leygardagin fara brandbilur, sjúkrabilur og politibilur at vitja við kommunuskrivstovuna. Bygdasavnið fer at hava opið í Norðaru Koytu, og Tóra Knudsen fer at syngja í Virkinum. Skjótikapping verður Úti í Støð [...] Jensen, sum fer at seta Sandoyarstevnu klokkan 14.30 leygardagin, og ein hálvan tíma fyri setanina verður skrúðgonga úr skúlanum og út á Ljósafløtt, har eisini Havnar Hornorkestur fer at luttaka. Seinnapartin [...] í Virkinum. Ragnar Olsen fer at hava guitarkonsert í Listasavninum klokkan 15, og klokkan 16 verður ein forvitnisligur fuglatúrur kring Sandsvatn við Honnu Joensen – og at enda sunnudagin verður aftur
kanska einamest tí at russiski herurin bleiv meint raktur av fíggjarligu kreppuni, sum gamla Sovjettsamveldið stríddist við frá 90’unum og frameftir. Seinastu árini er Russland tó farið at gera meiri um seg [...] aftur og er farið at vísa hernaðarligar musklar. Innrásin í Krimhálvoynna er eitt slíkt dømi. Bæði USA og Russland hava havt stóran áhuga í borgarakrígnum í Sýria og nú er líkt til, at amerikanskir og russiskir [...] verjumálaráðið og Kreml vísa søgunum aftur og siga, at russiski herurin hvørki hevur givið loyvi til ella luttikið í einum slíkum álopi. Pentagon sigur hinvegin at yvir 100 sýriskir hermenn, sum stuðlaðu Assad
og Hør altíð at kunna finna hana. Og um hvussu tað fekk hana at ivast í sínum nærmastu. – Har var misálit, og har var mistrúgv, segði sjónvarpsverturin, sum einaferð gjørdist so paranoid, at hon legði unnasta [...] unnasta sín undir at tippa Se og Hør. Frágreiðingin var tó ein heilt onnur. Nemliga, at eitt KT-fólk hjá Nets í fleiri ár hevði eftirlit við, hvussu hon brúkti sítt gjaldskort. Upplýsingarnar seldi hann [...] Tilsamans verður hildið, at yvir 100 kend fólk hava verið undir hesum eftirliti hjá Se og Hør, og tað eru mong teirra, sum nú krevja endurgjald. Brian Larsen, advokatur, upplýsir, at han umframt tey 19 eisini
stuðulsdegnum at takka fyri ómetaligan og afturvendandi trúfastan stuðul gjøgnum árini og heita á teg, saman við okkum, at vera við á ferðini víðari. Eisini fara vit at nýta høvi til at bjóða nýggjum stuðlum [...] stuðlum at vera vælkomnum við. Latið okkum øll, saman, vera um tað at stuðla Lindini. Ja, latið okkum saman, framhaldandi, vera um tað at røkka út við evangeliinum, boðskapinum um Jesus Kristus, skriva [...] Allan dagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum til ábit. Roknað verður við at mong nýta høvi at støkka inn á gólvið til eygleiðing og prát á stuðulsdegnum hjá Lindini niðri í Østrøm. Ein
Anan el Galaly. Seinni upplýsti kongshúsið, at prinsurin var kannaður fyri ein svull í vinstra lunga. Hann vísti seg at verða góð góðkynjaður. Tað var ætlanin, at hann eftir lidna viðgerð skuldi fara á F [...] myndafólki og journalistum eru savnað á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, eftir at kongshúsið í morgun boðaði frá, at støðan hjá Heindriki prinsi var munandi versnað. – Hansara kongaliga hátign, Fríðrikur [...] Kongshúsið ynskir ikki at greiða nærri frá, hvat bagir prinsinum, ella hvør orsømin er til versnaðu støðuna. Ole Hilberg, yvirlækni og formaður í Dansk Lungemedicinsk Selskab, upplýsir, at góðkynjaðir svullir
sannlíkt, at fíggjarætlanin fer at verða meinlík hesum kørmunum. Fleiri av uppskotunum kemur ikki upp á tal hjá demokratunum at góðtaka, meðan fleiri av republikanarunum eisini ikki vera mjúkir at strúka [...] gransking í umhvørvisbroytingum. Aðrir viðmerkjarar óttast, at broytingarnar í játtanini til uttanríkisráðið vísir, at nýggja stjórnin fer at leggja størri dent á hernaðarmegi enn diplomatiskar loysnir [...] fyrstu ferð sínar fíggjarkarmar fram fyri amerikonsku kongressina. Fíggjarkarmarnir vísir týðiliga, at ein nýggjur forseti er settur, sum ynskir eina nýggja kós fyri landið. Játtanin til herin er økt munandi
amerikanskar embætismenn, sum vilja vera ónevndir. Teir siga, at tað er ein stórur ósigur fyri amerikanska fregnartænastu. At tað er eydnast kinverjum at finna fram til so nógvar amerikanskar njósnarar er eitt [...] hava vanliga havt sera ilt við at menna njósnaranetverk í Kina og Ruslandi. Søgan í The New York Times kemur fram meðan CIA roynir at finna út av, hvussu tað ber til, at WikiLeaks hevur almannakunngjørt [...] var í 1994 handtikin fyri at njósning ímóti USA sum moldvørpa fyri sovjetisku fregnartænastuna KGB. Hann situr ein lívstíðardóm í einum fongsli í Indiana uttan møguleika fyri at verða royndarleyslatin.
Felagið sigur, at hetta er neyðugt fyri at fíggja komandi útbyggingar í elskipanini. - Nýggja nevndin er saman við dagligu leiðsluni, mongu góðu starvsfólkunum og hollu serfrøðini í SEV til reiðar at taka við [...] seg upp á vegnum fram ímóti endaliga málinum at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030. Fyrireikandi arbeiðið seinasta árið hevur havt við sær, at SEV - eftir tætt samskifti við orkumyndugleikan [...] á grønu kósini. SEV hevur skotið upp at seta 12 vindmyllur upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Elfelagið hevur eisini mælt til at byggja eina vindmyllulund aftrat við
sostatt kunnu tey í Sundalagnum halda jól í friði og náðum, uttan at hava hetta hangandi yvir sær. Men tað var ikki heilt einmælt, at Heðin Zachariasen varð afturvaldur. Býráðsfundurin varð settur nú klokkan [...] uppskot. Fyrst skeyt Tryggvi Kallsoy á Lista A, upp at velja Heðin Zachariasen til borgarstjóra, og síðani skeyt Elsa Maria Magnusardóttir Olsen á Lista B upp at velja partamannin, Pól Nikláa Thorkildshøj, til [...] veljast, skeyt Hansina Jensen á lista A upp at velja Thordis Dahl Hansen á sama lista til varaborgarstjóra og Elsa Maria Magnusardóttir Olsen á lista B skeyt upp at velja Kára Matthíasson á sama lista til
bara tey, sum fingu at vita, stór er trúgv tín, segði Meinhard Bjartalíð í prædikuni. Hann vísti á, at trúgv ikki snýr seg um at kenna, skilja og góðtaka ymiskar meiningar, áskoðanir ella trúðarsetningar. [...] vóru órein. At Jesus grøddi ein spedalskan, segði prestur vera eitt greitt tekin um eina nýggja messianska tíð. Prestur prædikaði eisini um trúgv, og hvat trúgv veruliga er. Hann vísti á, at Jesus bert [...] við fólk, at tey høvdu stóra trúgv – tað var við hina kananeisku kvinnuna og høvuðsmannin í Kapernaum. - Av øllum teimum mongu, ið Jesus hitti á vegi sínum, vóru tað tveir heidningar, sum fingu at vita, at