380.000 ferðafólk at vitja Ísland í ár. Hetta eru umleið 50.000 fleiri, enn tey vóru í fjør. Og tað er ikki so lítið í einum landi, har tað búgva 290.000 fólk, heldur Magnus Oddsson, stjóri á íslendska [...] nógv at spjaða til. Higartil er tað vorðið til 80 milliónir hesa tíðina, og eg ivist iki í, at tær eru væl farnar, sigur íslendski ferðavinnustjórin, Magnus Oddsson. Hann vísir til amerikanska bilkongin [...] veit, at helvtin av tí, eg brúki til lýsingar, er peningur, sum er burturspiltur. Men eg veit ikki hvør helvt tað er.« Tað er staðfest, sigur Magnus Oddsson, at Ísland hevur havt nógv størsta vøksturin
Sjúrður Skaale hevur eina viðmerking til keypið í bløðunum í hesum døgum. Nú er Sjúrður Skaale ikki hvør sum helst, og man teljast millum tey rættiliga royndu fjølmiðlafólk í Føroyum, og tí eigur ein viðmerking [...] áhugaverd. Størsta argumentið hja Sjúrða Skaale ímóti involvering frá Føroya Tele er, at blaðstjórarnir eru partísoldatar og javnaðarmenn. Fyriuttan at Skaale neyvan man hava eftirkannað nakran limaskap, og [...] skuldi ein føroysk avís verið øðrvísi? Tíðindaflutningurin er óheftur, men sjónarmiðini í oddagreinum eru tey, ið ábyrgdarblaðstjórin leggur fyri dagin, uttan at spyrja partaeigarar ella nakran annan eftir
og fólkini rundan um kórið. Hvørt ár um jóltíðir hevur kórið saman við tveimum øðrum kórum. Hetta eru vanliga væl vitjaðar og væl dámdar konsertir. Í ár ynskti kórið at framføra eitt nýskrivað lag við [...] Ein íslendskur prestur hevur síðan umsett yrkingina til íslendskt. Geila upp Bæði Eivør og kórið eru stak væl nøgd við úrslitið. Mánadagin fóru tey saman við einum hørpuleikara og gentukórinum Gratuale [...] útgávuna av lagnum, og hon helt tað rigga ordiliga væl. Hon var eitt sindur ovfarin av, hvussu nógv fólk geilaðu hetta upp, og hon skilti á lagnum, at bæði íslendskt útvarp og sjónvarp ætla at spæla lagið
Men óskilið á biladekkunum á ferjunum hjá Strandferðsluni hevur verið til minst líka stóran ampa, tí fólk sleppa ikki undan at ganga og tvassa uppi í evjuni, sum rennur úr treylarum og setir seg bæði á skógvar [...] soleiðis, at onki skal renna úr teimum. ? At sevja rennur frá fiskinum, slepst ikki undan. Men nú eru vit farin at gera treylaralastirnar púra vatntættar. Ístaðin hava vit gjørt frárensl við vatnlási á [...] á lastini, har øll sevjan síðani rennur og verður veitt í tangar undir lastini, sigur Heini á Borg Hvør tangi tekur 60 litrar og hann verður síðani tømdur á góðkendum staði. Heini á Borg sigur, at teir
vísir á, at orsøkin til at útgjaldið er størri enn í fjør er, at fleiri fólk fáa útgjald samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og at hvør einstakur fær størri útgjald enn í fjør. Útgjaldið í ALS-skipanini [...] so stór, og tí undrar tað meg eitt sindur, at stovnurin grundgevur fyri nýggju hækkani, at tey m.a. eru bangin fyri, at tað verður tært av eginognini, um gjaldið ikki verður hækkað aftur, greiðir Hermann [...] nakrar uppsagnir í alivinnuni, so fara vit framvegis at hava lágt arbeiðsloysi. Tá arbeiðsloysistølini eru so smá, er rættiliga skjótt prosenttølini kunnu tykjast ræðandi, men tá mugu vit sláa kalt vatn í blóðið
og kasta karamellur og frøast, tí tey eru liðug við fólkaskúlan. Hóast báðir skúlarnir liggja so tætt upp at hvørjum øðrum, so varð seinasti skúladagur hildin í hvør sínum skúla. Næmingarnir høvdu verið [...] flokkarnar. Hetta er nakað, sum næmingarnir í tíggjunda sjálvir hava tikið stig til, meðan lærararnir eru til kaffi. - Oysssjj!! Tað er strævið!! Eg ætli mær ikki at verða lærari, tók ein næmingur, sum kom [...] einum lastbili, har tey stóðu í lastini og floytaðu og róptu, meðan tey tveittu karamellir út til fólk, sum gingu á gøtuni og nutu tað góða summarveðrið. Fyri framman hjá hesum tíggjunda floks næmingum
endar t.d. ein kendur politikari neyvan hjá brúkaraumboðsmanninum. Hvør vil ikki vera væl við ein politikkara? Ella stjóra? Ella onnur, sum eru nógv frammi. Men er vanligi borgarin nóg erligur, ágangandi og [...] undir við uppskotinum um ein brúkaraumboðsmann og -stovn er m.a. hon, at landið er so lítið og at vit eru so nær knýtt - brúkarin og handilsmaðurin, bilsølan, sjónvarpshandilin, teldufyritøkan o.s.fr. Hann [...] at var okkurt galið, so bar altíð til at fara aftur, og fáa brekið rættað. Eingin ivi um, at summi fólk, sum hava ein ella annan status í samfelagnum hava lættari við at fáa slíkt ígjøgnum enn maðurin/konan
tólini. Tá man nú sær útlisitering av eitt nú flogrutuni, so eigur ein at minnast til, at tað bert eru fá ár síðani, at tað almenna mátti yvirtaka rutuna. Søguliga hevur landið staðið við endan, tá alt [...] bankakollaps hendir neyvan aftur, men um tað ger, sum tað t.d. hendi í Norra fyri nøkrum árum síðani, hvør stendur so við rokningini? Hvat ger landið, um ein bussur fer fallitt, soleiðis sum vit mangan hava [...] føroyskum sambandi, tá vit hugsa um Sjóvinnubankan, Føroya Banka, Fiskasøluna og virkini sum í dag eru Fiskavirking. Alt fór á heysin undir privatari leiðslu fyri bert 10 árum siðani, og landið tók um endan
hendingina. Í fyrra lagi eru kanningarnar komnar alt ov stutt og í øðrum lagi hevði tað verið brot á tagnarskyldina. Men Jón Klein Olsen á polistøðini, sigur, at nú avtornar, eru tríggir mans skuldsettir [...] eigur Casablanca. Og eftir at hann týsdagin hevði greitt okkum frá sínari søgu, hava rættiliga nógv fólk gjørt vart við seg, tí tey siga, at tað, sum hann greiðir frá, er ikki í samsvari við veruleikan. [...] Manai, sum var avbukaður. Tvørturímóti var tað hann, sum legði á við einum træskafti. Sostatt sigur hvør sína søgu og tí er tað trupult at fáa greiði á, hvat veruliga er hent. Men frá góðum keldum hava vit
Nýggja barnið kom at eita semja um fólkaatkvøðu, men hóast fleiri mánaðir eru gingnir síðani hetta varð almannakunngjørt, veit Føroya fólk enn ikki, hvat samgongan vil og ætlar við fólkaatkvøðuni. Mannagongdin [...] hjá sær og sínum børnum. Fólkaatkvøðan skal nevniliga vera í apríl. Útmeldingarnar frá landsstýrinum eru eisini sera ymiskar og jánkasligar. Hetta er heldur ikki so løgið og man neyvan undra nakran. Tí øllum [...] eitt komandi val. Ja ístaðin fyri eina fólkaatkvøðu í apríl átti løgmaður heldur at skriva út nýval, hvørs valstríð so kundi snúð seg um, hvat ein komandi fólkaatkvøða skal innihalda. Samgongan vil gera tað