steypakappingini hósdagin. Tað kundi sæð út sum um, at klaksvíkingar vóru væl meiri tyngdir av tí stríðnum, enn gestirnir vóru tað. Spurningurin er so, um tað var hálvi tímin, sum teir vóru noyddir at brúka [...] út sum um, at teir vóru undir ávirkan av flogbóltinum. Tað var høgt, men mótsatt flogbóltinum einki hugflog, og eingin roynd varð gjørd at broyta uppstillingina, fyrrenn vanliga leiktíðin var farin. KÍ hevði [...] fyri. Eftir steðgin og serliga sum 2. hálvleikur leið var luturin hjá B36 at verja, og tá ið KÍ smátt um smátt flutti aftastu menninir longri fram, vóru fremstu menninir hjá B36 nakrar ferðir í góðum støðum
spyrji Boga um, útboðið av venjingarhølum er í trá við eftirspurningin, er hann skjótur at svara. -Útboðið er alt ov lítið. Vit hava slettis ikki nóg nógv hølir tøk, og hetta harmast vit um. Hetta er nakað [...] í Margarinfabrikkini, og hevur verið ein hollur stuðul hjá mongum tónleikabólki. Nú er Karl Anton Farin, og nógv vóru tey, sum stúrdu fyri, at við hesum fór Margarinfabrikkin ikki longur at hýsa tónleikabólkum [...] umhvørvi í Havnini. Men hvussu fer tað at merkjast, at Bogi Andreasen fer at hava báðar hæddirnar um hendi? -Eg fari ongantíð at undirmeta týdningin av venjingarhølunum í Margarinfabrikkini. Vit hava
í ferð við at byggja sær síni egnu hús sunnarlaga í bygdini. Hetta er hann kortini ikki einsamallur um, tí ein skal ikki hava verið leingi í bygdini fyrrenn ein sær tað sama: Í minsta lagi fýra onnur hús [...] gongur í 10. flokki og ein drong sum gongur í 5. flokki í Kunoyar skúla. Byggja nýtt At Petur nú er farin at byggja sær egin sethús í Kunoy, kemur ikki av tí at hann á nakran hátt er heimleysur. - Eg eigi [...] sleppa inn í húsini á norðoyastevnu, sum verður fyrsta vikuskiftið í juni mánaði. - Vit hava biðið um eini lyklaklár hús, so tá skuldi alt verið liðugt, sigur Petur, ikki sørt spentur á málinum. Miðhæddin
ikki at hugsa seg um, áðrenn hann handlaði og at tað kundi vera tórført hjá honum at hava tamarhald á sær sjálvum, serliga í spentum støðum. MYND Føroya Rættur er hesa vikuna karmur um eitt álvarsmál, har [...] ætlaði ongan at drepa og onki at brenna. Einasta endamálið var at ræða mannin, tí leysasøgur gingu um, at hann var barnalokkari. Tí ætlaði hann at seta eld á dýnuna hjá honum og síðani at vekja hann og [...] við bensini við teirri ætlar at festa í dýnuna hjá honum. Í hesum sambandi varð tann ákæri spurdur um, hvussu hansara uppvøkstur hevði verið. Og tað var ikki tann lukkuligasti barndómurin, hann hevði at
leikarnar, sum eru í Føroyum í dag, og heldur so fyri, at: »gud nái okkum um vit ikki høvdu teir«. – Tað hevði broytt nógv, um man bara kundi tikið partar av útbúgvingini í Føroyum. Tí tað er í 20-unum [...] finnur tær ein maka, fær familju og fer út á arbeiðsmarknaðin. Um tú hesa tíðina býrt fimm til átta ár uttanlands, so er tað ikki so undarligt um tú festir røtur har, metir nýggi føroyski fólkatingslimurin [...] liggja á borðinum. – Men eg fekk ongan mynt frá Danska Fólkaflokkinum, flennir Sjúrður Skaale, sum er farin til verka á Christiansborg. Fólkatingið eitt fulltíðarstarv Men hansara tíð á danatingi er avmarkað
sinni. Hvussu mundi verið, um teir vóru eldir 20 ár? Ivaleyst høvdu teir somu áhugamál og somu niðurstøðu til dagsins mál, men kanska hevði tað verið stuttligari um aldurin var farin at tyngja teir. Hæddarpunktið [...] ikki gera fyri eitt heilt land - og wisky-visiónin varð uppfunnin. Síðani gekk tað við rúkandi ferð um prestarnir, ið stóðu á prædikastólinum sum urtapottar. Hermt var eftir fleiri teirra, sum vit kendu [...] nýggju innsløgunum í »Pipar&Salt«, eins og tvær flakakvinnur í Suðuroy góvu til kennar, hvat tær hildu um dagsins mál og vanligt bygdaprát, eitt nú hvussu væl Torgerð Suðuroy dugdi at forsúlla bæði seyðarhøvd
geva ábendingar um, at liðnum enn restar nakað av royndum at stuðla seg at í tættastu uppgerðunum. Hinvegin sýndu teir enn einaferð framúr hugburð við at berja seg aftur, og tá tað ræður um orku, so tykjast [...] 73 mál verða skotin millum tey bæði liðini, sum eftir stigatalvuni eru tey sterkastu, ber greið boð um verjumanglar í føroyskum manshondbólti. Og satt at siga, so var verjuspælið ikki tað, sum Neistin og [...] fóru teir eftir øllum arminum. Áðrenn vestmenningar høvdu hugsað tvær ferðir, var munurin av álvara farin at minka, og tá so er, er trupult at venda gongdini. Og tað máttu vestmenningar eisini ásanna. Hóast
tørni, og teir vórðu sendir um aftur Gøtueið við 4-0 tapi í viðførinum. Leingi bendi lítið á, at munurin skuldi fara at gerast so stórur. Gøtumenn vóru komnir á Skála at verja um tað, sum teir høvdu við sær [...] eydnast. Jónhard Frederiksberg hevði ein stútara í tvørtræið í 1. hálvleiki, og í hinum endanum var tað um reppið, at eitt av ógvuliga vandamiklu fríspørkunum hjá Súna Olsen endaði í málinum. Men bólturin brast [...] landsliðsspælarin, Pauli G. Hansen, noyddist at taka seg burturúr, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Í vikuni varð hann raktur av lítlum vøddaskaða, og tað var skjótt sunnudagin, at tað varð staðfest
yrkismálið hevur kanska ongantíð verið so átrokandi sum í dag, nú alheimsgerðin av álvara er farin at gera um seg. Vit kenna nøkur av úrslitunum av alheimsgerðini, t.d. at tað enska málið breiðir seg kring [...] málfólki - seta seg niður og spyrja seg sjálv: Hvørjum orðum hava vit brúk fyri, tá ið vit skulu tosa um okkara yrki mótvegis almenninginum? Takið verður so í teimum førum, har einki føroyskt orð er tøkt [...] Men ikki minni týdningarmikið er eitt endamálið at fáa í lag eina eintýdda málnýtslu, tá ið vit tosa um mál- og bókmentafrøði. Yrkisorðabókafrøði hevur sum fremsta endamál at normera málnýtsluna á tí einstaka
dekkinum. Hetta mannholið tók nógvan sjógv, og varð tað standandi soleiðis gapandi opið, var eingin ivi um, at skipið hevði sokkið, sigur Árni Dam. Men lukkutíð fyri skip og manning, brotnaðu føturnir undan [...] Árni Dam. Brimil var skjótur hjá Ice Lady og fekk beint henni inn í Vágahavið, heldur enn at hon var farin lensandi suður móti Bankanum. Var hon endað so sunnalaga, hevði ikki verið tespiligt at komið norður [...] streymi, vísir Árni Dam á. ?Eitt sundurbrotið skip við slagsíðu upp á eini 20 stig er ikki so at fara um havið við í illveðiri, vísir hann á. Árni Dam er ikki nøgdur við lastingina, sum verið hevur, áðrenn