møguleikar at velja í, tá farið var avstað frameftir. Og tað var ofta. Hol kom tó ikki á fyrr enn mitt í seinna hálvleiki, og tá hevði tað líkasum ligið í luftini eina løtu, at AB mundi fara at fáa okkurt [...] FÓTBÓLTUR Eftir veðrinum at døma, hevði AB ikki skikkað sær væl. Og tað munnu nú vera trý av hinum liðunum í fremstu mansdeildini, ið eisini eru av tí áskoðan, at argjamenn hava tikið ríkiligt í trimum [...] sjóndar, at hesi bæði liðini liva í hvør sínari verð. AB sólar sær – sjálvt í regninum – í ótrúligu viðgongdini, sum hevur verið síðstu dystirnar, meðan B36 hongur við nevinum og fær einki at bera til
somu løtu Manuel Neuer gjørdi av at fara hinvegin í Bayern Munchen málinum var greitt, at Chelsea hesa ferð hevur vunnið Champions League steypið, sum teir vóru so nær við at vinna í 2008 í Moskova. Sjálv [...] við tíggju monnum á Nou Camp at venda einum 2-0 tapi til ein 2-2 javnleik ov vinna samanlagt 3-2. Í sjálvari finaluni kom Chelsea afturúr sjey minuttir fyri tíð, men megnaði at javna. Tá Bayern Munchen fekk [...] brotssparkskappingini bjargaði Petr Cech aftur – tvær ferðir. Tað endaði við, at Didier Drogba stóð eftir við ábyrgdini av at tryggja Chelsea fyrsta Champions League heitið í søguni. Maðurin, ið fekk reytt
miðdepilin. Hon helt, at higartil hevur hesin frálíki hátíðardagur eydnast væl. - Tað er mær ein gleði og framíhjárættur at bjóða øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag. Gunvá vísti á, at hugskotið til dagin [...] fyrimun fram um mong onnur lond til at reka fiskivinnu, men hesin fyrimunur mundi verið lítið verdur, um landið ikki átti framskygdar menn, sum við áræði dugdu at fáa nakað burtur úr honum...” Gunvá helt [...] viðvíkjandi, sum fór fram í grannalondunum – og úrslitið verður, at fornu búskaparlíkindini, sum ikki kundu føða meiri enn 5000-6000 sálir, fara at hvørva; í staðin fáa vit fiskivinnuna, sum hevur skapað nógv
ð í Havn. Við øðrum orðum kostar tað góðar 710 krónur meira um dagin at flyta Bjørn Kalsø úr Havn til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta grannar hansara. Eisini Jákup Mikkelsen, Karsten Hansen og Johan [...] trivaliga upphædd endurgoldið árliga. 142.351,13 krónur fær hann at koyra úr Sørvági til Havnar. Kári P. Højgaard, sum brúkar minst líka langa tíð, um at flyta seg í sínum bili til Havnar sum Jørgen Niclasen, fær [...] kunnu so ugga seg við, at tey ikki verða snýtt fyri tað, sum verður rópt borðfæ. Landstýrisfólk fáa 2.372,52 um mánaðin ella tað, sum svarar til 28.470,23 árliga. Skattafrítt, væl at merkja. Løgmaður er í
samstundis sum høvuðspersónurin, við tað at bókin er skrivað úr sjónarmiði hansara. Væl hugsað og væl úr hondum greitt; so er bert at vóna, at vit lesarar hava skil fyri at virðismeta handverkið og listagávurnar [...] eru so mikið fangandi, at tú sleppur ikki bókini, fyrr enn hon er lisin á tamb. Og eftir situr ein og hugsar: Fløkt og fitt, greitt og genialt, og er tað neyvan uttan orsøk, at Ólafur Jóhann Sigurðsson [...] tekur hann ikki fyri fult, er eitt sindur forherðað, og hann hevur sítt stríð við at fáa orð á hana og bera seg rætt at. Søgan fer fram á bygd í Íslandi um miðja farnu øld ella nakað fyri tað. Gudmundur
ar (umframt ”tann gráa eminencan”) úr 8 ymiskum londum komnir til ta niðurstøðu, uttan tó at grundgeva hví, at tað hevði verið ”hent um galdandi gjaldoyraskipan við donsku krónuni sum grundgjaldoyra, varð [...] n við euroini sum grundgjaldoyra.” Teir, serfrøðingarnir, eru eisini av teirri áskoðan, at tað skal ”bannast, at almennu kassarnir seta seg í skuld.” Nóg mikið um hasa bókina. Í 2000 gav Føroya landsstýri [...] num og soleiðis rent landskassan í peningaligt óføri í so stóran mun, at ikki slepst undan nýggjum, álvarsligum inntøkulógum og at upptaka risastór lán til landskassans lógbundnu útreiðslur. Skýggini gerast
ar (umframt ”tann gráa eminencan”) úr 8 ymiskum londum komnir til ta niðurstøðu, uttan tó at grundgeva hví, at tað hevði verið ”hent um galdandi gjaldoyraskipan við donsku krónuni sum grundgjaldoyra, varð [...] n við euroini sum grundgjaldoyra.” Teir, serfrøðingarnir, eru eisini av teirri áskoðan, at tað skal ”bannast, at almennu kassarnir seta seg í skuld.” Nóg mikið um hasa bókina. Í 2000 gav Føroya landsstýri [...] num og soleiðis rent landskassan í peningaligt óføri í so stóran mun, at ikki slepst undan nýggjum, álvarsligum inntøkulógum og at upptaka risastór lán til landskassans lógbundnu útreiðslur. Skýggini gerast
vinstra bein. Tað sekundið var nóg langt til, at Bartal Eliasen slapp inn á strikuna at verja fyri, tá skotið kom. Tað var einu løtuna í seinna hálvleiki, at heimaliðið legði stórt trýst á ÍF, og burtur [...] liðunum, ið gjørdi heldur meira um seg fyri steðgin, tá báðir partar vóru felags um at hava so skjótar bóltflytingar, at ferðin gjørdist í meira lagi. Trýstið frá fuglfirðingum fevndi tó mestsum bara um [...] bóltinum – við arminum… Andy Olsen slapp at skjóta brotssparkið, men Andras Gango tveitti seg rætta vegin og helt veika skotinum. – Høvdu vit fingið mál tá, so trúgvi eg, at vit høvdu vunnið dystin. Vit vístu
(Flóvin Flekk – 1949) At fara um tey níti árini og framvegis at eiga so mong frísk og føgur ber at bera okkum yngru, prógvar bara, at aldur ikki altíð skal teljast í árum, men heldur í frískari heilsu [...] Tað vakurt er at droyma um sólð, ið farin er, og finna millum minni eitt lítið fagurt ber; men vakrast, tá ið gloymskan, tað hevði burturbeint, og finna tað so aftur at vera frískt og reint. (Flóvin Flekk [...] Eitt langt skifti var Jóhannes Andres Næs lærari við Vágs Skúla. Aftur at vanliga læraraarbeiði sínum var hann millum teir fremstu at útvega bygdini eitt bókasavn og ein tekniskan skúla, har hann í fleiri
sjey í 1989. Ole Skoubo greiðir flennandi frá, at tá var tíðin búgvin, at hann gavst, tí annars hevði liðið kanska flutt niður í 2. deild. Danin hevur hug at framhevja Jarnskor-brøðurnar, og málrevin Símun [...] Noregi til Landskrona at síggja fyrsta undankappingardystin hjá Føroyum móti Eysturríki hin 12. september í 1990. Hann sigur, at tað var ein minnilig hending, og tað var stuttligt at síggja sensasjónina [...] gjørdist fyrsta og einasta ferðin, at Skoubo var landsliðsvenjari. Meistari við GÍ Ole Skoubo kom aftur til Føroya í 1986, har hann stóð á odda fyri GÍ í fýra ár. Hann metir, at talan var um eina fantastiska