tey, sum eru atfinningarsom og sýna fyrivarni á hesum øki. Tey hava sjáldan nøkur verulig argument fyri at opna dyrnar fyri flóttum og innflytarum úr alskins herðashornum uppá víðan vegg, men eru sum flest [...] ikki sørt rørandi, at síggja løgmann gamlaárskvøld í sjónvarpinum, har hann við tár á kinn royndi at føra seg fram á altjóða flóttafólkapallinum, sum ein annar messias í hesi støðugt herdu kappingini millum [...] flóttafólkum, - og annars bjarga verðini!! Talan er ikki um at senda neyðhjálp, so tað munar har tey nú eru stødd, ella at gera tey meira sjálvbjargin í egnum umhvørvi, ella fyri tann skuld at stuðla teimum
eisini væl kent frá øðrum londum. – Á tann hátt kunnu vit tryggja okkum loftleiðir, sum vit halda vera samfelagsgagnligar, men sum tað ikki er so góð økonomi í at reka á einum reint kommersiellum grundarlagi [...] landinum av og á. Tað heldur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og demografur - fólkatalsfrøðingur. – Tað eru serliga tvey atlit, ið kunnu verða sædd sum forðingar, har fløskuhálsar eru í samferðslukervinum [...] ísin. Gjøldini fyri at koyra ígjøgnum okkara undirsjóvartunlar eru longu komin til tað punktið, og eg haldi heldur ikki, at prísurin á flogferðaseðlum longur er so høgur í mun til inntøkurnar hjá fólki
Víst hava vit skrivifrælsi, men hvat skulu vit brúka skrivifrælsi til, nú flestu avísurnar eru farnar á heysin, og tær sum eftir eru, hóra undan sum vikubløð, har helmingurin av innihaldinum eru lýsingar [...] grund at hátíðarhalda 1. mai dagin longur á Tvøroyri, tí á Tvøroyri hevði verkamannastættin sigrað! Pástandurin var hugdjarvur, men tíverri ikki eftirfarandi. Á Tvøroyri hevur nevniliga kapitalisman sigra [...] spottandi var tikið til, at vit høvdu flakavirkir á hvørjum tanga, so vóru tað júst flakavirkini, sum steðgaðu fólkafráflytingini til tey størri plássini. Og 77 var eisini árið vit fingu Mjólkavirkið Búnaðarmanna
nýggjar ráðharrar, skal senatið góðkenna teir. Skuldu vit sett eina líknandi skipan í gildið í Føroyum, skuldu vit valt løgmann - ella forseta, táið vit hava fingið sjálvstýrið - beinleiðis. Hann hevur so [...] sigur at Finn Norman Christensen gjørdi ein nýggjan bygnað í meginfyrisitingini sum byggir á seks aðalstýri. Men nú tykist tað sum um at teir tríggir samgonguflokkarnir ganga og billa sær inn, at tað ber [...] væl Stjórnmálafrøðingurin vísir á, at fyrisitingin virkar ikki nógv væl sum er. Hon er, sum sagt, býtt sundur í seks aðalstýri, men tað er onki samstarv ímillum tey. Vit hava ferð eftir ferð sæð, at eitt
fiskivinnuna, tvørturímóti skulu vit leggja dent á biotøknifrøðiliga gransking fyri framhaldandi at vera ein leiðandi fiskivinnutjóð, men vit hava brúk fyri fjølbroytni, um vit skulu varðveita høga føroyska [...] mugu vit hava nøkur modernaði bein at standa á í Føroyum, um vit framhaldandi skulu mennast, men politiski viljin tykist sambært honum ikki vera til staðar at gera neyðugu íløgurnar. - Føroyar eru eitt [...] ágrýtni fyri at koma upp á sjálvan tindin, heldur Pál Weihe, sum sjálvur hevur eyguni vend móti tindinum og vil røkka á mál. - Um vit raðfesta rætt og taka í egnan barm, kunnu vit sum tjóð saktans røkka
Líkasælan er baksíðan av vælferðarsamfelagnum. ? Vit eru vorðin so rík, at vit halda, vit kunnu vera Várharra fyriuttan. Vit eru vorðin líkasæl, tí vit halda, at vit kunnu rinda okkum frá øllum. Fólk skulu uppliva [...] okkara medmenniskjum, tí vit halda vit kunnu rinda okkum frá tí. Men tað kunnu vit ikki, sigur hon. Tað er ikki tí hon heldur, at vit kundu klárað okkum uttan pengar. Tí pengar eru góðir. Alt annað hevði [...] upplivur tú, at kirkjan er nær sum helst, hvar sum helst, har fólk eru. Og tað skuldu vit komu aftur til, tí vit brúka alt ov nógva orku upp á at kjakast um uttanumpynt, sigur Lone. Ræðist líkasæluna Størsti
fremstu, eru H71 og Neistin, og hesi bæði hittust í høllini á Hálsi í gjár, har tað sum heild gekk javnt á og eisini endaði við javnleiki. Neistin fekk betru byrjanina og kundi verið enn meira á odda, var [...] tryggan heimasigur við átta málum. Tó er lítið at ivast í, at teir í Team Klaksvík eru við at fóta sær. Nú er Martin Ritto komin aftrat, og tá liðið er betur samanspælt, verða óivað møguleikar fyri fleiri stigum [...] VÍF framvegis væl á teimum báðum fremstu plássunum í Atlantic Airways-kappingini. Neistin og H71 høvdu møguleikan at nærkast, men av tí at dysturin teirra millum endaði við javnleiki, eru kollfirðingar og
hópur ger tað, er lítið at ivast í. Tað er ringt at seta tal á, men siga vit nakrir hundrað túsund, fara vit neyvan skeiv. At teir flestu eru líka glaðir og helst vilja sleppa av við okkum, at teir føla [...] kirkju, á tingi, sum rættarmál osfr. Niðurlagið var, at vit fóru ongantíð at vera før fyri ella fáa ráð til at fáa føriskar skúlabøkur, vit fóru ongantíð at kunna skapa okkara egna litteratur, vit megnaðu [...] vælkomin at halda fram. Her skulu vit bara nevna Útvarp Føroya. Útvarpið Hvat í harrans navni skuldu vit við egnum útvarpi, tað fóru vit aldri at vera før fyri at røkja og reka, vit fóru aldri at fáa útbúgvið
um eina mýrusnípu á hásumri, fyrst spakuliga og síðan harðari. Ein situr og suffar: ?Á, ja,? og endurtekur aftur ?Á ja,? og løtu seinni ?Á ja.? Hon hjálpir klokkuni at minna okkum á, at tíðin gongur uttanfyri [...] einari vanligari stovu, síðan er hon komin her á ellisheimið. Ein kvinna, sum búði her, hevði hana við sær, nú er kvinnan farin og klokkan hongur eftir. ?Hon er akkurát komin aftur frá urmakaranum, tú skuldi [...] ovuni og suffar. ?Her er ikki nógv lív í, hjá mongum er drúgt. Vit eru slett ikki í hesum heimi ordiliga, vit sita bara og bíða, men vit sleppa heldur ikki burtur, eg skilji hetta ikki og tað er nokk heldur
Facebook! Á ein hátt kann gerandislívið á Facebook samanberast við ein almennan fund á Vaglinum. Nógv fólk, sum tú kennir væl ella nøkulunda, eru komin saman við hvør sínari mikrofon. Tú sigur okkurt í tína mikrofon [...] mistak, tí øll tey mongu orðaskiftini, ið har eru, kunnu vera bæði kveikjandi og spennandi. Í orðaskiftunum eru meiningarnar hvassar og óskerdar. Har eru ongir redaktørar, sum snerkja at tínum málburði [...] vinnulívið hevur als onki at gera á Facebook, og annar hvør brúkari frábiður sær lýsingar frá fyritøkum. Hesa hugsan hava fólk als ikki um eitt nú bløðini. Men bløðini eru heldur ikki sosial sambond millum