verður leitað eftir teimum tveimum seinastu av manningini á Kambi, sum taldi 16, og øll vóna, at tað fer at eydnast at finna menninar. Brimil skipar leitingina. - Eg veit ikki akkurát, nær Kambur sakk, men hann [...] menninar á Suðuroyar Sjúkrahús. Jón Klein Olsen sigur, at tá tyrlan kom út aftur á leiðina, vóru umstøðurnar sera truplar, og tað tók sína tíð at fáa bjargað hesum seinasta, sum teir tá sóu á skipssíðuni [...] longur suður enn har, hann fekk sjógvin fyrr um morgunin. Jón Klein Olsen sigur, at løgreglan í morgun hevur arbeitt við at fáa fatur í øllum teimum avvarðandi, bæði hjá teimum bjargaðu og avvarðandi hjá
hevur í nøkur ár havt eitt ynski, um at royna seg uttanlands. Vit hava fylgt Adriani neyvt í longri tíð. Hann hevur ein framúr høgra fót og eg gleði meg at sleppa at síggja hann spreiða sínar veingir í [...] Tað hevur í eina tíð ljóðað, at Adrian Justinussen fór at skifta til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark. Í dag hevur Hillerød kunngjørt skifti. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála. Gøtumaðurin [...] Um Adrian røkkur so langt sum hann kann, so trúgvi eg upp á at vit kunnu selja hann víðari. Eg vænti mær nógv av honum og eri fegin um, at hann er partur av hópinum hjá okkum, sigur Jackie Rasmussen,
spurningin sigur vísir tingmaðurin á, at fleiri fólk í bestu árum hyggja til okkara grannalond heldur enn Føroyar at búseta seg. – Tað er ein trupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara, tí tað kann [...] tað eisini er rættasti máti, sigur Sólvit Nolsøe, sum tí vil hava landsstýriskvinna at svara uppá, um ætlanin er at broyta mannagongd, so tey, sum ikki eiga hús ella íbúð frammanundan, verða tikin framum [...] spurningi til Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu. Tingmaðurin spyr soleiðis: 1. Er ætlanin at broyta mannagongd, so tey, ið ikki eiga bústað frammanundan, sleppa framum á bíðilistanum hjá Bústøðum
trygt, at hvørt kvøld eru sjálvbodnir yrkjarar komnir upp at lesa yrkingar, bæði gamlar og so nýggjar, at blekkið nóg illa er tornað. Við hesum hevur Dania megnað at broyta ráðandi hugburðin um, at yrkingar [...] og óroyndum yrkjarum at lesa upp egnar yrkingar. Ein heit fevnandi kensla hevur merkt hesi kvøldini, øll hava kent seg væl, bæði áhoyrarar og tey útinnandi, tí Dania hevur megnað at skapa eitt trygt rúm [...] orðamyndum. Eitt annað, sum Rithøvundafelagið serliga hava bitið merki í, eru evnini, sum Dania hevur til at skipa fyri bókmentatiltøkum, ikki minst væl vitjaðu yrkjarakvøldunum: Yrkingar í Sirkus. Við vinsemi
fríspark í góðari støðu. Men heldur enn at royna við skoti ímóti málinum, so royndi Boubacar Dabo at spæla ein av liðfeløgunum leysan. Tað totalkiksaði, og so var tað, at Emil Pedersen staðfesti 4-2 heimasigurin [...] Vestur stórfegnast um sigurin, sum ber við sær, at vágaæiðið nú er á fimta plássi við seks stigum. EB/Streymur hevur eitt stig, og tað er ikki undarligt, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn eru vónbrotnir [...] vónbrotnir, nú teir hava tapt fyri aðru ferð í ár. Í kvøld svaraði EB/Streymur dyggiliga aftur, eftir at Benjamin Braithwaite, áðrenn 20 minuttir vóru farnir, legði heimaliðið á odda. Í tíðini, sum dómarin
Vónin var, at tað fyri aðru ferð í fáar dagar fór at eydnast at vinna fulla úrtøku, tá ið kvinnulandsliðið í fótbólti í kvøld átti heimadyst ímóti Grikkalandi. Vónin var góð, tí tað á útivølli ímóti G [...] spælarum frammi á vøllinum. Tað gekk illa at fáa skipað álopsspæl í lag, og eftir steðgin var liðið flutt eitt sindur longur aftur og við vón um, at tað fór at eydnast við umstillingum. Men tað var heldur [...] Í kvøld gekk tað ikki. Føroyar taptu 2-0 eftir at Grikkaland í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað eydnaðist ongantíð føroysku kvinnunum av álvara at fáa fatur á spælinum. Mótstøðuliðið var kropsliga
óheft bæði at politisku skipanini, handilsligum áhugamálum og bindingum sum heild. Tað er uppgávan hjá miðlunum at halda valdshavarunum í skák og seta tey ráðandi til svars fyri avgerðir, at greina, upplýsa [...] Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at partarnir hava skrivað undir sáttmálan, tí hann er eitt týdningarmikið amboð hjá myndugleikanum og stovninum til at seta nøkur felags mál út í kortið. Public [...] kringvarpsstovninum til at útinna sítt virksemi innan fyri. Í § 10 í kringvarpslógini er ásett, hvørjar skyldur Kringvarpið yvirskipað hevur, men við sáttmálanum fæst høvi til at seta tíðarbær mál og lofta
hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? - Tað er heilt sikkurt nakað, sum vit hugsa um. Vit hava nýliga ognað okkum ein el-bil, og vit eru væl nøgd við hann. Hann sigur, at tankin um at skifta hin [...] einum diesel-bili. Hann sigur, at honum dámar sera væl koyrieginleikarnar við el-bilum. - Teir eru ótrúliga góðir at koyra við, og so er tað eisini eina tonn bíligari at koyra el-bil. Hvørjar tankar hevur [...] Hvat bilmerki koyrir tú? - Konan eigur tveir bilar, ein Skoda Kodiaq, sum er sera væl egnaður til at koyra við børnunum. Hann er rúmligur og hevur sjey setur. Og so eigur hon eisini ein VW Id4, sum eg
sær út til at gerast størsti flokkur í øðrum og avgerandi umfari av tjóðartingsvalinum í Fraklandi sunnudagin. Sambært fyrstu forsøgnunum tykist NFP við millum øðrum Jean-Luc Mélenchon á odda at fáa millum [...] mannað við flokkinum hjá Emmanuel Macron forseta, Renaissance, sær út til at verða nummar tvey á valinum. Ensemble stendur fyri at fáa millum 150 og 180 umboð. Høgravendi flokkurin Tjóðskaparligi Savnin [...] vinstravendu flokkarnir gjørt av at taka nøkur av sínum valevnum aftur, og sostatt er bara eitt valevni eftir úr teimum flokkunum. Nevniliga tann, sum hevur bestu møguleikarnar at basa valevninum hjá Tjóðsk
Ovastevna er stevnan í Nólsoy har bygdafólkið ger alt, tey eru ment at bjóða tær vælkomnum og vísa tær, hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy. Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna og hevur [...] lagdir undir eitt ordans bygdaball. Kendir tónleikarar fara at spæla í tjaldinum á keiini og um tú hevur hug til ein sving-om er eisini møguligt at leggja leiðina eystur í Royndarhúsið har tónleikarar spæla [...] Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at bygdastevnurnar eru nógvar, men ovastevnan í Nólsoy er nakað serstakt, og eftir ólavsøkuna og festivalarnar man ovastevnan mangan hava verið mest vitjaða