í hesum troystar Harrin tey, sum óttast hann. Hann talar um rættvísisó, sum skal renna upp, og at tey skulu spæla sum gøðingarkálvar. Hetta fær meg at hugsa um at hetta, sum hann tekur fram her er nakað [...] undangongumann hansara, sum jú er Jóhannes doypari. Síðani hevur hann seinast í kapitlinum nøkur troystandi orð til tey, sum hugsa um Harran. Og aftur í fjórða kapitlinum, sum er tann seinasti í gamla [...] sigur tað sama, sum hinir. Bókin byrjar við at siga, at hetta er orð Harrans til Ísrael við Malakiasi. Hann talar til Ísrael og um tjóðirnar, serliga Edom.Hann revsar fólkið og prestarnar, sum hava borið seg
prætikar um dóm, sum liggur langt frammi í tíðini,og sum vissuliga fer at ganga út eisini. Jesus talar sjálvur um tann svára dóm, sum koma skal yvir henda heim o.s.fr. Tað er syndin, sum ger, at dómurin [...] frá fólki, sum talar tað, ið rangvørgt er, frá teimum, sum fara av rættvísileiðum og ganga á gøtum myrkursins, sum hava gleði av at gera ilt og rópa av gleði um tað, ið rangvørgt og ónt er, sum ganga á sniðgøtum [...] teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi. Kap. 2 Vers 6. Hetta er háaktuelt fyri okkum her í Føroyum at taka til eftirtektar. Eg øtist, tá ið eg hoyri mangt av tí, sum verður sagt alment
henni! Sum stavurin hevði sveiggjað tann, ið lyftir honum, sum putturin hevði lyft honum, ið ikki er av træ!. Her síggja vit, hvussu Harrin yvirstýrir øllum. Hann kann brúka eina gudleysa tjóð sum amboð [...] Harrin er strangur Gud og hevnari , ein sum støðugt ber vreiði móti fíggindum sínum. Men eisini sigur hann, at Harrin er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann. Hann talar dóm yvir Nineve [...] assýrarnir, sum løgdu Ísraelsríki í oyði. Í Esaias 10,5-7 lesa vit hetta: Vei Assur, vreiðikoyrli Mínum! Vreiði Mín er stavurin, hann hevur í hondini. Móti vanheiløgum fólki sendi Eg hann; móti fólki, sum Eg eri
og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er. Trettanda vers er stutt , tvær reglur, men loysir knútin, sum tilveran er mongum. Tað ljóðar soleiðis: Eg eri alfa og omega [...] Fjúrtanda vers ljóðar soleiðis: Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin! Ert tú tváaður í blóði Lambsins? Ellivta vers, fyrri partur [...] Men kanska tað vil siga okkum, at Gud noyðir ongan til nakað. Tann, sum vil liva í gudloysi má taka avleiðingarnar. Sum fimtanda vers sigur: Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir
samling av teimum dýrunum, sum Dániel sá, og tey bæði, sum vóru framman undan, forna egyptalandsríkið og assýriskaríkið. Eisini síggja vit, at hetta dýrið er identiskt við djevulin, sum vit síggja í tóvta kapitli [...] dýrið, sum Dániel sá, hevði tíggju horn, og at hetta var rómararíkið. Hetta dýrið hevur eisini tíggju horn At hetta eru somu tíggju hornini, er skilligt. Men hvønn umboða hesi sjey høvdini. Vers 9 sigur [...] fyrivarni og eymjúkleika kunnu vit royna at skilja, hvat tað er, sum stendur. Jóhannes fær her at vita , at av hesum sjey kongunum sum høvdini umboða, eru fimm falnir, ein er, og hin er ikki komin enn
fyrsta vers, at hon er opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, og Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannes, tænara Sínum, tað í teknum. Annað og triðja vers ljóða so: Honum, sum hevur vitnað [...] Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær. Jóhannes skrivar so til sjey av samkomunum, sum lógu í Lítla Asia, núverandi Turkaland [...] um teir sum tveir, Faðirin og Sonin. Men tá ið Filip, í Jóh. 14. kap. biður Jesus vísa teimum Faðirin, sigur Jesus, at tann, sum hevur sæð hann hevur sæð Faðirin. Hetta er uttan fyri tað, sum vit kunnu
Seinast nevndi eg um loyndarmálið, sum Paulus skrivar um í efesusbrævinum. Hann sigur hetta í 3. kapitli, 1-11 vers. Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar - um [...] varð loyndarmálið mær kunngjørt, soleiðis sum eg frammanundan stutt havi skrivað. Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar, sum í farnum ættarliðum ikki varð mennisk [...] verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt - fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli, Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi
hann var um tríati, steig hann fram og prætikaði, og sum hann sigur sjálvur einaferð, at hann var sendur til Ísrael. Tó hann koyrdi ongan burtur, sum kom til hansara. Eg fari ikki at gera so nógv burtur [...] Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað. Hetta kann nokk sigast um jødarnar við. Teir vilja ikki góðtaka Jesus frá Nazareth sum Messias, tí teir kenna ikki s [...] skriftirnar. Skriftirnar tala so týðuliga allan vegin, sum vit eisini hava sæð gjøgnum hesar stubbar, sum eg havi skrivað, at Messias skal koma, og at hann ikki bert er frelsari jødana, men er frelsari
Teir flestu jødar trúgva ikki á Jesus, sum Messias. Teir hava ikki fingið eyguni upp fyri tí, sum Gamla Testamenti so mangar staðir talar um hann, sum frelsara hjá øllum heimsins tjóðum. Ikki bert hjá [...] eini søgu í samband við hetta versið. Eg kom nógv út til Søldafirðar sum smádrongur og ungur. Har var ein maður, Andrias at hann, sum plagdi at vitna á møtunum í salinum. Hann fortaldi fleiri ferðir hesa [...] banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar. Og Esaias 49,5-6: Og nú sigur HARRIN, sum frá móðurlívi hevur gjørt Meg til tænara Sín, til at leiða Jákup aftur til Sín og savna Ísrael fyri
fyriskipanir og lógir Mínar." Sært tú, her fær Ísakur sama lyfti, sum pápi hansara hevði fingið, hetta at teir skuldu fáa hesi lond, sum teir búðu í sum fremmandir. Men tað er ikki alt, nei so kemur hetta lyftið:”Í [...] landinum - sum hina ferðina, á døgum Ábrahams; tá fór Ísakur til filistarakongin Abimelek í Gerar. 2 Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: "Far ikki til Egyptalands, verð verandi í landinum, sum Eg sigi [...] Paulus ápostul tekur hetta upp í galatiabrævinum, har hann sigur: ”Ikki stendur ”avkomum”, sum um nógvar, men sum um ein:”Og avkomi tínum”- og tað er Kristus.” Eisini Pætur ápostul nevnir hetta á hvítusunnu