skal vera einasta forum í landinum, sum umsitur og hevur ábyrgdina av orkumálinum sum heild. Hann heldur, sum eisini rætt er, at orkumálið og komandi avbjóðingarnar á hesum álvarsliga øki, eru so mikið [...] stórar, at tað má vera ein uppgáva fyri onnur enn bara SEV. Tingmaðurin vísir á, at nú oljugoymslurnar tømast og oljuprísurin fleirfaldast, hevur tað skund at troyta alternativar orkukeldur sum vind, aldu og [...] ikki ein spurningur um antin ella, men um bæði og. Vit eru ov fáment í hesum landi, at hvør skal kunna draga í sína ætt. Her má samskipan til, men tá tað er sagt, so má skipanin heldur ikki vera so trek
Sophus Dal Christiansen er sum vera man eins spentur til dystin í dag sum øll onnur. ? Vit hava bara vant og bíðað, sigur venjarin hjá Kyndli, sum ikki hevur gjørt nakað serligt burtur úr venjingini hesa [...] rættiliga nógv um dystin í dag. Tapa vit, mugu vit bara siga sum so, at hetta var tað, og at tað er ein dagur aftur í morgin. Um vit tapa móti einum liði, sum hevur spælt betri enn vit, er tað greið tala, men [...] Sophus ikki hava so nógv at siga. ? Vit spældu jú steypafinalu fyrr í ár, so spælararnir vita eisini, hvussu tað er at spæla so avgerandi dystir, sum tann í dag er, sigur hann. StÍF kann hava eitt sindur
um Rannvá Simonsen, sum býr í Nunavut, ið júst hevur fingið sjálvstýri. Eisini hevði pápi Rannvá, Erling Simonsen, forvitnisliga greinarøð um vitjan í Nunavut. Hóast ein ikki kann siga annað, enn at í [...] gleðilig jól, er ein árstíðar heilsan ístaðin. Vanligt er at gera nógv burturúr jólakortum. Øll geva hvør øðrum jólakort og hesi verða nýtt at heingja á jólatræið, sum jólaprýði. Og eins og vit so ofta síggja [...] veðurlagið er lættari at fáast við, enn í Føroyum, tí tað er so einfalt, og tað er bara at lata seg í eftir umstøðunum. Eru tað eini 5 kuldastig, so kennist tað næstan heitt. Kavin liggur frá oktober til juni
tónleikari? ? Sum tannáringur í 70'unum var eg sangari í onkrum heavy metal bólkum. Eg spældi eisini gittar onkuntíð. Av tí at eg ikki var nakar serligur gittarspælari, so spældi eg bara gittarriffini [...] gum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Nú havi eg lagt ein útgávu til rættis, sum eitur »World Music from the Cold Seas«, sum kemur út í næstum, og á hesi fløgu eru mínir favorittsangir innan [...] sangurin, sum tú minnist teg dáma? ? Twist and Shout hjá The Beatles tók meg á bóli í 1963, tá ið eg var 9 ára gamal. Eg var ovfarin av tí skríggjandi mátanum, sum John Lennon sang. Tað var so vilt, og
eingin, sum eg kann ringja til, tá eg havi depressivar niðurtúrar, ella um eg fái eitt óttaherðindi. Eg má bara bíða í tveir tímar, inntil tað er runnið av aftur. Soleiðis sigur ein ungur maður, sum hevur [...] nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt. Tí er tað umráðandi at hava eina akutta telefonhjálp, sigur hann og vísir á vandan við ikki at hava nakran at tosa við, sum kann sissa seg. - Tú kanst [...] teg sjálvan. Tú kanst enntá fara so langt, at tú kanst gera av við teg sjálvan. Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa alla samrøðuna við unga mannin, sum ynskir at vera dulnevndur.
er ikki líka góður, sum tann, ið kann avreiðast beinanvegin. ? Kann hesin fiskurin so harafturat seljast sum ein heilt serlig vøra, skal tað nokk eisini, síggjast aftur í prísinum sum frálíður. Fáa meiri [...] hetta ein roynd at fáa fiskin so feskan og góðan á land sum gjørligt. ? Hetta er ein roynd at gagnnýta tann spillfeska útróðrarfiskin betur og at fáa ein serligan prís fyri hann. ? Tað skuldi so aftur [...] klára seg við færri monnum. Við teimum smæstu bátunum er bara ein maður við, men við teimum, sum eru eitt sindur størri, kunnu teir nú vera ein ella tveir mans við og sostatt fáa eina hampuliga úrtøku
finnast. Og vit halda tað vera skeivt av føroyingum at ganga við til loysnir, sum víkja nógv frá teimum ymsu útleggingunum av fiskimarkinum. Tá avtornar má so finnast ein linja, sum liggur onkunstaðni millum [...] uppaftur, tí tað tænir ongum endamáli bara at standa og bíða, so ræður kortini um frá føroyskari síðu at halda høvið kalt. Her kann í veruleikanum verða talan um so stór virði, at hvørt eitt stig má viðgerast [...] kompromi. Hetta kann vera við til at skaða taktisku støðu okkara. Hinvegin er orðið kompromi sera breitt og liðiligt, so tað nýtist ikki at merkja, at føroyingar við tí eru við at draga í land og bara ganga inn
partar í landinum verða fyri, og so mugu vit ”hyggja upp á tað”, sum Páll á Reynatúgvu málber seg. - Tað er einki sum eitur. Talan er bara um ein lítlan part av landinum, sum verður raktur og tað er ótolandi [...] Hann sigur, at tað er ein grundregla í Tjóðveldið, at politiski myndugleikin skal ikki leggja seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Men hann vísir ikki aftur, at tað kann vera neyðugt hjá Løgtinginum [...] slitnaðu í gjár. Tað er ein aðalregla í Tjóðveldi, at vit leggja okkum ikki út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum - Men vit kunnu ikki góðtaka, at ein so grundleggjandi mismunur verður á, hvussu ymsir partar
at tey, sum hava verið á skúlanum í Suðuroy, hava trivist væl. Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi ásannar, at hjá summum kann tað vera ein trupulleiki at skúlin er í Suðuroy. Men so er tann [...] kvinnur. Og hjá eini tilkomanri kvinnu kann tað vera møtimikið at flyta til Suðuroy at ganga í skúla við allari familjuni. Tí heldur hann, at tað kann fáa nógvar kvinnur, sum annars høvdu farið í skúla, at setast [...] Abrahamsen ikki samdur í. Hann heldur tvørtur ímóti, at tað er ein forðing at skúlin er í Suðuroy – og bara har. Hann vísir á, at tey, sum kunnu væntast at fara undir hesa útbúgvingina til pedagoghjálpara
eta, og tá ið vit eru saman sum familja. Eg haldi, at Bárður er raskur at siga, at hann kann ringja aftur seinni, sigur Rakul Nielsen. Uttanlandsferðir Tað krevur sítt at vera løgmansfrú. Tær fyrstu utt [...] fara við. Eg havi góða avtalu við arbeiðsplássið og kann leggja arbeiðið til rættis sum tað passar, sigur hon. Sjálvt um børnini nú eru vaksin, so hevur hon ikki ætlanir um at fara at arbeiða fulla tíð. – [...] sigur Rakul Nielsen. Sjálvt um tey bæði fara til Havnar til arbeiðis, so er tað bara av og á, at tey koyra saman. – Tað er ikki so ofta, at tað passar í arbeiðstíðirnar, at vit kunnu koyra saman til Havnar