuskattaprosentunum og kommunalan veðhaldsgrunn við meira. Málið varð beint í fíggjarnevndina. Triðja málið, tingmál nummar 40/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn við [...] Fríðriksmørk, Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana. Seinast á skránni var framløga, og vóru tað málini, ið viðgjørd vórðu á tingfundinum í gjár, ið vórðu løgd fram
ulið og vaksin, menn og kvinnur. Eftir at hann hevur verið knappar tveir mánaðir á Strondum, hevur venjarin sagt seg úr starvi. Besta mansliðið hjá StÍF hevur eftir trý umfør einki stig vunnið og er niðast [...] hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og hjá øllum dreingjaliðunum. Peter hevur verið í starvi hjá felagnum síðani fyrst í augst. StÍF skrivar eisini, at avtala er gjørd við Mads Lindkvist [...] sum venjari, skrivaði StÍF millum annað soleiðis: Peter er 33 ára gamal og kemur frá Odder, har hann fyrr hevur spælt hondbólt og verið venjari. Peter byrjaði sum venjari sum 15 ára gamal. Hann hevur f
hann valdur, og fýra ferðir hevur hann verið valdur til borgarstjóra. Hann hevur sitið í býráðnum í samfull 52 ár út í eitt, og sitið sum borgarstjóri í 16 ár. Fyrst frá 2005 til 2016 og síðani frá 2021 [...] men tað er altso ein D-vitamin um dagin. Eg taki einki annað yvirhøvur. Og so renni eg einar 4-5 kilometrar næstan hvønn morgun, og tað er gott, sigur Heðin Mortensen, sum javnan sæst á rennibreytini klokkan [...] heima. Lesið eisini: Heðin tekur fegin eitt tørn afturat – Men hon kennir meg og veit, at mær dámar væl at gera tingini liðug, og tað er tað, sum eg ætli mær, sigur Heðin Mortensen, sum á in.fo í morgun boðaði