hvørjar ætlanir eru um at bøta um barsilsskipanina. Hon ivast ikki í, at barnafamiljur eru fegnar um, at barnsburðarfarloyvi er nógv longt hesi seinastu árini. Men hon heldur ikki, at barsilsskipanin er nøktandi [...] eina tíð. Sjálv heldur hon, at barnsburðarfarloyvið skal ikki byrja at telja fyrr enn barnið er útskrivað av sjúkrahúsið. Hon heldur nevniliga ikki, at tað er ikki rímiligt, at tíðin, barnið er innlagt á [...] sum tað er nú. Hon helt eisini, at nettupp hesi børnini hava tørv á at vera longri heima enn vant, áðrenn tey fara á stovn. Helgi Abrahamsen svaraði Ungdómstinginum, at Barsilsskipanin er ein skipan, sum
í málinum, og hon ivast heldur ikki í, at tað fer at eydnast at fáa øll loyvini til vega, so at ætlanin at flúgva upp á New York verður veruleiki. Ætlanin var at flúgva nakrar túrar beinleiðis ímillum [...] ikki at lova, at tey fáa loyvini til vega í so mikið góðari tíð, at tey lukkast at fara undir flúgvingina nú í mai. – Vit skulu eisini hava stundir at selja ferðaseðlar, so nú fer tíðin av álvara at ganga [...] flogfelagnum, Atlantsflogi, at fáa øll tey neyðugu loyvini, sum krevjast fyri at sleppa at flúgva til amerikanska stórbýin, New York. Tað var í desember í 2018, at Atlantsflog váttaði, at tey høvdu søkt amerikansku
fólk eru at biðja um tulk, ella aðra hjálp, frá einum sum skal døma tey og kanska seta tey í fongsul. – Tað átti heldur at verið øvugt, soleiðis, at starvsfólki í rættinum hevði møguleika at fáa tulk [...] tulk til at tulka føroyskt til danskt, halda tey. Tey halda, at fyri vanliga føroyingin er tað ringt at sita í rættinum og greiða frá á einum fremmandum máli. Tey halda eisini, at tað kann vera ein vansi [...] týdning fyri at menna eitt føroyskt, løgfrøðiligt mál, at føroyskt er rættarmál. At alt skrivligt samskifti verður á føroyskum, kann vera mennandi í so máta, og tað kann stuðla væl undir, at vit í løtuni
kostar, sigur Tina Grønbech Tausen. Hon sigur, at endamálið við hesum er ikki at tjena pengar, men at hjálpa til. – Endamálið er at vísa samfelagssinni og at lata ta útgerð vit hava, vera til taks í stríðnum [...] fyri at fáa tilfar, men støðan broytist alla tíðina og tað er nógv frammi um, at tað verður alsamt verri at fáa fatur á tilfari, sigur hon. Tí vilja tey helst kunna keypa nakað inn undir seg, so at hetta [...] her: Gera verndarútgerð ímóti korona í Vági Tað er ikki so lætt at fáa fatur á verndarútgerð av ymsum slagi, og boðini um, at tað ber til at gera hjálmgluggar í Føroyum, fóru skjótt um alt landið. ##med2##
sigur, at hann ikki kann siga, at øll eru smærri vinnurekandi, men hann heldur avgjørt, at hetta vísir, at smærri vinnurekandi eru í eini hættisligari støðu. Hann sigur, at nú verður arbeitt við at tey fáa [...] sjón fyri søgn, at tað eru nógvar smærri fyritøkur, sum eru í ferð við at bløða burtur. Og tað er antin tí at viðskiftafólkini eru burtur, ella tí at tey fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og hava stongt [...] kunnu freistast til at bróta tilmælini frá myndugleikunum í eini seinastu roynd at yvirliva. – Tað vil er staðiliga mæla frá sigur Brandur í Dali. Men hann sigur, at tað er ikki ókent, at tann, sum er nóg
fólki. Trump segði á tíðindafundinum, at hann ikki sjálvur roknar við at fylgja ráðunum um at fjala seg. Boðini frá amerikonsku myndugleikunum koma fáar tímar eftir, at Michael Ryan, sum er leiðari fyri [...] Myndugleikin leggur tó dent á, at tað ikki er neyðugt við eini kirugiskari masku ella øðurm læknaligum munnbindi. Og at fjala nøs og munn kann ikki koma í staðin fyri atlitini um at vaska hendur og halda frástøðu [...] Amerikanska stjórnin mælir nú amerikanarum til at fjala andlitið fyri at verja seg ímóti koronavirus. Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í gjárkvøldið okkara tíð. Talan er um
gjørt fyri at støðga hesum - altjóða og her heima. Men vit eiga ikki at lækka ambitiónirnar fyri tí, men heldur gera tað lættari hjá fólki at síggja, hvussu vit øll kunnu leggja okkara í at varðveita [...] lívmargfeldið. Og ung eiga at vera við til at bjarga støðuni. Hetta vóru nakrir av tonkunum, sum komu burtur úr verkstovuni um svinnandi lívmargfeldið, sum Umhvørvisstova hevði boðið ungum at luttaka í fríggjadagin [...] verkstovuni. Umframt at landstýrismaðurin í umhvørvismálum – Helgi Abrahamsen setti verkstovuna, so var eisini Turið Horn, forkvinna í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, við fyri at varpað ljós á um
heldur ikki, at hetta fer at birta upp undir nakran sjálvstýrisneista aftur í Føroyum, at skjølini nú verða almannakunngjørt fyri teimum, sum biðja um at fáa tey. Hann vísir eisini á, at Sjúrður Skaale [...] grund til tað er, at í roynd og veru eru samráðingarnar ikki lidnar enn. Men Bárður á Steig Nielsen heldur, at nú hevur eingin fundur um fullveldi verið í útvið 20 ár, so nú má sigast, at samráðingarnar eru [...] Nú er stundin komin at allir føroyingar, sum vilja, fáa alt at vita um nógv umrøddu samráðingunum um fullveldi, sum vóru fyrst í hesi øldini. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Annars hevur
nýtt Las Vegas, sum er kent fyri, at fólk fara hagar at verða gift. Hon sigur, at talið á útlendskum pørum, sum koma til Havnar at verða gift á býráðnum, veksur alsamt. Í fjør vóru 60 pør gift á ráðhúsinum [...] fer nú at søkja landsstýrið um loyvi til at taka gjald frá útlendskum pørum, sum vilja giftast hjá býráðnum. Tað hevur býráðið samtykt við stórum meiriluta. Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at her er [...] útlendingar. Tað merkir, at er annar parturin føroyingur, verður einki gjald kravt og føroyingar í útlegd, sum koma heim at giftast, skulu heldur ikki rinda. Men hon staðfestir, at Havnin er vorðið eitt nýtt
Tórshavnar Býráð vil nú sleppa at taka gjald frá útlendskum pørum, sum koma til Havnar at giftast. Býráðið sigur, at talið á útlendskum pørum, sum koma til Havnar at verða gift á býráðnum, veksur alsamt [...] tað kann eisini vera ringt at fáa eitt útlendskt par at skilja øll krøvini til skjølini, ið skulu fyllast út, og viðhvørt skulu tey týðast av góðkendum tulki. Býráðið sigur, at sostatt er talan um stórt [...] rinda skatt í Tórshavnar kommunu. Og tey siga, at tað hendur seg eisini meiri enn so, at útlendsk pør spyrja, hvat tey skylda fyri ómakin. Býráðið sigur, at í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur, men