Rósa Samuelsen vísir aftur, at hon hevur logið! Hon rættiliga er komin í andglettin eftir at hon hevur gjørt av at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at flyta verkætlanina til Sandavágs [...] Samuelsen segði, at hon hevði fingið eina tilráðing frá bygginevndini um, hvat hon skuldi hugsa um, nú hon ætlar at staðseta íbúðirnar av nýggjum, tí hon heldur at tað gongur so strilti at fáa byggiloyvi [...] skipast sum í Vági og so er bara ein staðseting, sum kann koma upp á tal, og tað er Sandavágur, tí har eru sambýli frammanundan. Sinnisbati sigur, at tað er loddrøtt lygn, at felagsskapurin hevur tosað um annað
løgreglan er komin eftir, at Matthias Schepp hevði roynt at útvegað sær upplýsingar um vápn og eiturevni, áðrenn hann fór úr Sveis, og at hann eisini hevði hugt at ferðaætlanum hjá eitt nú onkrum ferjum [...] eisini til Korsika. Men sambært talsmanninum hjá sveisisku løgregluni, Jean-Christophe Sauterel, eru allir møguleikar opnir. Tað, sum stendur í brævinum frá pápanum, kann vera rætt, men ein annar møguleiki
orkulánum úr Húsalánsgrunninum gevur eisini ábendingar um, at fólk aftra seg og ikki rættiliga eru komin yvir hvøkkin, tá ið Eik samtakið koppaði. Hetta ávirkar allan tann føroyska byggimarknaðin, sum [...] 2009 var tað fallið heilt niður á -81. Síðan kom tað spakuliga uppaftur. Í juni 2010 var tað -5, men nú er tað fallið niður á -32. Byggivinnan er tí tann vinnugreinin í føroyska konjunkturbarometrinum, sum
Tað hevur tikið fleiri ár at koma so langt, men seinnapartin í gjár var løtan loksins komin, har grabbin varð settur í at gera nýtt kappróðrarneyst á Tvøroyri. Men hetta verður ikki bara eitt kappróðrarneyst [...] veteranurin í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, FSR, Egon Rasmussen í Ørðavík, sum setti fyrsta grabban í og nú verður so farið til verka. Formaðurin í felagnum, Uni Jacobsen, formaður í felagnum, sigur, at depilin [...] liðugur um ársskiftið næsta ár, ella í hvussu so er í seinasta lagi á jóansøku á Tvøroyri í 2023 Tað eru Tvøroyrar Kommuna, og Lokale og anlægsfonden, LOA-grunnurin, í Danmark, sum stuðla ætlanini, sum kostar
Í hálva øld eru tað tvey ting, ið hava lýst listaligu ferðina hjá Mikael Wiehe: tann æviga ferðin - konsertferðin uttan enda – og dreymurin um ein betri heim. Fyrr nevnda er skjótt komin til sítt evsta [...] varðveitti eina sterka støðu sum ein umráðandi rødd í samfelagskjakinum. Mann kann saktans unna Wiehe, nú sum 75 ára gamal, at trappa niður aftan á seinastu stóru konsertferðina í Skandinavia. Men hvat hendir
um lagt upp fyri, at hesin møguleikin verður strikaður frameftirvirkandi, soleiðis at tey, sum eru komin í trupulleikar fáa høvi at avrigga og avgreiða síni lán uttan at verða revsað eyka fyri at hava [...] árliga í í 2007. Landið hevur við hesum eggjað privatfólki at taka lán til at keypa partabrøv, sum nú hava mist sítt virði og mugu realiserast við tapi - og fólk sita eftir við rokningini fyri eitt lán
lata uttanríkisráðnum uml. 30,7 mió. kr. á fíggjarlógini, er heldur ikki kunnað um, hvørji úrslit eru komin burtur úr nógva almenna ferðavirkseminum hjá landsstýrismanninum, og hvat sendistovan í USA ítøkiliga [...] vitjanir hava verið á skránni, og sunnukvøldið kl. 18.00 boðaði landsstýrismaðurin í Útvarpinum frá, at nú skal ein bygningur keypast til føroyska sendistovu í New York. Seinni kemur ein sendistova í Moskva
Stutt fyri døgurða í dag gjørdist greitt, at B36 og Súni Olsen eru komin ásamt um at gera sáttmála. Súni Olsen váttar søguna fyri Sosialinum, og sigur soleiðis: – B36 er eitt stórt felag í Føroyum, teir [...] tveir góðar dystir móti teimum, so veit man ikki hvat kann henda, men mítt fokus er sjálvandi á B36 nú, sigur Súni Olsen, sum ætlandi verður partur av B36-hópinum til dystin móti KÍ sunnudagin. Myndatekstur:
bæði á útboði og eftirspurningi eftir olju og benzini. Tað er fyritøkan Sapphire Energy, sum er komin sera langt við uppgávuni at gera algur og aðrar mikroorganismur til olju, sum so kann raffinerast [...] light sweet crude?. Sapphire Energy hevur júst fingið nýggjan pening til verkætlanina, íalt hava teir nú 100 milliónir dollarar, og tað eigur sambært felagnum at verða nokk til verkætlanina og eisini til [...] Cascade Investment, er við í ætlanini við eini stórari upphædd. Tað sigst at Bill Gates og konan Melinda eru góð fyri 294 milliardir krónir, tá skal havast í huga, at tey hava latið 170 milliardir til vælgerandi
opið hús á Føroya Læraraskúla. Millum klokkan 20 og 23 eru øll, sum ætla sær at fara undir lestur til lærara og pedagog og onnur áhugað, væl komin at vitja á Læraraskúlanum. Hesar seinastu vikurnar hava [...] verður kunnað um møguleikarnar at lesa til pedagog og lærara. Løgtingið hevur samtykt, at Læraraskúlin nú skal verða partur av Fróðskaparsetri Føroya, og ætlanin er longu í summar at fara undir BA lestur bæði