seinni fjarhitaloysn fyri eyga. Hetta seinna er ikki annað enn eitt tómt lyfti, tí er oljufýringin fyrst komin, so verður seinur dagur – um nakrantíð yvirhøvur – at lagt verður um til eina grøna orkuskipan. [...] nevnda býráðsfundi varð eisini kunnað um ætlanina at hita bygningin við olju, men tó fyrireika hetta soleiðis, at fjarhiti seinni kann leggjast inn. Hetta seinasta er eftir mínum tykki tað sama, sum at blaka [...] so kann eg ikki annað enn fegnast. Eg síggi fram til, hvør orkuloysn verður vald og ætli mær at fylgja væl við, at meirilutin í Tórshavnar býráð fer at halda hetta lyftið. Hetta er sannleikin í hesum máli
Sosialin. Ætlanin er at byggiarbeiðið skal byrja beinanvegin. Tvey feløg eru komin við tilboðum um útgrevsturin, og fer hann væntandi at byrja um mánaðarskiftið mars/apríl. Greitt er longu nú, at tað verða [...] fyri 12-14 peningasavnandi tiltøkum um árið, meðan talið er fækkað nakað tey seinnu árini. Hetta hevur kortini ikki merkt, at Atli og hansara fólk hava mist vónina um at fáa heimbygdini eitt vala bygdarhús [...] sjálvur, Steinbjørn O. Jacobsen sum fer at gera hetta á økinum, ið felagið hevur fingið til endamálið, beint við tunnilsvegin oman til bygdina. - Ja, hetta er ein stór løta fyri okkum, kanst tú ætla, sigur
Soleiðis er tað ofta hjá teimum, sum liggja niðarlaga. Men vit ætla ikki at geva skarvin yvir, hóast tað sær svart út, siga teir av Tvøroyri. Í B36 eru teir ovurfegnir um, at tað eydnaðist at fáa øll [...] legði B36 framum eftir stórt korter. Ingi Højsted spældi hann leysan, og veteranurin, sum er betri fyri nú, enn hann hevur verið í fleiri ár, rann frá verjuni, áðrenn hann setti bóltin framvið Predrag Markovic [...] stig at flyta fólkið longri fram á vøllin. Tað eydnaðist ikki TB at javna, og heldur ikki B36 fekk fleiri mál. Men teir høvdu risa møguleikar at økja um leiðsluna. Serliga innskifti Tummas Hans Rubeksen
Løkin var KÍ greitt omaná, men tá eydnaðist tað NSÍ at javna til 1-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Í dag er NSÍ á veg til Klaksvíkar í styrktari útgávu. Hetta er fyrsti dysturin hjá NSÍ síðani su [...] grannauppgerðin ímóti Víkingi er útsett til í september – og harvið er hetta fyrsti møguleikin hjá Pól Jóhannusi Justinussen og Christian Høgna Jacobsen at vísa, hvør dugur er í teimum. Teir eru báðir fluttir [...] gingið heilt øðrvísi. Hóast NSÍ er á fimta plássi og hevur eitt stig fleiri enn KÍ, so hevur tað í sekstan teimum fyrstu dystunum ikki eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. NSÍ
var, sum í hinum kappingunum eisini, meldaður til á 400 metrum og at 1500 metrum. Í báðum førum er talan um frísvimjing. Á 400 metrum kom Pál í finaluna við tribestu innleiðandi tíðini, men í sjálvari finaluni [...] skjótari, enn hann nakrantíð hevur svomið og kom á mál við 14:32.59. Tískil setti hann aftur nýtt Norðurlendskt met. Berlin Í Berlin var seinasta kappingin í hesum umganginum. Hesa ferð eydnaðist ikki Páli [...] gjørdist vágbingurin eitt vet styttri og gjørdist nummar fýra. Á 1500 metrum, at ongin innleiðandi kapping er, gjørdist Pál fremstur av øllum svimjarunum, samstundis, sum hann við sínum 14 minuttum, 32 sekundum
avtaluna. Hetta eydnaðist nú í heyst, við løgtingssamtyktini um at taka burtur fyrivarni um Kyoto ískoytissáttmálan frá 11. desember 1997 til ST rammusáttmálan um veðurlagsbroytingar. Hetta er í sjálvum [...] sjálvum sær eitt frambrot í føroyskum politikki, bæði tí hetta er ein viðurkenning av týdninginum at luttaka í altjóða avtalum, men eisini tí at um hetta málið finst ein breið semja. Tað vóru 26 atkvøður fyri [...] boða ST frá um støðu okkara. Og har liggur málið í dag, eitt sigursmál á tingi og fyri føroysku tjóðina, endaði í ráðaloysi hjá Føroya løgmanni. Hetta eigur ikki at endurtaka seg, og mítt mál er at taka fulla
23 minuttir skoraði fýra mál var tað sum, at vónin um, at tað fór at eydnast at vinna nakað, hvarv, og so ráddi tað um at binda um, so tað ikki eydnaðist við uppaftur størri tapi. 07 Vestur – HB 0-5 (0-4) [...] tað í seinna hálvleiki – og nú hevur hann skorað 26 mál. Hetta er sama máltal sum metið hjá Klæminti A. Olsen, sum í 2019 skoraði 26 mál. Tað er hægsta máltal, sum nakar nakrantíð hevur skorað í bestu deildini [...] n skal røkka hægri á máltindin enn nakar nakrantíð hevur verið. Jákup L. Thomsen økti til 2-0, og hann skoraði eisini til 4-0 og vísti enn einaferð, at hann av álvara er komin fyri seg og ivaleyst av álvara
Og arbeiðsmarknaðurin er eisini annað enn FA. Hann fevnir eisini um eitt so stórt fakfelag sum Starvsmannafelagið, skansin hjá teimum alment settu. Kanska er tað í hesum fakfelagsumhvørvinum, at vit fara [...] settum síni størv. Hetta yvirskot skal jú brúkast til at avloysa blokkin og til komandi yvirtøkur. Tað er tí lætt at ímynda sær, at tað fer at verða lagt upp til rok á arbeiðsmarknaðinum um stutta tíð. Og [...] Arbeiðarafelag er greitt, at harðar sáttmálasamráðingar standa fyri framman. Góðu tíðirnar fáa fólk at tosa lønarhækking upp á 20%. Men eisini tann sannroynd, at seinasta lønarhækkingin er vorðin uppetin
skipaði VágaSkot fyri kapping fyri børn, har 11 skjúttar kappaðust í recurve. Og her eydnaðist Teiti Dalsgarð at vinna, og hetta gjørdi hann eisini sannførandi. Í innleiðandi umfarinum fekk hann 540 stig, meðan [...] vaksin, og eisini her var Teitur bestur í recurve. Hesa ferð var talan um sera harða kapping við Anniku. Men Teitur fekk tvey stig fleiri enn Annika í innleiðandi umfarinum, og tá tey bæði hittust í finaluni
KÍ hevur enn fult stigatal í fremstu kvinnudeildini. Sunnudagin stóð HB fyri skotum, og KÍ vann dystin 2-0. KÍ hevði at kalla alt spælið, og eingin ivi var um, hvør stýrdi dystinum. Tó gekk tað sera striltið [...] líktist nógv tí fyrra, har tað er KÍ, ið stýrir dystinum, men hinvegin fær KÍ framvegis ikki tað næsta og avgerandi málið, sum hevði givið HB mønustingin. Ikki fyrr enn tíggju minuttir eru eftir at spæla [...] málverjanum, sum kom út ímóti. Malena var fyrst á bóltinum og sendi framvið málverjanum til 1-0. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum. Hóast KÍ hevði alt spælið, og bólturin var á HB hálvuni tað mesta