og toppuppgerð í Wenzel Nordic Cup er júst leikt í høllini við Tjarnir. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu 31-27 á Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG. Í fyrra hálvleiki var [...] var GOG tó omaná, og í steðginum var liðið av Fjóni á odda 18-14. Í seinna hálvleiki var tað tó Kiel, ið var greitt omaná. Seinni hálvleikur endaði 17-9 til Kiel. Kiel hevði eina líknandi gongd móti Vali [...] Vali, har teir vóru seinir í upptrekkinum í fyrra hálvleiki, men vóru flúgvandi í seinna hálvleiki. Elias skoraði seks mál fyri THW Kiel, meðan Óli skoraði fimm mál fyri GOG. Systkinabørnini løgdu eisini
skulu borgarar í Havn góðtaka, at Tórshavnar kommuna ikki handhevjar sínar egnu reglur? Í meira enn eitt ár hava íbúgvar og handilsrekandi í miðbýnum klagað um ótolandi viðurskifti kring Blábar í Niels Finsens [...] Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi [...] larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist hava sum endamál at spæla tónleik so hart sum møguligt mitt um náttina, mitt í einum øki, har fólk búgva og
við arbeiði í framleiðsluvinnuni? Og hvussu fyrihalda vit okkum til umsorganararbeiði, sum í stóran mun verður fram av kvinnum? Hvussu sæst politiska raðfestingin aftur í mun til skipan av arbeiði, útbúgving [...] samfelagskjakari og fyrilestrahaldari, fødd í 1991. Hon gjørdist alment kend í 2014, tá hon tók greiða støðu ímóti hevndarpornografi, eftir at naknar myndir av henni vórðu stolnar og deildar uttan hennara [...] ði. Hon býr í Keypmannahavn og hevur millum annað verið limur í ráðgevandi bólkum hjá European Institute for Gender Equality og Human Rights Watch. Bókin Underskud er hennara fyrsta bók. Í bókini lýsir
uppskotinum í hoyringini. Landsstýrismaðurin hevur tó hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026. Stórur meiriluti í Vinnunevndini Seks av sjey limum í Vinnunevndini [...] fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar afturat [...] einsamallur minniluti í nevndini. Hann mælti frá at samtykkja uppskotið og ávaraði um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Verður uppskotið samtykt við triðju viðgerð í dag, fáa ikki fullriknu
lundastovnin og forða fyri, at lundin í nærumhvørvinum hvørvur heilt og ein aldagomul siðvenja við at fleyga lunda av somu orsøk doyr út. Steðgingin ella avmarking í at fleyga lunda er ikki gjørd fyri at [...] veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann hevur tað trupult, soleiðis at stovnurin kann verða gagnnýttur eisini í framtíðini. Sum við lundanum [...] sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina. Umsitingin í Fiskimálaráðnum og Havstovan høvdu tó eitt greitt tilmælið
tilfarið liggjandi í 7 mánaðar uttan at nerta tað við eini eldtong. Hví var so hendan “søgan” frammi í KVF mitt í summarfrítíðini? KVF bar nýliga tíðindi um ættarliðskifti hjá Varðanum. Er tað í hesum sambandi [...] Í tíðindunum hin 21. juli 2026 í almenna Kringvarpi Føroya frættist frá nevndarformanninum í Varðanum, at felagið einki fær gjørt uttan at bíða og vita, um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju verður [...] brekking og uppfylling av sjóøki, um óvissa er um byggiloyvið? Fyri okkum í Liviligum korum, er tað søtur tónleikur at hoyra frá sjálvum nevndarformanni Varðans, at útbyggingin er í bíðistøðu vegna drúgva
atlimaskap. Fyrireikingarnar skulu gerast í miðfyrisitingini, í allari skúlaskipanini og á Fróðskaparsetrinum, men eisini í ítróttinum og øðrum felagsskapum í Føroyum, sum kunnu gagnnýta Erasmus+. Bjørg [...] gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur [...] ungar kvinnur – er ein av avbjóðingunum, sum IDAN peikar á. Her kunnu vit læra av øðrum londum: Hví gevast gentur? Hvat riggar aðrastaðni? Og hvussu fáa vit fleiri at halda fram í bæði breiddar- og úrv
borgarstjóra í Istanbul og einum av fremstu politisku kappingarneytunum hjá Erdogan. Imamoglu varð varðhaldsfongslaður í sambandi við eitt mál um mutur og svik. Rættarmálið heldur eftir ætlan fram í Istanbul [...] Turkaland sum lim. Turkaland fekk støðu sum ES-limalandsevni í 1999, og samráðingarnar um limaskap byrjaðu í 2005. Tær hava tó ligið stillar í nógv ár. Ein orsøk er, at turkisku myndugleikarnir fóru harðliga [...] harðliga fram ímóti andstøðuni eftir miseydnaðu kvettroyndina í 2016. Í 2018 staðfesti ES, at Turkaland flutti seg longri burtur frá samveldinum, og at samráðingarnar tí vóru steðgaðar. Serligur dentur varð
liðnum, FC Thun í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League. Tað liggur á ljóði, at Gunnar skal skifta til Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men tað forðar ikki Gunnari í at gera sítt [...] aftur á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Longu sunnukvøldið klokkan 19 spælir Víkingur dyst á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti ÍBV, ið hevur Ára í Haraldsstovu Petersen í málinum. [...] allarbesta fyri Víking. Soccerstand gevur Gunnar karakterin 7,2 (av 10 møguligum), ið er besti karakterurin nakar leikari hjá Víkingi fekk í dystinum móti Thun. Thun hevði væl fleiri málroyndir enn Víkingur
stórum triðingi av atkvøðunum á sona appini, varð Evelin Mastropasqau úr 07 Vestur vald til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánað —————— Sunnudagin varð endaspælið í MeistaraDeildini [...] i hjá kvinnum sparkað í gongd. Í ovara bólkinum var ein dystur á skránni. Í Gundadali hevði HB vitjan av Víkingi, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimaliðið. Málskjútti var Lisa Haraldsen [...] bæði liðini í ovara bólkinum, Skála og KÍ, møtast undir Mýruhjalla á Skála í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30. Í niðara bólkinum vann B36 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, og á Dungasandi í Sørvági fekk