er ikki bara sjálv konsertin í Hamborg, men at hon skal kunna lata dyr upp til aðrar festivalar, til nýggjar samstarvspartar og nýggjar marknaðir osfr. Vit gleða okkum sera nógv til at fylgja Leu í hesum [...] Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar seg um nýggjan tónleik. Í septembur savnast fleiri [...] fleiri túsund umboð úr altjóða tónleikaídnaðinum í Hamborg, tá Reeperbahn Festivalurin yvirtekur klubbar, konsertstøð og aðrar pallar í býarpartinum St. Pauli. Festivalurin samskipar hundraðtals konsertir
havnalagnum í Havn í dag, har stóra ferðamannaskipið Marina hjá Oceania Cruises liggur við bryggju. Sambært Tórshavnar Havn kom Marina á Havnina klokkan 10 í morgun og fer avstað aftur klokkan 21.30 í kvøld [...] hava egna altan. Marina siglir fyri Oceania Cruises og er skrásett í Marshalloyggjunum. Hetta er ikki fyrsta vitjanin hjá Marina í Havn í hesum mánaðinum. Skipið var eisini á Havnini 7. august. [...] kvøld. Marina varð bygt í Italia og latið eigarunum í 2011. Skipið er 239 metrar langt og góðar 32 metrar breitt og er upp á umleið 66.000 bruttotons. Vanliga er pláss fyri 1.250 ferðafólkum umborð, og manningin
Seinnapartin í dag vistu grønlendskir miðlar at siga, at stórur eldur var í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq. Skúlin kallast Atuarfik Kilaaseeraq. Grønlands Politi heitti á borgarar í býnum um at [...] Sermitsiaq seinnapartin í dag. Hann dugdi ikki at siga, hvussu langa tíð átakið at sløkkja eldin í Maniitsoq fór at vara. - Skúlin var undir renovering, og eldurin kann vera íkomin í samband við brenning
við í átakinum. Løgreglufólk hava flogið við dronu í fleiri tímar yvir búðarøkinum. In.fo hevur verið í sambandi við Føroya Politi, sum váttar, at »ein hending er í Fuglafirði«, men løgreglan kann í løtuni [...] løtuni ikki siga meira um, hvat er hent – og fer heldur ikki at greiða nærri frá í kvøld, verður upplýst av politistøðini í Havn. Vegurin, har hendingin fór fram, hevur eisini verið sperraður, og fólk sluppu [...] sluppu ikki til hús, frættu vit úr Fuglafirði. Men nú er vegurin ikki stongdur longur, og fólk eru sloppin til hús. Málið tykist tó vera álvarsamt, tí løgreglufólk standa framvegis á varðhaldi við húsini
íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað snýr seg ikki um [...] sjálvar kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur? Góð [...] i. Heldur ikki verður mett um, hvussu nógv veruliga kunnu væntast at koma út á fasta leigumarknaðin. Vinnuligt gistingarvirksemi eigur ikki at verða avmarkað við einum dagamarki, tá tað ikki er skjalfest
Í kvøld var fyrsti dystur í 18. umfari í Meistaradeildini hjá monnum. Hann var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur vann 3-2 ímóti EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta [...] hann verið millum teir fyrstu ellivu – bæði í 2-1 tapinum á Toftum og aftur í kvøld. Ímóti EB/Streymi var hann í fyrra hálvleiki tvífaldur málskjútti, og higartil í ár hevur hann skorað fýra mál, og harvið [...] 25 ára gamli svenski álopsspælarin kom í fjør til 07 Vestur. Hann hevur nú sambært FaroeSoccer spælt 29 dystir í Meistaradeildini, og hann hevur skorað 9 mál. Í kvøld legði hann heimaliðið framum 1-0,
tí at spæla ímóti felagi úr Póllandi er ikki bara bara. Besta kappingin í Póllandi, har tað búgva fleiri enn 37 milliónir, verður roknað millum tíggju tær bestu í Europa. Sera tepra tapið ber við sær, at [...] seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 spælararnir og samlaða 32 manna ferðalagið úr Klaksvík, sum er í Póllandi, er eitt sindur vónsvikið um, at tað ikki eydnaðist [...] gleið. Mark F. Jensen var dagsins maður í kvøld. Hann bjargaði einar fýra ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í heilt góðari støðu, og tann eina bjargingin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann bjargaði fluktara
tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram. Nógv nøvn, sum í dag eru kend [...] einum lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1. september. Melda teg til á: www.torsgota.fo/sement [...] Sement fært tú ein góðan og tryggan pall, sjónvarpsupptøkur, feedback og sparring frá royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar. Vinningarnir eru 30.000, 20.000
Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe [...] drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin. Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini
á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um føroyskan limaskap í Erasmus+. Løgtingskvinnan spyr millum annað, hvørji ítøkilig átøk eru í gongd í miðfyrisitingini, og hvørji [...] møguleika at taka lut í lestraruppihaldum, starvsfólkaskiftum og fakligum samstarvi tvørtur um landamørk. Føroyar eru í dag ikki knýttar at Erasmus+ við atlimaskapi og hava tí ikki sama atgongd til skipanina [...] 2027, og eitt nýtt skeið byrjar í 2028. Tí heldur løgtingskvinnan, at tað er umráðandi, at neyðugu politisku, umsitingarligu og fíggjarligu fyrireikingarnar verða gjørdar í góðari tíð.