øll, sum vilja fíggja, fyri at vera við til at gera umrøddu ætlanirnar til veruleika og soleiðis skapa framtíðarinnar mentanararv!” Fá meira at vita Meira fæst at vita við at ringja til Elina Brimheim [...] sum skal gera tað møguligt eisini at seta stórfingnan symfoniskan tónleik út til hesar yrkingarnar hjá pápanum. Elin vónar at nýggja hópfíggingin ger tað møguligt at spæla løgini inn og frumframføra tey [...] Brimheim Heinesen heldur, at tær hava uppiborið, at fólk geva teimum ans. – So latið okkum vekja ans við einum sonnum braki! Hetta brakið er tað, sum hópfíggjarar kunnu vera við til at gera til veruleika við
fyri at tryggja sær, at vit ikki skulkaðu frá hesi andaligu doseringini, sum hevði so stóran týdning fyri hann. Í tannárunum ger annar máttur seg galdandi innansyndis, adrenalinið, fyri ikki at siga [...] misskiltur og misbrúktur. Eingin skilti, at rópini út í oyðimørkina, vóru róp inn í tómar sálir, har einki bergmál var at finna. At heimsins ljós var innan í einum sjálvum. At hann ikki hekk har sum syndabukkur [...] men til ber at staðfesta, at vit øll eru ein partur av hini kristnu læruni. So ella so. Tí eru hesir samkirkjudagarnir av størsta týdningi, ikki tí at munirnir í fatanum skulu kámast, men tí at stórviðurin
um Tim Ecott helt fyri, at tað undraði seg at verða spurdur um at skriva eina slíka bók um Koks, tá vit í Føroyum hava so nógva og so dugnaligar høvundar. Men tá hann fekk at vita treytir hjá Johannes [...] var greiður yvir, at mær fór at dáma Føroyar og føroyingar, og eg vóni, at teksturin kann fáa tað út í øll herðashorn í samfelagnum, at maturin, sum Poul Andrias ger, og at matstovurnar, sum [...] fiskiídnaði og ferðavinnu, sigur hann. Spurdur um tey fáa pengar burtur úr at gera eina so fína bók sigur hann, at tað fáa tey ikki, men at tað melur runt. Bókin fæst í bókhandlum í Føroyum í næstu viku. Tað
frá tiltakinum. Johan G. Mikkelsen er ritstjóri á hesi verkætlan. Honum fyri at takka hevur forlagið hjá mentanarritinum Varðanum fingið møguleika fyri at geva út sjey av teimum níggju kirkjubókunum frá [...] hetta tilfar verið mest sum óatkomuligt, men nú ber til hjá leikum og lærdum at síggja tað á prenti. Tí fer at bera til at skriva ættarsøgur og bygdarsøgur. Vit síggja skilliga hvussu skjótt Suðuroyggin [...] Felagið Varðin skrivar, at har fer býráðsformaðurin á Tvøroyri Kristin Michelsen at heilsa okkum. Kirkjukórið Ljómur syngur. Sóknarpresturin Jónsvein Bech, sum nú skrivar kirkjubøkur, greiðir frá tí týdningi
ímóti at verða tikin aftur í tíðina, so sum tú roynir at gera, segði hann í mai í 2021 í eini samrøðu við The Guardian. Tá hevði journalisturin sambært sær sjálvum tvær ferðir í eitt korter roynt at ført [...] til Danmarkar. Grundgevingin var, at tey ikki kundu veita honum trygd. Men eftir mikið orðastríð í miðlunum umráddi Nyrup seg at enda, og Rushdie slapp til Danmarkar at taka ímóti virðislønini í Kunstmuseet [...] 1989 var bók hansara »Tey Satanisku Ørindini« fordømd av prestastýrinum í Iran sum blasfemisk. Táverandi leiðarin í Iran, ayatollað Khomeini, sendi út eini átrúnaðarlig boð, eina fatwa, sum segði, at Rushdie
til tín í kvøld, og vóni at tú onkuntíð fær stundir at lesa. Har lýsir rithøvundurin óvæntaðar síðir av tí beiska rithøvundanum og stríðsmanninum George Orwell - sum ein eyðmjúkan blómuelskara. Orwell [...] um eina nýggja bók, ið kallast “Orwells Roses”. Hon snýr seg um mæta enska rithøvundin George Orwell. Hugsaði beinanvegin: Hetta er Hanus! Hesa bókina skal hann hava! Havi loyvt mær at tikið hana við til [...] Suðuronglandi. Her vildi hann hava frið at skriva. Samstundis setti hann niður nakrar rósuplantur. Hetta bleiv ein fragd hjá honum og gav honum eyðmýgd og tol at ala fram tann sjáldsama vakurleikan av rósunum
ongan sakn eg kenni”. - Eg minnist, at eg gjørdist sera glaður fyri hetta ørindið, og hugsaði, at tað var eitt sera vakurt og gott orð at fáa. - Eg vil somuleiðis siga, at hetta versið tók eg til mín sum ‘mítt’ [...] um. Tað gevur mær ein frið, tí eg veit at Gud er við mær, og tá kann einki menniskja skaða meg. So kann rithøvundurin sjálvur – SNORRI BREND – leggja aftrat, at hann var konfirmeraður 4. mars 1973 í Havnar [...] presti fyri tað, - tí hetta, at duga at síggja tað lítla í tí stóra og tað stóra í tí lítla, hevur líka síðani havt sína stóru ávirkan á gerandisdag og andaliga lív hansara. - At eg júst fekk hetta ørindi
borðið var, at kálvurin var undan einum tarvi úti á Glyvrum. Hann hevði eitthvørt við Glyvradal at gera. Viðkomandi visti ikki, at Rasmus var serfrøðingur í inseminering, og mistakið hevði við sær, at gesturin [...] - og retoriskt var hann so væl gávaður, at fáur var førur fyri at taka hann í orðaleiki – onkur helt fyri, at hann var ímillum tey fáu sum yvirhøvur megnaði at tosa bæði meðan hann andaði inn og táið hann [...] – vær skulum læra at ganga burtur – stórt er lívsins hav og djúpt - tað er hin lívsins torvelda siglingarfrøði at læra – gloymi hetta ikki –“ Rasmus hevði lært seg at ganga burtur, at fara higani, úr f
sigur tá, at umráðandi er at vera væl fyri bæði til likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. - Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum [...] m. Tí er hvørgin teirra vorðin altjóða meistari, tó at teir av røttum langt síðan áttu at havt tryggjað sær IM-heitið, tí gávurnar eiga teir til at útinna setningin. Og soleiðis er kanska vorðið hjá flest [...] ið tað veruliga glógvar í, kemur ofta fyri, at talv verður sekundert hjá viðkomandi, tí kanska dámar honum betur at spæla fótbólt. Aðrastaðni verður sagt, at talv er vorðin ein kappingarítrótt fyri ungar
PANAME í H.N. Jacobsens bókhandli. Rithøvundurin Hanus Kamban greiðir frá sínum nýggja søgusavni – sum hevur heitið TAÐ LOVAÐA LANDIÐ og kom út fyrr í summar. Høvundurin fer at røða um stuttsøguna sum [...] Eisini fer hann at umrøða kærleikans ymisku hamir ella andlit – m.a. góðsku (agape), ást (eros) og sublimering - og spyrja, í hvønn mun hesi aspekt kunnu sættast ella samvirka. Hann fer at siga eitt sindur [...] nomið við tekstsløg sum realismu, ævintýrtekst og vísindaskaldskap. Høvi verður at seta spurningar. Møguleiki verður at keypa bókina við høvundsins autografi í. Tiltakið byrjar kl. 20. Øll eru vælkomin