Í minsta lagi 36 fólk doyðu í ruðuleikanum, tá ótti kom á eina mannamúgvu við eina jarnbreytarstøð har norðuri í India í gjár. Myndugleikarnir siga, at fólk, sum vóru á veg til ta átrúnaðarligu hátíðina [...] høvdu sett seg á eina girðing at bíða. Men alt í einum hoyknaði girðingin undan teimum, og alt endaði í ruðuleika. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 14 fólk vóru deyð, men seinni váttaðu myndugleikarnir, at minst [...] høvdu latið lív. Kumbh Mela, sum verður hildin í býnum Allahabad, verður mett sum heimsins størsti átrúnaðarligi festivalur. Umleið 1,2 millión fólk búgva í býnum, men tá festivalurin er, eru næstan 40 milliónir
élag Landsbjörg í Íslandi 100.000 krónur - ella 1,6 miljónir íslendskar krónur sum gávu. Gávan er ein tøkk fyri tað ágrýtni og úthaldni, sum sjálvboðin bjargingarfólk í Íslandi løgdu í leitingararbeiðið [...] Brjánsdóttur, sum í gjár varð funnin deyð. Á Facebook-síðuni hjá Slysavarnafélagið Landsbjörg liggur eitt kort, har Polar Seafood boðar frá peningaliga stuðlinum til tey sjálvbodnu í leitingararbeiðnum [...] til leiðsluna í Slysavarnafélagið Landsbjörg og sjálvboðin, og kortið er undirskrivað av reiðaranum í Polar Seafood, Jörgen Fossheim. Á Facebook-síðuni takkar Slysavarnafélagið Landsbjörg í Íslandi reiðaríinum
Trafigura, sum er skrásett í Sveis, er dømt at gjalda góðar sjey milliónir krónur í bót fyri at hava lagt eitrandi burturkast í Fílabeinsstrondini. Málið hevur sín uppruna í 2006, tá skipið Probo Koala [...] men sambært myndugleikunum í Fílabeinsstrondini eru 17 fólk deyð av dálkingini. Fyrradagin dømdi ein niðurlendskur dómstólur Trafigura at gjalda góðar sjey milliónir krónur í bót fyri at hava brotið reglurnar [...] Koala Nederland legði fleiri hundrað tons av burturkasti upp á land í høvuðsstaðnum Abidjan. Stutt eftir byrjaðu fólk í býnum at kæra seg um ymsar trupulleikar við heilsuni. Trafigura hevur alla tíðina hildið
skjóta eftir einum líkfylgi í libyska býnum Benghazi í dag. Tíðindastovurnar skriva, at fólk fylgdu teimum 35, sum doyðu í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir í gjár. Tíðindastovan AP skrivar [...] fyri at drepa, tí fleiri vórðu rakt í høvdið ella bringuna. CNN hevur tosað við ein lækna á Al Jala-sjúkrahúsinum í Benghazi. Hann sigur, at minst 30 fólk eru deyð. Læknin sigur seg hava fingið at vita [...] uppi yvir líkfylginum. Arabiska sjónvarpið Al Jazeera sigur, at fólk í Benghazi vilja hava altjóða samfelagið at vísa hendingunum í býnum størri ans.
fram til, at í meðal verður tað millum 0,6 og 2,5 stig lýggjari í Skandinavia um eini 15 ár og millum 1,7 og 3,8 stiog lýggjari í 2050 enn nú. Samstundis vísa granskararnir á, at meðalhitin í Danmark er [...] nú 1,5 stig oman fyri meðalhitan í 1870´unum. Umframt meiri hita vænta granskararnir minni avfall í Danmark, og samanumtikið verður veðrið í Danmark, soleiðis sum tað er í Norðurfraklandi nú. Tað fer at [...] Eins deyð, annans breyð sigur tað gamla orðafellið. Soleiðis verður tað eisini við veðurlagsbroytingunum, og sambært granskarum verður Danmark eitt av teimum londunum, sum fáa fíggjarligt gagn av broytingunum
"Stan" hevur elvt til í Guatemala og grannalondunum. Í Guatemala halda myndugleikarnir, at ódnin hevur kravt minst 2.000 mannalív, í El Salvador eru 67 deyð, í Nikaragua 11 og í Meksiko 24. [...] tólv metrar niður til húsatekjurnar. Í trý samdøgur royndu bjargingarmenninir at grava seg niður til húsini, men tað vísti seg at vera vónleyst. Myndugleikarnir í Guatemala siga, at Panabaj verður helst [...] Tey 1400 fólkini í Panabaj lógu og svóvu, tá ein ovurstór skriða leyp oman yvir bygdina. Tá bjargingarliðini komu á staðið, vísti tað seg, at tað mesta av bygdini lá undir mold og runu, og summastaðni
17. mars. Geirtrúð, deyð í 659. Dóttir Pippin eldra og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið í Nivelles í Belgiu og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað var hon verndari hjá ferðandi fólki [...] við nógvar vegir í Evropa vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi og tey fátæku kundu fáa hjálp. Navnið er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki. Hesin dagurin verður í Mikinesi eisini [...] Írlands. Tá ið hann doyði í 461, hevði hann bygt nógvar kirkjur og stovnað kleystur, og tað var frá hesum kleystrum, at írskir munkar hava leitað higar og fingið sær tilhald ? eitt nú í Mikinesi, har pátriksmessa
Á middegi í gjár hvødu bjargingarliðini funnið ellivu deyð aftan á vanlukkuna í Konya, sum er miðskeiðis í Turkalandi. Umleið 30 onnur vórðu flutt á sjúkrahús, og níggju vóru ikki komin afturíaftur. Í [...] Íbúðarhúsini vóru í fleiri hæddum. Har vóru 36 íbúðir, og hildið verður, at umleið 120 fólk vóru í húsunum, tá tey rapaðu. Hetta er ikki tann fyrsta vanlukkan av hesum slagnum í Turkalandi. So seint sum [...] sum leyggardagin doyðu seks fólk, tá eini hús í Istanbul brádliga rapaðu, og seinasta summar douðu níggju studentar, tá ein skúli rapaði. Í teimum flestu førunum hevur tað víst seg, at húsini hava verið
Talið av íbúgvum í Føroyum er seinastu árini voksið so mikið nógv, at íbúgvatalið nú nærkast 50.000. Tað vísa seinastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya. Í 2015 vaks fólkatalið í Føroyum nevniliga við 546 [...] so at tað 1. januar 2016 búðu 49.192 føroyingar í Føroyum. Orsøkirnar til vøksturin eru tvinnar í 2015. Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, var 230 fólk, meðan nettotilflytingin, ið er munurin [...] munurin millum tilflyting og fráflyting, var 316 fólk. Hagstova Føroya leggur tó dent á í teirra greining, at góða gongdin í fólkatalinum ikki skyldast burðaravlopinum, ið hevur verið fallandi síðstu árini,
sum hevur valdið í Egyptalandi, hevur nú biðið um umbering fyri, at fleiri mótmælisfólk hava latið lív í ófriðinum í Kairo og øðrum stórbýum teir seinastu dagarnar. Heilsumálaráðið í Kairo sigur, at 35 [...] 35 fólk eru deyð í samanbrestum millum mótmælisfólk og hermenn ta seinastu vikuna, men mótmælisfólk siga, at talið er nógv størri. -Tað ovasta ráðið harmast og biður um umbering fyri, at so nógvir egyptiskir [...] egyptiskir pínslarváttar hava latið lív á Tahrir-torginum í Kairo teir seinastu dagarnar, stendur í einari fráboðan frá hernaðarráðnum. Ráðið leggur afturat, at drápini verða kannað, og at teir, sum hava ábyrgdina