mánadagin í hesi vikuni, har avgerðin um at taka ”Atlantic Navigator” út úr føroyska flotanum og harvið steðga fiskiskapinum við hesum trolaranum, tá svartkjaftatíðin er av í juli-august í ár, varð tikin [...] fiskivinnulóggávuna og karmarnar í framtíðini hjá vinnuni. Í okkara samlaðu meting av støðuni meta vit, at ”Atlantic Navigator” betri kann bera seg undir krillfiskiskapi í Antarktis enn undir svartkjaft [...] Hansen, sum hava lagt nógv í hesa ætlanina. Tíverri vóru karmarnir ikki nóg góðir til, at vit náddu á mál í hesum umfarinum. Nøgdur við samstarvi - Sambært keldum vit hava verið í samband við, so skal tann
Kvinnurnar hjá Kyndli fáa úr at gera í ár. Ikki einans skulu tær royna at verja greipuna frá í fjør, men harnæst skulu tær í næsta mánaði eisini spæla EHF-Cup dystir ímóti Femina Vise úr Belgia. - Vit [...] Heinadóttir eru ikki við í ár, men hinvegin er Tomma Petersen byrjað aftur og Marianna G. Eystberg er komin aftur av skúla í Danmark. - Onkrar av teimum ungu hava longu spælt í fýra ella fimm ár, so hóast [...] ystin sunnudagin á heimavølli ímóti VB. Upptaktir til kappingarárið hjá øllum liðunum kunnu lesast í Vikublaðnum, sum er borið út kring alt landið.
Jacobsen, trummuleikari í Crawling Blue. Crawling Blue ger í løtuni klárt til stóra útgávukonsert, sum skal vera í Norðurlandahúsinum 28. mars. Tá verður fyrsta konsert spæld í minniligar tíðir. Bólkurin [...] Bólkurin hevur ikki spælt síðan í august, tá hann spældi á ráðstevnu í Noregi. - Tað verður fantastiskt, at sleppa at spæla aftur. Longu nú føli eg, at eri í ferð við at missa svøvnin av spenningi, sigur Uni [...] og Crawling Blue seinast hittust til eitt prát um aktuellu útgávuna yvir ein kaffikopp. Tað var í august 2007, tá Crawling Blue legði seinastu hond á upptøkurnar. Eftir var tá bara at miksa, og ætlanin
eini evangeliskari kirkju og luttaka á eini ítrottarlegu. Í gjár komu tey til Karmelfjallið, ið liggur í útjaðaranum av Haifa - býurin, sum í gjár varð raktur av tveimum rakettum, sum herðnaðarfelagsskapurin [...] av ferðalagnum, og Sosialurin fekk orðið á hann í Ísrael í dag: - Vit hava tað gott, tað er púra sikkurt, staðfestir Jóhannus Mikkelsen, sum er staddur í einum býi á Karmelfjalli. - Vit merkja lítið til [...] at síggja fólk rudda upp í bumbuskýlum, sum skulu brúkast í fall av, at okkurt hendir, greiðir Jóhannus Mikkelsen frá úr Ísrael. - Men vit høvdu ikki verið her, høvdu vit verið í vanda, tað er heilt víst
inn í eina bygd, og vóru boðin inn í eini fátæk hús, har ein kona tók ímóti teimum. Henda konan átti ein hóp av børnum, og gekk haraftrat við einum í móðurlívi. - Hon var í ferð við at kóka okkurt í eini [...] her í kjallaranum í Christianskirkjuni. Klæðir, skógvar, eskjur og posar liggja hvørt um annað. Kortini bendir einki á at óskil er í. Fólk úr øllum landinum lata lutir til hetta hjálpararbeiðið í Rumenien [...] verður í vár! Kókaði beinið í ein mánað Undir eini av ferðum sínum í Rumenien fekk Marjun veruliga prógv fyri, hvussu lítið fólkið hevur bæði til klædna og til matna. Ein dagin vóru tey farin niðan í fjøllini
okkara egna neyst. 1. apríl, tá vit byrjaðu venjingina í bátinum var arbeiðið longu byrjað, og tað verður ikki liðugt fyrr enn mitt í juni mánaði. Tá er bara hálvurannar mánaður eftir av kappingini, so [...] Kappróður Fyri einum góðum mánaði síðan fór býráðið undir umfatandi arbeiðið, við at seta gøtuna frá Skálatrøð og yvir at Mullers pakkhúsi í stand. Sonevndu lágakei og høgakei skulu steinsetast av nýggjum [...] forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, sigur, at umboð fyri felagið vóru og tosaðu við býráðið, so skjótt tey frættu um ætlaninar. - Vit fingu einki at vita um ætlaninar, hóast arbeiðið fer fram í túninum uttanfyri
DÁLKING Í Sosialinum í gjár vóru nakrar ótespiligar myndir at síggja frá Vágsfirði, sum enn er oljudálkaður, eftir at leki kom á ein av tangunum hjá SEV í Vági fyri góðum mánaði síðani. Úr Vági frættist [...] á Føroya Náttúrugripasavni, sigur, at tað sjálvandi er óheppið, tá slíkir lekar henda, men at tey í hesum førinum bóru skjótt at, og tað er rætt ikki at nýta kemikaliir at reinsa økið frammi við landi [...] sera trupult at reinsa slíkan fugl. Dorete Bloch minnir á støðuna eftir seinna heimsbardaga, tá skip í hópatali vórðu søkt, og olja fleyt á høvunum. Men hóast hetta dálkaði, týndi tað ikki eitt nú æðustovnin
sum skoraði tvey av týsku málunum í kvøld. Til dagliga spælir hann við Schalke 04, har hann er ein av stuðulsleikarunum á liðnum. Í løtuni er Schalke 04 nummar trý í týsku Bundesligaini. Lagið var sum [...] Spurdur, um hann fer at spæla í Premier League í framtíðini, svaraði Meyer aftur við einum sera ,,politiskt korrektum" svari. - Ongin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða. Í løtuni spæli eg við Schalke 04 [...] nakar ivi um úrslitið, tá ið týsku U21-stjørnurnar úr Bundesligaini vóru á vitjan á Tórsvølli fyrr í kvøld. U21-landsdysturin ímillum Føroyar og Týskland endaði 0-6, og týski sigurin hevði lættliga kunnað
her á Kósini, síðani hann fyrstu ferð fór til arbeiðis ein dag í mars mánaði 1977. Tá Sosialurin vitjaði í saltfiskinum á Kósini fyrrapartin í gjár, vóru tey eini 12-15 fólk til arbeiðis. Uppgávan hjá Bergur [...] arbeiðis í dag, men spurningurin er hvussu leingi aftrat: - Í dag pakka vit saltað longufløk til europeiska meginlandið. Sovítt sum vit vita, verður arbeiði í øllum førum hesa vikuna og kanska nakað út í næstu [...] Hvussu leingi aftrat verða vit til arbeiðis her í saltfiskinum?! Sjálvur roknar hann við at vera til arbeiðis nakrar dagar í komandi viku, men alt er enn í tí óvissa. Tí, sum Bergur sigur: - Tað verður tosað
Fiskavirkinum í Gøtu, og seinasta árið hevur hon gingið á kokkaskúla í Klaksvík. Eftir at hava klárað royndir og praktikktíð, noyddist hon at gevast á kokkaskúlanum fyrst í apríl mánaði í ár. - Vit eru [...] til leigu á Skipanesi. Hon hevur altíð verið løtt upp á sporið og skjót í vendingini, men í dag liggur hon nógv í seingini við pínu í kroppinum. Saman við børnum sínum hevur hon leigað á Skipanesi síðan oktober [...] Arnhild Mariu Poulsen um umstøðurnar hjá henni og gentunum, og greinin er í fullum líki í blaðnum, sum verður borið í hvørt hús í dag.