ein nýggj avbjóðing Eftir at hava verið heima í farloyvi í eitt ár kom eg til Yrgalem í 1981. Her var eg rættuliga kend, tí eg var her eitt ár í 1964/65. Tá vóru 55 pláss á sjúkrahúsinum. Tað var upprunaliga [...] skifti, tá ið onkur fór heim í farloyvi og onkur annar kom í teirra stað. Eg arbeiddi har tilsamans í 5 ár. Sidamo landsparturin er eitt stórt øki, og har búgva nógv fólk. Her er sera fruktbart, tí her regnar [...] heim. Tað var merkt av gudsótta og nøgdsemi. Eg kendi meg altíð væl inn hjá teimum. Aster hevur í mong ár virkað sum evangelistur á sjúkrahúsinum. Hon hevur eina góða framferð og er vird bæði av høgum og
seinasta parti varð greitt frá ferðini til Dalry sunnanfyri Glasgow, har William G. Sloan varð føddur 175 ár frammanundan. Vitjað varð á staðnum, har Sloan var føddur, og hildið var eitt lítið minningarhald í [...] hvussu gjaldast skuldi fyri sildakeypini. Minnist at bankarnir heima lótu skipunum rembursir upp á 5.000 pund sterling pr. túr. Í byrjanini kom tíverri fleiri ferðir fyri, at nøkur pund restaðu í, og tá [...] hildu áfram heilt fram til 1975, og nøgdirnar, sum føroysku skipini keyptu, vóru uml. 6-7.000 tons pr. ár Ein av teimum, sum keypti størstu nøgdirnar av sild í Stornoway hesi árini, var Hans Pauli Johannesen
lesnaði, bókini HOW MUCH IS ENOUGH – the Love of Money, and the Case for the Good Life, sum kom út fyrr í ár. Rithøvundarnir eru Robert Skidelsky, sum er búskaparfrøðingur og Edward Skidelsky, sonur hansara, [...] so at vit síggja, ikki bara eina smala yvirstætt, men alt samfelagið. Um vit nú fara eini áttati ár aftur í tíðina og steðga, eitt nú við árið 1930, so kunnu vit kanska siga, at vælferðin í vesturheiminum [...] búskaparfrøðingur. Í 1928 helt Keynes ein fyrilestur fyri lesandi á tí lærda háskúlanum í Cambridge. Tvey ár seinni, tá ið heimskreppan av álvara hevði høgt sínar kløur í londini fyri vestan, fullfíggjaði hann
14. februar fór hann til upptøkuroynd, og síðani byrjaði harða venjingin á Bornholm í august sama ár. Hann og 47 aðrir ungir menn byrjaðu samstundis, men bert fimm mánaðir seinni vóru teir einans 27 mans [...] ikki Heini. Hann varð verðandi á Bornholm venjingarleguni og øðrum venjingarlegum kring Danmark í trý ár, har hann gjørdi seg til reiðar at fara í kríggj og verja donsk áhugamál. Hóast Heini minnist aftur [...] at tað var sera hart. Fimm vinmenn hansara doyðu, meðan fleiri vóru særdir. Ongar hetjur í herinum 5. september er flaggdagurin hjá danska herinum. Tá vera allir hermenn heiðraðir sum hetjur. Men hvør
eg heima í fyrsta umfari. Mamma var altíð so sjúk, so eg mátti hjálpa til heima. Eg var úti við 18 ár, áðrenn eg fór til Havnar. Tá fór eg til Katrinu, dóttir Zakaris í Garði, at hjálpa til í húsinum. [...] inn á gólvið, um leiðin gekk framvið. Sanna gjørdist heilt gomul. Hon doyði í 1970, og tá var hon 93 ár. Hon er jarðað saman við Poul í gamla kirkjugarði beint við teirra gamla handil og bústað. Á sjómansheimið [...] “Fossanes”, sum gekk burtur í 1938. Hon giftist aftur við einum norðmanni og búsettist í Noregi. Tað vóru 5 gentur, sum arbeiddu á sjómansheiminum. Har var nógv at gera, tí tað kom so nógv fólk á sjómansheimið
1. partur Millum summargestirnar í ár hevur verið Lisa Effersøe Edvards úr Keypmannahavn, sum í august kom higar at fáa meira at vita um sína føroysku ætt. Lisa er 88 ára gomul og sera væl fyri, tá ið [...] 1713-23 og í dag er ogn hjá Kvinnufelagnum í Havn. Í 1847 keypir Gudmund Mettustovu fyri 300 dálar. Fýra ár seinni giftist hann, og hann fer til Suðuroyar at vera sýslumaður. Foreldrini og tríggjar ógiftar [...] at systrarnar Effersøe skuldu eiga innivist, so leingi tær livdu. Síðsta teirra, Vilhelmina, doyði 5. mars 1923, 87 ára gomul. Anna Sofía Davidsen av Signabø, sum hevði verið arbeiðskona í Mettustovu frá
hevur rætt til ein lim í nevndini, men sagt verður ikki, at hetta felagið hevur verið óvirkið í nógv ár. Málstevnunevndin vil í fleiri støðum gera yrkorð og seta í verk løggilding av hesum nýggju orðunum [...] Hammershaimb gjørdi undir ávirkan av Jón Sigurðsson, hevur syndrað og órógvað nú í eini hálvtannaðhundrað ár. Íslandsfegnir tjóðskaparmenn forðaðu “Broytingini” hjá 7-mannanevndini og beindu fyri Føroyingafelag [...] hann og vil sleppa úr skúlanum. Tað nyttar einki at oysa milliónir í eitt system, sum ikki fungerar. 5. Censurur og centralisering Um økismiss (domænetab) verður sagt á s. 50, at “á Vinnuháskúlanum er føroyskt
Nólsoynni, og skiparin lovaði heldur ikki betri veður, fyrr enn út á kvøldi, segði hann í hátalaranum. 5. apríl Veðrið var keðiligt síðstu nátt. Vindur inn á bakborðsbógv við stórari aldu og tá Norrøna setti [...] London eru eisini 31 kommunur til hesar báðar »cityarnar« við tveimum borgarstjórum sum sita bert eitt ár. Og ferðaleiðarin hevði so nógv at greiða frá, at tað er ógjørligt at minnast alt nú dagin eftir, men [...] »double-dekkers«. At fáa koyrikort til hýruvogn í London er ikki sum at siga tað. Tað tekur heili 3 ár, áðrenn tú ert rættur London taxi driver, og tú skal tá duga 463 rutur uttanat og stóran partin av
at vinnugransking gevur ov lítla privata úrtøku. Og tað er lætt at finna eina orsøk! Vit hava í nógv ár havt stóran stuðul til fiskivinnuna, m.a. ókeypis fiskidagar, og harvið kappast aðrar vinnur ikki á [...] orsøkina til at so lítið verður granskað í vinnulívinum, áðrenn man fer at kasta milliónir av krónum hvørt ár eftir fyritøkum, sum ikki hava hug at granska. Búskaparfrøði í Føroyum Tá Andreas Heyde steig í land [...] síðani. Føroyskur vinnupolitikkur, bæði sum hann er niðurskrivaður og førdur út í verki ígjøgnum mong ár hevur víst, at tað er fysiokratiska hugsanin sum framvegis er ráðandi. At halda fast við fysiokratisku
Uppskotið varð samtykt í juni í fjør. 16 ár við stjórnvølin Nú íslendingar skulu á val aftur, hevur Sjálfstæðisflokkurinn sitið í stjórn samfelt í sekstan ár. Eru veljarakanningarnar teir seinastu [...] grundaður 1926. Íhaldsflokkurinn var nógv tann størri av hesum báðum flokkum, ið ávikavíst fingu 42,2 og 5,8 prosent av atkvøðunum á Altingsvalinum í 1927. Í Føroyum verður mangan hildið, at íslendingar tóku [...] um, og frá 1. desember gjørdist Ísland sjálvstøðugt land í kongsfelagsskapi við Danmark. Ellivu ár vóru sostatt liðin frá fullveldistøkuni, tá ið Sjálfstæðisflokkurinn varð stovnaður og onnur mál