07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld: Enn einaferð er 07 Vestur farið eystur um hav til Noregs eftir nýggjum venjara. Tað var umráðandi at finna ein venjara, sum hóskar til framtíðarætlaninar hjá felagnum [...] Løkin er høvuðsungdómsvenjari. Hesir hava gjørt eitt ótrúliga gott arbeiði frammanundan í felagnum, so Steffen skal ikki byrja á berum. Steffen sigur sjálvur, at hann ætlar at byggja víðari á tað góða arbeiðið [...] arbeiðið, felagið hevur gjørt seinnu árini og gleðir seg til at fara undir at flyta felagið enn longur fram á leið. Steffen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við 07 Vestur og kemur til landið 4. januar
Talan verður um seks flogferðir aftur og fram frá 3. september til 9. oktober 2024. Eins og í ár eru ferðirnar til New York týsdag, og heimferðin er mikudag, og tað er framvegis Stewart International Airport [...] viðvíkjandi Stewart flogvøllinum frá teimum, ið ferðaðust á rutuni í ár. Stewart flogvøllurin er ikki so stórur, so tað er lætt at finna runt. Eisini er tað skjótt at sleppa gjøgnum passeftirlitið, sum annars ofta [...] Atlantic Airways. Flogtíðin er umleið sjey tímar, og niðanfyri ber til at síggja eitt stutt filmsbrot um, hvussu einfalt tað er at ferðast beinleiðis úr Vágum til dukandi stórbýarlívið mitt á Times Square
hon er longd við einum degi. Um so er, fer hon í minsta lagi at vara til í morgin, leygardagin. Egyptaland hevur saman við USA og Qatar verið meklari millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld. Í gjárkvøldið segði [...] upplýsa, at Hamas og Ísrael eru samd um at leingja vápnahvíldina við enn einum degi. Hvørki Hamas ella Ísrael hava sambært tíðindastovuni Reuters viðmerkt upplýsingarnar um, at vápnahvíldin er longd við einum [...] segði amerikanska stjórnin, at hon vil halda fram við samstarvinum við Qatar og Egyptaland um at leingja tað, sum Hvítu Húsini verður nevnt ein humaniterur steðgur. Avtalan skal vera komin í lag, meðan
hevði tørnað út, um hann hevði verið millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Í Ljubljana vann Lille 2-0, og harvið er tað greitt, at Lille og Slovan Bratislava fara at halda fram í kappingini. Um tvær vikur fæst [...] Klaksvík nú fara at hyggja aftur á tað, sum gekk fyri seg á Tórsvølli í kvøld, so hava teir alla orsøk til at harmast um, at tað ikki eydnaðist teimum at skora meiri enn eitt mál. Sivert Gussiås átti [...] gera, hevði KÍ staðið fyri. Og so var tað, at slovakisku mótstøðumenninir vóru eirindarleysir, tá ið teir steðgaðu KÍ í uppspælinum í vinstru. Tvær sendingar í høgru, og so var liðformaðurin Juraj Kucka
føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu. Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen [...] spennandi við í skjáttuni. Skráin er henda: - Verturin Tróndur Herason Olsen prátar við Elina, sum leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni - Verturin prátar við Enzo [...] ogna sær plátuna hetta kvøldið fyri serprís og við signaturi hjá Elini. Tiltakið er alment og ókeypis. Um útgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” Útgávan hevur fingið heitð “Eitt dýpi av dýrari tíð” eftir fyrsta
verða løgd fram. Núverandi markið er 20.000 krónur og varð sett í gildi í 2021. Men danska stjórnin vil nú hava markið niður í 15.000 krónur. BankNordik hevur í morgun sent tíðindaskriv út um, at 1.000 [...] kan dog den i § 2 omtalte stedlige bestyrelse indløse sådanne sedler.« Danski tjóðbandkin skrivar um avgerðina at taka av 1.000 krónur-seðilin, at hetta verður gjørt »i fælles forståelse« við vinnumá [...] eftir 21. mai í 2025. Tað hevur ikki áður verið soleiðis, at eldri pengaseðlar verða gjørdi ógildugir, so hvørt nýggir seðla verða gvinir út. Í dag eru gamlir seðlar aftur til 1944 enn gyldugir, skrivar Tjóðbankin
talan er um ein greitt mistak í samband við rangstøðu, reytt kort, revsing til skeivan spælara og brotsspørk. Í IFAB verður nú lagt upp til, at VAR eisini skal kunna blanda seg upp í, tá talan er um seinna [...] Meðan tey fótbóltsáhugaðu enn slikka sárini eftir órímilga brotssparkið í París í gjár, so er dómaraveldið longu í holt við fleiri reglugerðir. Ein teirra er, at útskeldaða VAR skal blanda seg enn meira [...] er ikki greitt hvar hetta verður royndarkoyrt, men tað er ikki óhugsandi at hesi uppskotini vinna fram í næstum.
síðan dagførast, so tað verður lættari at fáa bátar upp, og aðrar ábøtur skulu gerast á havnalagnum. Á tekniska økinum er peningur settur av til at økja um vatngoymsluna. Ætlanin er at økja um vatngoymsluna [...] barnafrádrátturin kostar áleið 0,5 mió kr. Bjarni Johansen, borgarstjóri gleðist um, at okur í 2024 kunnu aftur lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu. Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv [...] Hetta arbeiðið heldur fram í 2024, har 700.000 kr eru settar at til tað arbeiðið. Vágs skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum og heldur tað arbeiði fram í 2024, har hølisviðurskiftini
okkara vitan um havið kring Føroyar, umframt at uppbyggja føroyska vitan um tann nýggja uttanríkispolitiska veruleikan, vit liva í. Hinar báðar játtanirnar á donsku fíggjarlógini snúgva seg um at uppbyggja [...] Anniku Olsen at vanda sær um málið – eg vil undir ongum umstøðum hava sitandi á mær, at eg mótarbeiði Føroyum! Ta ákæruna meti eg ikki vera sømiliga, óansæð, hvussu ósamdar vit eru um ríkisfelagsskapin. Annika [...] uppbyggja vitan um nútímans Føroyar og Grønland í donskum fólkaskúlum og at geva ungum í ríkisfelagsskapinum møguleikan at fáa stuðul, um tey ætla sær í háskúla í Føroyum, Grønlandi ella Danmark. Hetta stimbrar
Fíggingin fevndi um tíðarskeiði 1. apríl 2020 til 31. marts 2025, og rakk til ein starvsbrøk á 40 prosent. Diana Krossá Kongsbak varð sett sum samskipari fyri feløgini bæði. Í 2022 varð avgerð tikin um at býta [...] setti nýtt starvsfólk í starv, meðan Diana helt fram í Fuglafrøðifelagnum. Í ár sendi Fuglafrøðifelagi nýggja umsókn til Aage V. Jensens Fond, søkt varð um fígging til at hækka starvsbrøkin hjá Dianu í [...] undir felagnum, so alt arbeiði ikki dettur niður fyri í 2025. Yvirskipað eru málini hesi: Skapa eina langtíðar visión, eina strategi (2025 – 2030), og eina árliga rakstrarætlan, ið fevnir um allar lykla