komnar til vega. Nakrar eru útseldar, men Dugni hevur framvegis fleiri á goymslu. Í samband við at Dugni fyllir 70 ár í ár, vilja tey á Dugna geva føroyingum eina serstaka gávu. - Gávan er, at vit restina [...] felagsskap og virði. - Nú er avgerð tikin um at steðga framleiðsluni eftir 17 góð og gevandi ár. Á Dugna siga tey, at sølan og eftirspurningurn hava verið minkandi seinastu árini. Marknaðurin tykist vera mettaður [...] Vit eru sera takksom fyri ta stóru undirtøkuna, sum kærleikskúlan hevur fingið gjøgnum árini. Á Dugna veita tey eina hjartans tøkk til øll listafólkini, sum hava lagt sítt skapandi arbeiði í verkætlanina
samstarvs- og fíggingarmøguleikum. Dømir: 1. Ein serlstakur norðurlendskur LGBTI-grunnur er settur á stovn. Síðani 2021 hevur Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjað verkætlanir, sum serliga miða ímóti rættindum [...] onnur. . . . . Tórshavnar Kommuna Tórshavnar Kommun gevur eisini LGBT serviðgerð, umfram LGBT-litir á gøtur, hevur Tórshavnar kommuna eisini samtykt eina 3-ára avtalu við LGBT+ Føroyar : Ár Stuðul 2025 [...] Kommunan sigur beinleiðis, at stuðulin varð hækkaður úr 50.000 til 100.000 kr. um árið. ##med2## Tað eru tey, ið halda uppá, at LGBT ikki fær servðger / sersømdir. Hugsi, her er sjón fyri søgn. Tórshavn tann
at løgreglan fór á fjarskotnu leiðina eftir, at tey høvdu fingið boð um skjóting. Tað var í Pucara í landslutinum, Azuay, har ólóglig leitan eftir kopari og gulli hevur vundið upp á seg seinnu árini. [...] suðuri í landinum. Fólk í økinum hava eisini sagt, at tey hava saknað fleiri fólk í familjuni. - Líkini vórðu jarðað umleið tveir metrar undir lendinum. Tey vóru bakbundin, og fleiri likamslutir vórðu høgdir
Bukarest á odda 19-17. Í bronsudystinum í dag mátti Pernille og liðfelagarnir aftur spæla longda leiktíð. Men hesaferð koppaði tað til CSM Bukarest, ið vann 35-34 á Valcea. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum [...] Kappingin er fyri fýra tey fremstu liðini í undanfarna kappingarári. Aftaná longda leiktíð tapti Bukarest 38-40 í hálvfinaluni fyri Gloria Bistrita. Tá vanliga leiktíðin var lokin stóð á jøvnum 34-34. Í steðginum [...] steðginum var Valcea á odda 17-16. Landsliðsliðskiparin tók sum vant nógv tøk í verjuni. Sunnudagin 30. august leggur CSM Bukarest fyri í bestu rumensku hondbóltsdeildini við grannauppgerð á útivølli móti Rapid
Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki. Eggini fara við skarninum á botn, har tey verða etin av botndjórum og síðan av fiski. Toskur, sum etur á botni inni við land, hevur størri títtleika av sandmaðki enn [...] Teljingin bendir á, at stovnurin er vaksin seinastu árini. Eta um 3.000 tons um árið Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3.000 [...] ikki savnað miðvísa vitan um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina, tí vistskipanin er so samansett. Í stovnsmetingunum
u nevndini í ES-tinginum. Á skránni vóru millum annað viðurskiftini millum Føroyar og ES, møguleikar fyri at víðka samstarvið og handilsviðurskifti. Í Brússel hitti Bárður á Steig Nielsen eisini grønlendska [...] ES-tingið fyri at umrøða yvirskipaða samstarvið við ES og mál, sum hava týdning fyri Føroyar. Millum tey, sum landsstýrismaðurin hevur hitt, eru Jozef Síkela, ES-nevndarlimur fyri altjóða samstørv, Bernd
størri dentur verður lagdur á málkunnleika, arbeiðstilknýti og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at [...] tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina javnvág millum tørvin á arbeiðsmegi og ynskið um góða integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í
vindur í bygdini, tá hann er av norði og eysturi, tí høgu fjøllini verja væl. Hinvegin regnar ofta illa á hesum ættum og niður í sunnan. Landsynningur verður mettur sum ringasta ættin. Tá kemur vindurin beint [...] upp í lágan vestan, kunnu harðar hvirlur koma gjøgnum Áarskarð og sláa niður í bygdina. – Tá kunnu tey liggja svøvnleys, verður sagt í samrøðuni. Kortini er vestan eisini besta summarættin, tí hon gevur [...] í Árnafirði. Hann sat við festi í 30 ár og hevur verið virkin í bygdarlívinum. Samrøðan kann lesast á heimasíðuni hjá Veðurstovuni undir Staðveður .
samstundis seta fokus á matmentan, rávørur og tilfeingi úr arktiska økinum. Í Føroyum varð innleiðandi umfarið í AYC 2026 lagt mitt í rokanum á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Kokkaskúlin á Tekniska Skúla í [...] føroysku kokkaútbúgvingina, stóð fyri kappingini. Kapping mitt á Sjómannadegnum Kappingin var hildin í einum tjaldi mitt í øllum rokinum á Sjómannadegnum. Har vóru sjey ungir kokkar savnaðir og arbeiddu [...] nýtt lív í nútímans matgerð. Dentur varð lagdur á føroyska matarsiðvenju, undirnýttar føroyskar rávørur, skapanarevni, fakligan dugnaskap og sjálvandi smakk. Á tann hátt er AYC meira enn ein kokkakapping.
gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan gjørdist um ein elddóp, tí einans eitt ár seinni blivu Føroyar tveittar út í búskaparligt ódnarveður, tá bankarnir fóru á húsagang og landskassin varð [...] í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum miðfyrisitingin og politiska skipanin hava havt á Leif. Við honum veit man, at tær uppgávur ella avbjóðingar, sum verða lagdar til Gjaldstovuna, verða [...] innkeypi og vitlíki. - Nú leggi eg eina drúgva yrkisleið aftur um meg, og eg eri eg takksamur fyri tey mongu árini, har eg havi fingið álit at tæna og nýmótansgera føroyska samfelagið. Eg havi havt tann