at vit eru á markinum til lógarbrot. Men vit trívast á markinum. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar kann nokta okkum at skriva Eldvatn, tí tað er eitt av nøvnunum hjá fyritøkuni, og so mugu fólk nokta okkum [...] at sleppa hesi lógini, um hon ikki hevur undirtøku. Erling Eidesgaard er púra samdur við Bjørn á Heygum í hesum, og greiðir frá, at hann heldur, at tey flestu flenna at hesum hendingunum og hesi lógini, [...] saft, sodavatn og nógv annað, sum ikki er rúsandi løgur, sigur Bjørn á Heygum. Øll flenna bara Eitt eru Bjørn á Heygum og Erling Eidesgaard púra samdir um. Støðan við hesum lýsingunum byrjar at gerast rættiliga
000 palestinar flóttafólk. Í dag metir mann, at fleiri enn fýra milliónir eru palestinsk flóttafólk í útlegd og higartil eru hesi statsleys. Í dag búgva yvir 20.000 palestinar í Danmark. [...] johan@sosialurin.fo Í farnu viku var 60 ár síðan staturin Ísrael var settur á stovn. Og fleiri sendingar eru settar á skrá í sjónvarps- og útvarpsrásum í okkara parti av heiminum. Ísrael eigur eitt serligt stað [...] og Tiberias. Síðst í 19. og fyrst í 20. øld var samleikin hjá palestinskum arabarum ikki sum eitt fólk, sum fyrst og fremst var palestinskt, men heldur sóu teir seg sum sáttar av Osmanska Ríkinum og samstundis
Bergen ella Stavanger. Fast rutusamband við hesi londini: Danmark, Noreg, Skotland og Ísland kann koma at fáa sera positivar fylgjur fyri okkum sum land og fólk. Her hugsa vit bæði um handilsliga og vinnuliga [...] TAÐ verður oftani tikið til - av afturhaldskreftum sjálvandi - at vit føroyingar eru ov fáir og ov smáir til at megna nakað sjálvir. Tað er bara ikki rætt. Vit megna tað vit vilja. Og viljanum tykist oftani [...] felagið í dag - fyribils tó bert í summartíðini - hevur tvey flogfør í drift, harav annað er leigað.Tað eru hend stór framstig hjá felagnum og síggja vit tað best nú, tá tað verður flogið til Danmarkar tvær
húsagangin hjá loysingarflokkunum í 1992. Men hvat er so hent síðani? kunnu fólk spyrja. Er nøkur fullveldisfíggjarlóg at síggja? Eru nakrar serføroyskar loysnir skornar, sum gera at ongin kemur at merkja yvirtøkur [...] tí tað vita øll at teir gera. Spurningurin er bert hvussu skjótt. Eftir at ríkisveitingarnar eru minkaðar, eru frumintøkurnar frá blokkinum, nú aftur áleið tær somu, sum tær vóru árini 1985/88 tá íð Tjó [...] bakkaverja í Sumba o.s.fr. o.s.fr. Landstýrismenn og løgtingsmenn hava síðani kappast um at fortelja, at hesi mál koma eisini við. Samgonguskjalið verður havt á lofti í sambandi við skattalættan. Postverkið var
við ambulansur, samstarv við løgreglu, samskifti o.s.f. Tilsamans 39 fólk í Vágum og Mykinesi hava lokið hetta skeið, og eru hesi fólk úr heilsutænastuni í Vágum og úr VBF. Eftir ráðføring við teir serkønu [...] bjargingarfeløg og kommunur í tøttum samstarvi eru í gongd við at virka eina tilbúgvingarætlan fyri teirra øki, og er ætlanin, tá ið hesar ætlanir eru lidnar, at samskipa allar hesar í eina størri ætlan [...] Taka vit Vágoynna so eru ætlanir hjá teim ymisku bólkunum samskipaðar. Tað hava verið hildin ymisk felags skeið og felags venjingar, sum hava givið eitt sera gott úrslit. Ætlanir eru eisini frammi um at
fingið part av fólkinum, sum vegna sjúku ella øðrum orsøkum, eru komin undir forsorgina, og sum hava brúk fyri hjálp. ? Uppgávan er at fáa hesi fólkini út í »vanliga« lívið aftur. Tað er so lætt at siga [...] tí, nógvar og góðar hugsjónir eru í forsorgarlógini. Tað bøtir ikki um hjá nøkrum, um vit ikki fáa umsitið hana, og so verður arbeitt til fánýtis. Tilboðini í samfelagnum eru ikki so nógv, at endamálið við [...] arbeiðsdag, fyri at nøkta ein part av tí tørvi sum er mest átrokandi. ? Starvsfólkini hava við kreppurakt fólk at gera. Tað er ikki ein søluvøra, har tú, tá dagurin er liðugur, kann gera úrslitið upp, eins og
tú vitjaði bygdina mánadagin í hesi vikuni, er, at her eru fleiri nýggj summarhús dygst við sjóvarmálan, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein. Summarhúsini eru bygd sum neyst, og hetta er ein [...] altíð verið ein partur av Klaksvíkar kommunu. Hin 1. februar í ár búðu 65 fólk í Árnafirði, og hetta er ein minking á trý fólk í mun til somu tíð undanfarna ár. Fólkatalið er eins og í flestu øðrum smábygdum [...] har norðmenn eisini settust niður. Í kunningini verður sagt, at sonevndu katlarnir, sum eru oman fyri Árnafjørð, eru landafrøðiligur miðdepil í Norðoyggjum. Her varð vártingið í Norðoyggjum eisini hildið
føroyska fiskamarknaðin. Prísirnir fella Nú eru vit aftur í bestu upsatíð, og nógvur fiskur er at fáa. Skipini sigla til lands full undir lúkurnar. Prísirnir eru falnir, og eingin veit, hvussu langt niður [...] Ein annar møguleiki kundi verið, at loyvi varð givið til at frysta fisk á goymslunum, sum eru kring landið. Men fólk í vinnuni, sum kenna lógina, siga, at hesin møguleiki er nógv skerdur við broytingunum [...] upsavirkir, sum saktans kundu arbeitt við einari vakt aftrat fyri at fáa meira fisk undan, men hesi virkir fáa ikki fólk til meira enn ta einu vaktina. Upsin smáur Undanfarin ár hava fiskimenn og fiskakeyparar
halda fyrilestur ella greiða frá arbeiðinum við operuni. 27 skúlaflokkar eru tilmeldaðir, so um leið 700 næmingar eru partur av hesi verkætlan. Ætlanin er eisini at bjóða útlendskum tíðindafólki hendanvegin [...] Williami Heinesen. Søgan er full av ljóði og vøkrum myndum, ið eru væl egnað at gera tónleik til, verður sagt. Persónar, hugløg, súmbol og myndir eru tikin úr stuttsøguni og endurnýtt í leikritinum og tónleikinum [...] Ætlanin var upprunaliga, at føroyskir operasangarar skuldu vera við í framførslunum, men av tí at hesi eru sáttmálabundin uttanlands, lá ikki fyri hjá teimum at koma hendanvegin í næsta mánaði. Til operuna
ni eru eingir miðnámsskúlar, og børnini kunnu fara beinleiðis úr ?barnaskúlanum? á lærdan háskúla. Hesi hava lært stórt sæð tað sama. t.e. tey eru á sama støði, sum føroyskir næmingar, ið júst eru lidnir [...] býnum, men tað eru eisini onnur. Hon byrjaði at lesa norðurlendska filologi (norðurlendsk málvísandi) á deildini fyri útlendsk mál á lærda háskúlanum í Moskva. Hon gjørdi seg lidna við hesi útbúgvingina [...] síðani aftaná. ?Dupultsíður rennur tú teg á allatíðina. Tað er so ymiskt, hvussu fólk fata føroyska skaldskap og hvussu fólk tulka nationalan skaldskap, sigur Olja. Ritgerðin verður skrivað á russiskum og