hetta lýtir málið ógvuliga nógv. Útvarpið sigur hesi orð ofta skeivt á henda hátt og kanska sjónvarpið við. Nú er skeiðvirksemi nógv frammi í tíðini, fólk mugu ofta til eftirútbúgving. Hevði tað ikki verið [...] verið eitt hugskot, at útvarps- og sjónvarpsfólk, sum lesa tíðindi og annars eru nógv at hoyra, fóru á skeið, har lærarar, sum duga føroyskt til fulnar, undir-vístu og ikki minst royndu at drepa hesar málsjúkur [...] hvønn dag, og útvarpið gjøgnum allan dagin. Nú havi eg ikki nevnt hinar rásirnar, við tað at tær ikki eru almennar, men tær eiga sjálvandi at taka hetta til sín eisini og hugsa, um tær hava nakað at læra av
ikki nógv arbeiði, men fólk royna at ferðast um Skopunarfjørð fyri at tjena til lívsins uppihald. Flakavirkini í Sandoynni hava tað trupult við flutningi, men teir sum eiga hesi virki, kempa mannliga fyri [...] tað ikki javnaðarpolitikkur? Ella allir batar sum eru gjørdir á heilsuøkinum. Jú, henda samgongan hevur gjørt nógvar stórar batar sum merkjast, men vit eru so sanniliga ikki komin á mál. Soleiðis er tað bara
eisini helt tað vera ov stórt. - Men tað er so eisini ein sannroynd, at vit eru ov nógvir, sum ikki spæla upp til tað, sum vit eru mentir. Tað er nakað, sum føroyska fótbóltslandsliðið ikki hevur ráð til [...] hava spælt móti eitt nú Fraklandi, so settu teir ferðina niður, tá sigurin var tryggjaður. Tað gera hesi londinin ongantíð. Tey spæla sítt spæla frá fyrsta til seinasta bríksl, og tí er vandin fyri einum [...] uppgávuna? - Tað verður sjávlandi tungt, men vit mugu arbeiða víðari. Fyrst og fremst, so haldi eg tó, at fólk skulu sýna hesum nýggja liðnum álit. Spælararnir serstakliga teir yngru hava tørv á stuðuli heldur
deild á Tvøroyri. ? Tá ið vit eru komin uppundan við tí, skuldi onki verið í vegin fyri at átikið okkum uppgávur fyri aðrar kommunur í oynni eisini, sigur hann. Trý fólk arbeiða á teknisku deild hjá Tvøroyrar [...] sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Býarverkfrøðingurin skal røkja tær verkfrøðiligu uppgávur, sum eru á Tvøroyri. Men býráðið væntar eisini, at hann fer at fáa nakað av avlopstíð, so at hann eisini kann [...] gamal. Í 1991 tók hann prógv sum byggiverkfrøðingur og síðani hevur hann havt sjálvstøðugt virki. Hesi seinastu árini hevur hann arbeitt í Danmark. Hann sigur, at av tí at Tvøroyrar Kommuna ikki hevur
Matvørutrygd Teir siga, at tað eru keypararnir, sum hava útnevnt ein stovn at syrgja fyri, at dygdin á vøruni er í lagi, og í hesi deildini hjá BVQI starvast eini 40.000 fólk við at hyggja at góðskuskipanum [...] ein spurningur um matvørutrygd, har feløg, sum selja matvørur, velja út ymisk feløg og stovnar, sum eru før fyri at kanna eftir, um matvørutrygdin hjá framleiðarum er í lagi, siga Hans Johannes á Brúgv og
fakliga stendur mát. Alt ov nógv verður til gitingar, samstundis sum víst verður til, at ávís skjalasøvn eru afturlatin fyri høvundanum. Hartil kemur, at útveljingin og viðgerðin av føroyska tilfarinum er milt [...] sum eins politiski arbeiðsgevari helst vil hava. Tað er tí neyðugt at spyrja, hvat endamálið er við hesi ritgerð. Tað kundi tókst, sum eitt endamálið er at peika út eina røð av syndabukkum á føroyska vi [...] vinstravonginum. Tað er eitt óhugnaligt samanfall millum tey nøvn, sum koma fyri í Reyðubók og so tey fólk, sum áhaldandi vórðu fyri ágangi í Dagblaðnum í sjeyti og áttatíárunum. Hvat er endamálið við hesum
uppliva vit so nú? Jú, mín sann, um teir ikki eru í fullari ferð við at máa støðið undan henni aftur. Avleiðingarnar av fráboðaðu sparingunum verða, at hundraðtals fólk missa møguleikan fyri at fáa undirvísing [...] Leivur Hansen býráðslimur ??????????? Tungt er at byggja upp. Skjótt er at bróta niður. Hesi vísdómsorð fullu mær í huga, tá eg um dagarnar frætti um sparingarnar hjá landinum á kvøldskúlaøkinum næsta [...] undirvísing á kvøldskúla í vetur. Og sum ikki eina ferð eru tað tey veikastu okkara millum við tí størsta tørvinum, sum verða við sviðusoð. Í Havn td. (har játtanin til kvøldskúlan er skerd við 400.000 kr.) hevur
serfrøðingar á økinum gjørdu sínar viðmerkingar. Hvørja ferð George Bush, Tony Blair og teirra samsintu eru í fjølmiðlunum og gera viðmerkingar til støðuna í Irak, leggja teir dent á, at Irak skal gerast ein [...] verða stýrd av shia-muslimunum, og tað kann elva til stríð millum fólkabólkarnar. Rwanda og Jugoslavia eru tvey ræðandi dømir um slíkt í nýggjari tíð. Vandin er, at landið flytur seg frá einaræði undir Saddam [...] stat knýttan at religiónini, har sekularisering er ein býur í Sibiria. Ein beinleiðis avleiðing av hesi "desekularisering" er eitt nú, at kvinnur í Irak hava fingið verri rættindir í samband við hjúnaskilnað
tær eru kortini rúgvusmiklari, heldur hann. Í bókini setir hann upp tíggju orsøkir til at nýta tungutalu í bøn síni. Umframt eru í bókini tríggir kapitlar, sum viðgera tungutalu annars. Hvat fólk halda [...] mannfjøld við týðing, sigur Fríðtór Debes, fyristøðumaður í samkomuni í Rhema í Havn. Tað, hann viðgerð í hesi bókini, sigur hann, er tann persónliga samrøðan við Guð, har tungutalan verður nýtt. :
at økja um áhugan fyri hesi ítróttagrein, nú stundar til Oyggjaleikir, bjóðar FTF stovnum og feløgum at senda bestu ítróttafólk síni til kappingina. Fyri ikki heilt at ræða fólk, er avgjørt at stovnar [...] súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða fyritøkuna. Best er sjálvandi um allir íðkararnir eru frá somu fyritøku, men hetta er eingin treyt. Um ikki ber til at finna eina hóskandi súkklu, so ringið [...] Landsins. Runnið verður 6 ferðir runt. Nú kappingin verður so seint á árinum, er umráðandi at íðkararnir eru væl klæddir, tí er veðrið ikki til vildar, kann túrurin gerast møðsamur og ógvuliga kaldur, so best