stovuni ella køkinum, sum eru í einum, sita seks fólk. Hergerð, Eiler, Ásbjørg, Liden, Katrin og Ása. Tey hava øll tað tilfelags, at tey byrjaðu í fyrsta flokki í 1944. Og nú eru tey við at leggja seinastu [...] verður so farið norður á hotel Norð á Viðareiði til ein døgurða. Tað er ongin ivi um, at hesi seks fólkini eru sera spent til hendan stóra dagin. Hetta er fyrstu ferð, at árgangur 44 hittist aftur, so [...] niður í, tá teir bombaðu, spyr Liden. Hini nikka samtykkjandi, og tey rista øll við høvdinum, tí hesi minnini eru ikki so góð. Men ein beiskur veruleiki sum partur av teirra fyrsta skúlaári. Tey greiða frá
er skiftandi land frá landi, og eru vit helst á sama støði hesum viðvíkjandi sum Danmark. Í Norra og Svøríki eru heldur fleiri diabetikarar, meðan tølini í Finnlandi eru væl hægri. Insulinið kom til Føroya [...] støðugt sum gjørligt. Hesi tól, og tann vitan sum diabetikarar í dag ráða yvir, hevur tey seinastu árini verið við til at gjørt diabetesviðgerðina so góða, at tær vanligu fylgdarsjúkurnar eru týðuliga minkaðar [...] er Steinbjørn í Lambanum í Fuglafirði tlf. 444478. Eini 1100 fólk í Føroyum, sum hava diabetes, og sum vit kalla diabetikarar. Í Danmark eru uml. 100.000. Í Noreg er talið 130.000 og har fáa millum 180
eystara armi. Hesi fjøllini, sum vísa mær vakurleika og styrki, eru tey somu, sum tey hava verið alla mína tíð. Norðoyastevnan er eisini gomul. Hon er eldri enn eg, hon er 83 ára gomul. Fjøllini eru her, men [...] av hesum er komið av sær sjálvum. Tað hava verið fólk, sum hava søkt út, tað hava verið fólk, sum hava leitað sær hendan vegin. Og tað hava verið fólk, sum hava sæð nýggjar møguleikar beint her. Soleiðis [...] ongir danskir marinarar ella norskir fiskimenn. Men vit eru framvegis ein partur av verðini, og sjálvt um tú ikki møtir teimum í Klaksvíksgarðinum, so eru tað framvegis útlendingar í Klaksvík. Í dag gerast
á ferð regluliga, og vitjaðu javnan í Amerika og Japan og aðrastaðni við. Hit hjá Slade frá hesi tíðini eru t.d. Taka Me Home, Mama We’re All Crazee Now og Come On Feel The Noize, og saman við øðrum vóru [...] ##med2## Slade er óivað ein av kendastu og áhugaverdastu bólkunum, ið hava sæð dagsins ljós í Bretlandi hesi síðstu 50 árini. Pop/rock stílurin hevur tryggjað teimum 23 top 20 singleplátur, harav 6 rukku ovastu [...] fekk Slade innbjóðing at luttaka á Reading Rock Festivalinum, har lurtarafjøldin telur eini 100.00 fólk. Bólkurin stóð seg sera væl, og størstu rockbólkar í heiminum fingu harða kapping, og nýggj lurtarafjøld
og inntøkurnar tí vóru 630 mió. krónur lægri enn tær eru? Og hevur hann roknað út, hvussu langa tíð tað hevði tikið at tømt Landsbankan, um hesi tølini vóru veruleiki? Kanska skuldi Kai Vágfjall eisini [...] tað at gera gjøldur burturúr teimum, sum hava eina aðra hugsjón enn eg havi sjálvur. Sjálvandi skulu fólk hava loyvi at vera tjóðveldisfólk, sjálvt um eg eri sambandsmaður, og sjálvandi hava eg og Knút E [...] og harafturat hava embætismenn og politikarar ferðast land og ríki runt, fyri at sannføra Føroya fólk um, at við 15 - 20 ára skiftistíð og tveimum prosentum í búskaparvøkstri, er eingin trupulleiki at
Trongisvágur, Tvøroyri, Froðba og Vágur. Seinni í ár fáa hesi pláss møguleikan: Hvalba, Skopun, Sandur, Leirvík, Hósvík og Sørvágur. Í 2005 fáa hesi pláss møguleikan: Norðdepil og Hvannasund. [...] fara umleið 6000 føroyingar at fáa sær breiðband næstu 3-4 árini. - Heimurin gerst minni og minni, og fólk rokna við at fáa somu tilboð í Føroyum, sum tey fáa aðrastaðni, sigur Richard Mortensen. Føroya Tele [...] harumframt verður ikki goldið eftir tíðini á netinum, men eftir nýtsluni av megabytum. Pakkaloysnir Um fólk ynskja breiðband, so hevur Føroya Tele trý ymisk tilboð. Bíligasta loysnin kostar 280 krónur um mánaðin
altjóða høpi, og øll vita at munur er á, hvussu nógvan stuðul hesi bæði ítriv fáa. Hinvegin er heldur ikki altíð, at tey tiltøk, sum eru, eru fyrireikað nóg væl. T.d. Prix Føroyar, sum annars er eitt fínt [...] tónleikin. Fólk sum framføra nakað, ella sum á onkran hátt koma at standa alment fram, verða ofta mett av øðrum sum originalar, hvat heldur tú um hetta? ? Eg eri ofta bangin fyri at fólk gera sær tankar [...] 1 hjá mær. Tú ert í løtuni við í bólkinum Tangz. Hevur tú verið við í øðrum bólkum? ?Vit í Tangz eru so at siga ein aldursbólkur, sum alla tíðina hevur spælt saman. Tað hava verið fleiri heiti á bólkum
okkara vælferðarsamfelag. Tað hugsi eg, at allir føroyingar eru samdir um. Sum árini eru farin, eru korini hjá sjómonnunum betraði munandi. Nøkur ár eru farin, síðan lønin hjá fiskimanninum er farin upp um føstu [...] er ógvuliga trupult hjá fiskimanninum at fáa nakað útgjald haðani. Hvussu eru eftirlønarskipanirnar hjá fiskimonnunum? Har eru teir eftirbátar í ólukku mát. Ber tú eftirlønarviðurskiftini upp á mál við [...] ilt av hesum líka síðan. Útvarp Føroya hevur miðvíst ført eina hets móti hesum skattalættanum øll hesi árini. Síðstu tíðina hava teir bara verið enn meira ágangandi. Tá ið fiskimaðurin setti lívið í váða
tur. Uttan búskaparvøkstur verður eingin trivnaður. Uttan trivnað verða eingi fólk eftir í landinum. Fleiri kanningar eru longu gjørdar, sum vísa, hvat skal til fyri at minka um fráflytingina og vaksa [...] okkum veljarar. Tit eru undir okkum veljarum, ikki yvir okkum. Tykkara evni og vilji til at stýra og umraðfesta í mun til spurningin um fólka vøkstur kemur eftir mínum tykki at vísa, hvør politikari hevur [...] tali, uttan at skapa eitt samfelag, flestu teirra ynskja at venda aftur til. Í mun til hesa avbjóðing eru allir aðrir samfelagsspurningar eftir mínum tykki í longdini spurningar av minni týdningi. Tað skal
hesar góðu umstøðurnar, vóru ikki nógv ferðafólk við henda túrin. Útlendsku ferðafólkini eru fækkað í tali, og nú eru tað bert tey sum hava einihvørji ørindi til Svínoyar ella Fugloyar sum leggja leiðina [...] síðani á ólavsøku í fjør. Brimpláss Umborð á einum strandfaraskipið sum Másin eru settar upp mannagongdir fyri, hvat hvør einstakur av manningini skal gera undir einum túri. Sigvard hevur eisini sína skipan [...] framvið Selnesi (norðast á Svínoynni, blðm.) og síggja kóp har, plaga vit at siga teimum frá. - Hetta eru tey sera fegin um, tí so fáa tey eina eyka uppliving á ferðini, sigur Sigvard Johannesen, sum er ættaður