sigur, at kommunan hevur ein dreym um at fylla mold í gamla kirkjugarðin við kirkjuna. - Hetta er gamal kirkjugarður, sum er trupul at halda, og tí umhugsa vit eina ætlan, har gravsteinarnir koma at standa [...] standa eftir, og at restin av kirkjugarðinum verður mold og flag. Hann heldur, at hetta hevði gjørt kirkjugarðin vakrari og lættari at hildið. Men, borgarstjórin hevur eisini hugsað ein annan tanka, ið snýr [...] snýr seg um Jens Oliver Lisberg, sum var við til at skapa føroyska flaggið. - Um so var, hevði fyrsta føroyska flaggið hingið í Fámjins kirkju, samstundis sum gravsteinurin hjá Jens Oliveri Lisberg stendur
boðskapin frá von der Leyen á Twitter. Her gjørdi forkvinnan í ES nevndini samstundis greitt, at hon væntar, at Bretlandi heldur avtaluna um Norðurírland. Hon var gjørd sum avleiðing av brexit, men síðani [...] konservativu floksfelagarnar um at standa ímóti Brússel, tá tað kemur til spurningin um Norðurírland, sum førir til stúran í ES. Undir Boris Johnson fóru bretar av sínum eintingum at broyta sonevndu norðurírsku [...] protokollina. Í henni eru reglarnar fyri handil við Norðurírland eftir at Bretland er farið úr ES. Hon fekk í juli ES nevndina til at fara undir fýra rættarligar uppgerðir við Bretland. Sakarmál, sum kunnu
Tað upplýsir eftirlitið í dag sambært tíðindastouni AFP. Bótin svarar til góðar tríggjar milliardir krónur. – Vit samtyktu endaligu avgerðina fríggjadagin, og hon inniber eina bót upp á 405 milliónir
noyðast nú at senda styrk til Kharkiv-regiónina, eftir at ukrainski herurin hevur tikið fleiri tíggjutals bygdir aftur í regiónini. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í dag, at ukrainski herurin [...] Grakove, Viktor Gantsjev, segði í dag, at harðir bardagar eru við Balaklija, sum ukrainar siga, at teir tóku aftur frá russum í gjár. Tænastumaðurin segði, at russiski herurin í økinum hevur fingið styrk [...] kannaðar. Hetta hendir eftir, at tvey lík vórðu grivin fram í dag. Ein av borgarunum í býnum, Serhij Lutsaj, sigur, at hann varð tvungin av vápnaðum russiskum hermonnum at grava eina grøv til tveir menn
er tó ikki um at lata upp niður til ánna, sum rennur undir Tinghúsvøllinum, men um at gera eina nýggja á omaná. Áin er ov skitin at lata upp, og tað verður mett at vera ov stórt arbeiði at reinsa ánna fyri [...] Tað eru Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið, og umframt at gøta og øki fram við ánni verður upplýst, verður eisini lagt upp til, at listarljós verða gjørd fram við ánni. Arbeiðið varð boðið út, [...] fyri kloakk í hesi syftu. Tað arbeiðið er mett at kosta yvir 100 milliónir Havnará rennur oman úr Húsareyni norðan fyri Krákugjógv oman gjøgnum Gundadal. Hon hvørvur undir stadionøkinum í Gundadali, har
greinar, eins og hann hevði grivið sær eina grøv fyri at minka um møguleikarnar fyri at vera raktur, um russar fóru at finna út av, hvar hann var og fóru at leypa á hann. - Her liggur tú framman fyri heimsins [...] Verdens Gang fingið eitt serstakt innlit í støðuna. Alina Mykhailova sigur, at tað hevur verið heilt serstakt at verið við til at givið fólkinum, ið áður hertiknum bygdum og býum í Ukraina, frælsið aftur [...] blandaðar kenslur, sum bæði snúgva seg um gleðina við at hava vunnið hesar bygdir og býir aftur, og tað hevur eisini verið heilt serstakt at upplivað, at ukrainar bæði gráta og kyssa okkum av gleði og eydnu
Nú sæst av álvara, at ferð er aftur komin á ferðavinnuna. Hagstovan hevur gjørt uppm hvussu nógv fólk hava gist á gistingarhúsum. Og tey siga, at serliga er sjón fyri søgn, at fleiri útlendsk ferðafólk [...] men, tá gjørdu føroyingar nógv burtur úr at ferðast í egnum landi, og tað vóru føroyingar, sum áttu lívið í gistingarhúsunum í 2020 og í fjør. Nú eru fólk farin at ferðast aftur, men í mai í ár høvdu føroyingar [...] vóru yvir 31.200 gistingar á gistingarhúsunum kring landið. Men tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at tað eru gistingarhúsini í Havn, sum fara við øllum vøkstrinum, tí í mai mánað eru næstan 90 prosent
gjørt av, at bæði kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini. Føroyar hava rætt til trý lið hjá kvinnum og trý hjá monnum, men enn hevur einki verið at frætt um, at nakað [...] nakað annað føroyskt felag hevur hug at taka við europeisku avbjóðingini hesaferð. - Nú er so at brynja seg við toli, tí ikki fyrr enn týsdagin 12. juli fæst at vita, hvørji tilmeldaðu liðini eru, og sjálvt [...] fyrr enn týsdagin 19. juli. Eitt gott lutakast hevur alt at siga fyri, hvussu góða byrjan tað ber til at fáa, so vit krossa fingrar og tær og vóna, at hepnið verður í okkara parti, tá ið dragast skal um dystirnar
svarar Løkke, at alt grundarlagið undir Moderatunum, er at “bróta teir politisku blokkarnar” og at fremja politikk, sum veruliga “broytir og bøtir”. Úrslitið av nýggju kanningini bendir eisini á, at umboðini [...] flokkurin til at enda undir markinum og at rúka heilt úr Fólkatinginum. Hóast Javnaðarflokkurin stendur til at missa 4,2% er hann enn nógv størstur. Trupulleikin á borgarliga veinginum er, at tað er trupult [...] undirskriftirnar uppá minni enn eitt døgn fyri at kunna stilla upp – sum er met. Mong hava spátt Danmarksdemokratarnar at gera eitt gott val, men ongin hevði torað at droymt um tølini nýggi flokkurin fekk í
handtikin fyri at hava skotið og dripið fyrrverandi japanska forsætisráðharran, Shinzo Abe, hevur nú viðgingið, at tað var hann, sum læt skotini av. Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga, og lagt verður [...] verður aftrat, at maðurin er hin 41 ára gamli, Yamagami Tetsuya. Løgreglan í býnum, Nara í Japan, veit at siga, at tey funnu fleiri vápn, tá tey eftir tilburðin rannsakaðu heimið hjá drápsmanninum. Løgreglan [...] Løgreglan veit eisini at siga, at vápnið, hann brúkti, var heimagjørt. Sambært løgregluni var Yamagami Tetsuya róligur og kensluleysur undir avhoyringini. Drápsmaðurin skal hava sagt, at hann er ímóti einum